av fundi og í dag eri eg formaður, so eg skilji einki av hesum, sigur Heðin Mortensen. Heðin ætlar sær at arbeiða við teimum verkætlanum, sum eru frammi á barnaansingarøkinum. ? Eg ætli mær at taka allar [...] ella ikki. Eg ætli mær ikki at helma í. So er bara at vóna, at annað, sum einki hevur við málið at gera og persónlig áhugamál ikki verða rótað uppí. Barnagarðurin Inni á Gøtu, sum eftir ætlan skal takast
Kjartan Dalsgaard roknar tí við, at ymsu tjaldingarplássini fáa tvær til tríggjar ferðir meiri at gera í ár í mun til árini frammanundan. Undanfarin ár hava 60 % av teimum, ið ferðast við tjaldi ella [...] ógvuliga dálkaður og skitnum umhvørvi í Ruhr-umráðinum í Týsklandi. Tey merkja dálkingina so nær inn at sær, at tey seta ógvuliga stóran prís uppá at koma út í eina fría og vakra náttúru, sigur Kjartan Dalsgaard
at eg eri ikki einsamallur fólkafloksmaður sum umhugsi støðuna í flokkinum. Tað eru tað mong sum gera í hesum døgum. Hann sigur, at Fólkaflokkurin í Suðuroy nú fer at krevja eina frágreiðing uppá, hví [...] Fólkaflokkurin ikki vildi hava landsstýrismann úr Suðuroynni. Samstundis vilja vit hava flokkin at gera greitt, hvørjar ætlanir hann hevur við Fólkaflokkinum í Suðuroynni í framtíðini. Ætlanin er eisini [...] Suðuroy skal hava fund. Og fyrrenn tá vil Knútur Nygaard ikki taka støðu til, hvussu hann skal fyrihalda sær til flokkin. Men í Sosialinum týsdagin spurdi hann, hvat teir skuldu stilla upp til eina aðru ferð
sum hevur fingið sangleikin upp at standa. Skúlin heitti á teir báðar, Henneberg og Olsen, um at gera eitthvørt, og Jens Henneberg sigur í skránni, tað sama sum Malmros segði, at hann altíð hevur verið [...] verið bergtikin av hesi kvinnu - teirri føroysku Marie Grubbe. Fríar teymar Høvundarnir hava tikið sær rættuliga fríar teymar tá teir hava gjørt sangleikin og tí kann úrslitið ikki samanlíknast við filmin [...] Gabriel. Eitt annað er, at prestarnir verða framsettir á eitt sindur øðrvísi hátt enn føroyingar hugsa sær teir, men tað gevur bara leikinum eitt sindur meira lit. Endin á sangleikinum er í øllum førum nakað
frægur at tora at muta ímóti og tí sleppur hon at halda fram sum hon ger. Maðurin sleppur ikki at gera nakað av sjálvur, hon sigur honum, hvar skápið skal standa og tá ið hann onkuntíð ger ein vørr, er [...] hann seg at hava gingið út av gravarbakkanum beint í helvitið. Á slípaðum dekki dugir hann at fóta sær, men á bonaðum gólvi ber verri til. Og tað er eingin, ið sigur hann ringan fyri ikki at tora at stíga [...] Jóhanna Maria Djurhuus hevur gjørt búnarnar, Lív Dam hevur seymað. Marjun Olsen og Sissal Frisdal gera hár og sminka, og Niels Nielsen og Tróndur Vatnhamar hava ábyrgdina av ljósinum. Birita og Jógvan
í vatngangin. Tilsaman eru umleið 4 tons av máling farnir uppá Norrønu. -Tað er tíðin vit hava at gera málaraarbeiði, og hvussu nógv sum skal gerast, ið avgerð hvussu nógvir mans vit eru og mála. Hesuferð [...] nakað færri. Fýra av málarunum arbeiða hjá Una Zachariasen, meðan hinar seks hevur Uni biðið afturat sær til hesa uppgávuna. -Tað er kortini ikki allir sum eru málara. Ein er virkisleiðari og ein er vrakari
Tey kendu seg minni verd enn onnur fólk, tí eingin vildi hava nakað við tey at gera. ? So fingu tey tað hugskot at gera eitt hornorkestur fyri teir menningartarnaðu íbúgvarnar á Torshov og hetta gav úrslit [...] verið til hindurs fyri, at tey menningartarnaðu eisini kunnu gera tað. ? Vit hava kannað møguleikarnar og hava funnið ein lærara, sum vil taka sær av uppgávuni. Vit hava eisini funnið hølini til endamálið [...] vælkomin og aftaná døgverðan fer hornorkestrið úr Lillehammer at spæla. Rasmus Magnussen fær úr at gera. Hann skal í fyrsta umfari standa fyri skemtinum og seinni fer hann saman við vinmonnum sínum at spæla
sigur við Sosialin, at sjónleikur er elsti partur av mentanini, sum hevur við tað at siga søgur at gera. Føroyingar eru eisini sera áhugaðir í sjónleiki, og tí er tað av størsta týdningi, at vit fáa leikhús [...] at leggja eina skrá fyri virksemið. Higartil hevur leikbólkurin verið húsvillur, og tað førdi við sær, at leikararnir bert fingu lítla tíð at venja í, og bert ásetta tíð til framførslurnar. Nú fáa vit
Í heyst fer Sjónvarp Føroya at gera nakrar sendingar um serligar hendingar ella tilburðir, ið ymisk fólk hava verið fyri. Ein av sendingunum fer at vera um vanlukkuna, tá Stella Argus gekk burtur. ? Men [...] Grækaris D. Magnssen frá. Hesin hvalvíkingur búði so í Kanada í eitt mannaminni, uttan at lata hoyra frá sær. Hann kom síðan aftur til Føroya, og tá hildu øll sum vera man at hann var deyður. Í Kanada hevði hann [...] ella eru uppvaksin á onkrum fjarskotnum serligum stað fyri nógvum árum síðani, og fegin kundu hugsað sær at vitja aftur, sigur Grækaris at enda. ? Vit hava longu fleiri, men vilja fegnir hava enn fleiri
eiðasørur var hann kortini ikki, tá hann varð noyddur at leggja frá sær. Gjøgnum øll hesi árini hevði hann syrgt fyri, at alt, sum gav nakað av sær í landinum, varð keypt av feløgum, hann átti. Sostatt sótu hann [...] einaræði ístaðin, har ein einsamallur maður rak landið sum eina privata fyritøku. Og mong munnu so seta sær tann spurningin, um nú støðan var so nógv verri undir enskum hjálandastýri. Søga Tað, vit vita um landið [...] rót ella spíri) . Men árini á skotska missiónsskúlanum seta síni spor. So djúp, at hann seinni fær sær navnið Hastings eftir einum skotskum trúboða. Kamuzu Banda fekk skúlagongd og kom seg so væl, at hann