a listarmanninum William Heinesen er 15. januar ár 2000. Familjan hjá Williami heldur, at sera nógv er gjørt burturúr. Kona William, Lisa, livir enn. Hon er í dag 93 ára gomul. - Ellin merkir hana, men [...] tó púra klár, sigur sonurin, listarmaðurin Zacharias Heinesen. Hann sigur, at sjálvsagt fegnast tey í familjuni um alt, ið gjørt verður fyri at heiðra William. Lisa Heinesen fær tó ikki tikið lut. Men hon [...] at síggja, við tað, at eisini Kgl. Bókasavnið er við til at fyrireika framsýningina Heima á Foldum í Norðurlandahúsinum. - Onkutíð hevur ein kanska hug at halda, at tað verður gjørt heldur nógv burturúr
var 49 cm. long og vigaði 3000 gr. 7. januar fingu Lis og Jóhan Sørensen, Skála, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3300 gr. 7. januar fingu Elin Hentze í Stórustovu og René Dahl Olesen, Tórshavn [...] Mortensen í Esbjerg, eina dóttir. Hon var 54 cm. long og vigaði 3820 gr. 30. desember fingu Rannvá Biskupstø og Ian Leyni, Keypmannahavn, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 3400 gr. 5. januar fingu [...] Hon var 55 cm. long og vigaði 3700 gr. 8. januar fingu Sólgerð og Signar á Reynatrøð, Hoyvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3300 gr. 10. januar fingu Gunnleyg og Jan Jacobsen, Oyrarbakki,
Strendur, 42 ár 10. januar: Hermann Jacobsen, ættaður úr Víkarbyrgi, búsitandi í Havn, 72 ár 11. januar: Ella Hansen, Runavík, 80 ár Joen Jacob Kjartan Johansen, Sørvágur, 69 ár 12. januar: Hansina Debes, [...] 6. januar: Hans Jacobsen, Fuglafjørður, 69 ár Steintór Durhus, Vestmanna, 96 ár 7. januar: Alice Gaard, Klaksvík, 61 ár Hans Hendrik Strøm, Trongisvágur, 73 ár Anna Sigrid Ísheim, Tórshavn, fødd Rasmussen [...] Rasmussen av Kirkju, 87 ár 8. januar: Theodor Egholm, Streymnes, 86 ár Anna Elisabeth Norðbø, Sandur, 91 ár Laila Elfrida Nielsen, ættað úr Frederiksberg, 55 ár 9. januar: Eliesar Olsen, Skála, 65 ár Karolina
vikuskiftismøti vegna samkomulegu í Nesvík. Mánadagin kl. 06.00 morgunbøn og kl. 20.00 samkomubønarmøti. Meinigheitshúsið í Havn Hvørt kvøld kl. 20 í hesi vikuni er bønarmøti í samband við alheims bønarvikuna [...] sunnudagin kl. 18 talar Sverri Steinhólm. Missiónsvikan verður í døgunum 23.-30. januar. Øll eru vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14.00 í Hoyvíkar skúla er sunnudagsskúli, kl. 17.30 er bøn og kl [...] Øll eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin 17. jan kl. 15.00 í KFUK. Eldrasamkoman v/ Carl Weihe, evni: Nøkur orð um eina trúbótarhetju. Týsdagin 18. kl. 16.00-17.00 í KFUK: Várgleði fyri børn. Hvalvíkar
Bólkurin Tey av Kamarinum vard stovnaður í síðst í 50?unum / fyrst í 60?unum av syskinum Nikolinu, Ingolf, Áslakki, Margretu og Eyðbjørn Jakobsen. Tey spældu nógv til dans í 60-70?unum, og vóru tey sera væl umtókt [...] Føroyahúsið í Keypmannahavn sum standa fyri hesum báðum dansikvøldum. Hetta er eitt stuðulstiltak til frama fyri ein kaðal, sum Nærvarpið, síðani tað varð stovna í 1984, hava havt ætlan at fáa lagdan inn í Føroyahúsið [...] Føroyahúsið í Keypmannahavn. Eftir at hava havt ein steðg frá 12.desembur til 11. január er Nærvarpið byrja at senda aftur. Steðgurin var tí at sendi-antennan brotnaði í ódnini, sum var fyrst í desembur mánaði
