allarflestu, Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við, eru samd um, at summarið er eitt tað besta, sum hevur verið yvirhøvur. Tann, sum ikki fær hoyggið turt í ár, hevur ikki nógv at gera við hoyggj, halda [...] Eitt sindur ráligt hevur verið norðanfyri, meðan landnyrðingurin var herfyri. Men tá hoyggjaðu tey aftur fyri sunnan- og vestanfyri. Onkur er, sum er rættiliga væl við. Sosialurin hevur frætt um onkran,
Tað er sjálvur aðalskrivarin í NATO parlamentinum, ið hevur viðmælt uppritið. Hetta staðfestir umsitingin í Tinganesi eftir at Sosialurin hevur biðið um at fáa nærri innlit í arbeiðið kring uppritið frá [...] sett Niels Helveg Pedersen, uttanríkisráðharra, skrivligan fyrispurning um málið. Tað hevur ljóðað, at landsstýrið hevur fingið tríggjar frágreiðingar frá trimum ymiskum serfrøðingum um verjuna av fullveldinum [...] John Johannessen Eyðun Klakstein NATO hevur bæði góðkent og viðmælt uppritið frá bretska professaranum, Michael Clarke, sum staðfestir, at Føroyar ikki tørva at hava her fyri at gerast limir í Partnership
Deytt skip? Eitt bretskt útgerðarfelag hevur keypt Nólsoyar Páll. Men skipið er ikki longur til í nakrari skipaskráseting ella undir nøkrum klassa. Tískil hevur ikki borið til at fáa siglingarloyvi at [...] at loysa hendan trupulleikan, hevur bretska felagið sent ein sleipibát eftir Nólsoyar Pálli, og fór hesin fyrrapartin hósdagin avstað við skipinum. Bretska felagið hevur nevniliga fingið loyvi at sleipa [...] eru skalkaðar til, so at skipið ikki tekur vatn inn. Tað er partafelagið Rosendal á Strondum, ið hevur sýnað skipið og sleipiútgerðina, og hava teir eftir altjóða sleipireglum givið tilmæli til sleipingina
íslendsku steypakappingini, var hetta ikki nóg mikið. Sosialurin hevur fingið at vita fyri vist, at Allan Simonsen, landsliðsvenjari hevur kosið sær Jákup Mikkelsen sum dagsins málmann. Í dystinum móti Bosnia [...] og tað hevur hann nú gjørt. Í útvarpinum fríggjadagin kom Jákup Mikkelsen við teirri hóttan, at um hann ikki slapp at spæla hendan dystin, so hevði hann leikt sín síðsta landsdyst. Um hetta hevur verið [...] Hóast Jens Martin Knudsen hevur staðið seg væl í íslandsku kappingini, og hóast hann sunnudagin varð kosin besti leikari á vøllinum, tá lið hansara, Leiftur, vann silvur móti liðnum úr Vestmannaoyggjunum
Sundstein, sum hóast hann hevur tikið seg úr politikki, kortini fegin vil gera viðmerking til politisku gongdina. Jógvan Sundstein heldur tað vera sera óheppið, at tingið hevur tikið avgerð um, at tað skal [...] floksstríð sum grundgeving fyri at útskriva val. Hann heldur, at av tí at løgmaður hevur avgjørt at verða sitandi í hesi støðu, hevur tingið einki annað val enn at geva honum eina misálitisváttan. [...] var tann, at útskrivan av einum vali ikki skuldi seta forðingar í vegin fyri tingarbeiðinum. So har hevur formansskapurin tikið eina heilt skeiva avgerð. Jógvan Sundstein heldur tað vera fullkomiliga burturvið
Løgmaður hevur gjørt av, at Árni Olafsson, ið síðan várið 1994 hevur verið formaður í oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins, fer úr nevndini. Hetta stigið er tikið við tí í hyggju, at Árni Olafsson frameftir [...] nevnd, ið samráðist um markið, ikki samstundis hevur ábyrgdina av fyrireikingunum til oljuleiting. Sambært avtalu millum uttanríkisráðið og landsstýrið hevur Árni Olafsson síðan várið 1993 havt farloyvi [...] standa á odda fyri føroysku/ donsku nevndini, ið samráðist við Bretland um landgrunsmarkið. Løgmaður hevur nýtt høvið at takka Árna Olafssyni fyri hansara arbeiði í oljuráðleggingarnevndini. Arne Poulsen er
FC Barcelona hevur kunngjørt, at felagið hevur selt 15 prosent afturat av sjónvarpsræddindunum til Sixth Street. Fyrst seldi FC Barcelona 10 prosent, og nú 15 prosent afturat. Seinna sølan gevur 2,3 milliardir [...] ið halda at hetta er ørt. FC Barcelona hevur í summar keypt Andreas Christensen, Franck Kessié, Raphinha og Robert Lewandowski, umframt at Ousmane Dembélé hevur longt sáttmálan. [...] milliardir krónur í kassan, men prísurin er høgur. Við søluni av sjónvrpsrættindunum, hevur FC Barcelona framskunda eina útbetaling av pengum, sum koma at resta í komandi 25 árini. Tá skal FC Barcelona
Juventus hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Paul Pogba. Franski heimsmeistarin hevur seinastu seks árini spælt við Manchester United, men sáttmálin gekk út í summar. Sermerkt við [...] upp til prísskiltið, sum var met í 2016. Nú seks ár seinni hevur Juventus aftur fingið Paul Pogba ókeypis. Miðvallarin er nú 29 ára gamal og hevur gjørt sáttmála fyri komandi fýra árini.
Arsenal hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur keypt brasilska Gabriel Jesus fyri umleið 390 milliónir krónur frá Manchester City. 25 ára gamli áleyparin skal hava nummar 9 í rygginum og tað ber boð um [...] um, at hann er ætlaður fremsta val hjá Mikel Arteta, venjara hjá Arsenal. London felagið hevur verið sett í samband við Gabriel Jesus, eftir at Manchester City valdi at keypa Erling B. Håland frá Borussia [...] hjá Arsenal, landsmaðurin Edu, eigur stóran lut í, at Gabriel Jesus nú spælir við Arsenal. Hartil hevur Mikel Arteta verið hjálparvenjari hjá brasilska landsliðsspælaranum í Manchester City, áðrenn hann
B36 hevur skrivað sáttmála við Thomas Rømo Lillo fyri 2024. Tað boðar felagið frá í dag. Bæði Sonni Ragnar Nattestad og Isak Jønsson er givnir í felagnum frá í fjør. - Thomas hevur spælt fyri Hødd IL síðan [...] kappingin endaði. Skjótleikin og tær dygdirnar hann hevur á bóltinum passa sera væl til spælistílin hjá okkum, og eru vit sera glaðir fyri at hann hevur skriva undir her. Thomas Rømo Lillo er fjórða tilgongdin [...] síðan 2022, har hann eisini hevur spælt saman við Jann Benjaminsen. Thomas er ein sera stinnur miðverji. Hann er 1,86, sterkur á bóltinum, góður í ein ímóti einum støðum og annars ein sera professionellur