nøkunlunda í stað í rating. Veteranurin Lajos Portisch vann kappingina saman við einum russara. Teir fingu átta stig. Flóvin verður verandi í Spania, tí skjótt fer hann í gongd við aðra kapping í landinum [...] Hann hevur vunnið øll seks talvini í ár, og hesaferð varð tað Steintór Rasmussen sum stóð fyri skotum. Talvið hekk í leysari luft leingi, men Herluf fekk sett eitt álop í gongd og Steintór kendi seg noyddan [...] Jógvan Martin mátti taka ævigt skák. Støðan í 1. deild: Havnin 19 Klaksvík 16,5 Hvalvík 11,5 Toftir 8,5 Kollafj. 8,5 Sandavág 8 Sera javnt er í botninum, og í næstu viku verður botngýsari millum Sandavág
100 ár vóru 15. januar liðin, síðani William Heinesen varð borin í heim. Og nógvar hava fyrireikingarnar verið og sigast má, at dagurin varð hildin, sum tað sømir seg. Kveikjarin, høvundurin og myndli [...] gjørdist veruleiki. Býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen helt eisini røðu og fegnaðist um minnisvarðan. Skaldið Heðin M. Klein helt eisini røðu. Síðani varð farið í Listaskálan, har Havnar Hornorkestur [...] og sjónleiki og tónleiki og framsýning um lív og avrik. Kvøldseta Longu fríggjadagin var kvøldseta í Kommunuskúlaskálanum, har 3 bøkur vórðu lagdar fram. Forlagið Fannir gav út bókina William ummælir fagrar
m lívi, hansara, sum sá dagsins ljós 15. januar í árinum 1900. Tí at tá var hann føddur. Men gitin var hann og livdi í móðurlívi í 1800-árinum, tí seinasta, í øldini við Napoleonskríggjum, Nólsoyar-Pálli [...] hevur hann frálíkt útsýni í tíð og rúmd. Byrjanin Tað byrjaði annars, alt, fyrst í tjúgunum, við trábeittari tilverugrundan í yrkingasavni eftir yrkingasavn, skoðandi løtuna í ævinleikans mátistokki, við [...] tekur seg upp í yrkingunum við: hesin serligi undirstreymur av góðvild og mannatokka, ið seyrar ímillum reglurnar í bókunum og altíð lýsir av summum umráðandi persónum í skaldsøgunum og í stuttsøgunum.
tríggjar milliónir í lønum í ár fyri at játtanin kundi halda. Full sparing beinanveg Eitt nú boðaði hann fyrst í oktober stýrinum frá, at skulu fólk sigast upp, fara vit aftur í ár inn í eina ringrás, har [...] at seta í verk á Landsjúkrahúsinum í ár. Jákup Mørkøre, leiðari á landssjúkrahúsinum er ikki samdur í at hann hevur verið so ringur at hava við at gera, sum Helena Dam á Neystabø førir fram í grundgevingini [...] mangla 1,6 milliónir í til lønir. Harafturat eru nýggjar útreiðslur uppá 1,6 millión til nýggja læknastjóran, sjúkrasystrastjóran og teirra skrivstovur í sambandi við broytingarnar í leiðslubygnaðinum.
skránni, eru m.a. ein kapping, sum verður í USA í juli, umframt at ein kapping skal vera í Kina í september mánaði. Annars eru ikki so nógvar kappingar lagdar í fasta legu enn, men frá Regini frætta vit [...] árið. Fyrsta, sum stendur á skránni, er ein kapping í Finnlandi, sum verður í mars mánaði, og møguliga verður Regin at síggja millum luttakararnar í hesi kapping, men enn hevur hann so ikki avgjørt, um [...] hevði hann staðið seg sera væl í eini kapping í Skotlandi, men at hann skuldi standa seg somikið væl á Mauritius kom óvart á tey flestu. Avgjørt í næstum Beint fyri evstamark í gjár tosaðu vit við Trónd Djurhuus