norðurhavnini, sum klaksvíkingar rópa nýggju havnina í Ánunum. Trongt var á vegnum og nógvu bilarnir, sum vóru á veg norðureftir, máttu næstan laga seg eftir hvørjum øðrum - og eftir fólki, sum vóru til gongu [...] hornatónleiki og sangi, sum sangbólkurin Suð syrgdi fyri. Tá borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, hevði hildið sína røðu, segði reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, sum var staddur umborð á [...] við stórari eyðmýkt, at teir nú eru komnir á Klaksvík við hesum skipi. - Hetta er ein stór verkætlan og gongst ikki, sum vit ynskja tað, kann skjótt ganga galið. Viðhvørt er náttúran kørg, og viðhvørt er
eg vóni, vit fáa tað at ?rulla?, sum hann tekur til. Jason Johannesen sigur, at nú heilidagur er hósdagin, liggur nakað av fiski niðurfyri til fríggjadagin. - Men, sum er, hava vit ikki nógmikið av fiski [...] Meginparturin av fiskinum, sum virkaður verður her vesturi á virkinum, kemur í bili. Og tó; í síðstu viku løgdu tveir trolarar veiðina upp í Miðvági. Hetta eru fyrstu skipini, sum landa beinleiðis til virkið [...] rak eftir gýting, men eg haldi, at hann sum heild er verri fyri nú, enn hann plagar. Hetta geldir bæði tosk, hýsu og upsa, og ringast fyri er tann fiskurin, sum er innari á sjónum. Jason vísir á, at fiskurin
heldur í Norðurlandahúsinum sum sitikonsertir. Eisini í sjálvum fyrireikingunum er stórur munur. Sum vera mann hevur Listastevnan fleiri stuðlar. Hetta er eisini ein partur, sum er voksin við árunum, og tað [...] Hetta skyldast partvíst støddina á tiltøkunum. Sum heild vera fá tiltøk kring landið á Listastevnuni. Prísurin á atgongumerkjum liggur á sama støði sum undanfarin ár, og nógv atgongumerki kosta meira [...] ?Málið er at bjóða føroyingum tílíkt, sum teir annars skuldu farið uttanlands at síggja, sigur Helga Hjørvar. Týsmorgunin var tíðindafundur í Vertshúsinum, sum eisini skal vera festivalklubbur teir tólv
og mentan og øðrum, sum liggur okkara gerandisdegi nógv nærri, er í hóttafalli og stendur sum tongul í brimi i vinnuligari og talgildari altjóðagerð. Her lúra nógv størri vandar, sum rópa eftir politiskari [...] í teirra alfaðirligheit, sum eg haldi, verðini so líkt, meira snúgva seg um vald og valdsgirnd. Haldið mær til góðar. Nei, vit mugu ikki lata okkum lumpa av føgrum orðum, sum í alt ov langa tíð hava máa [...] abbi mín, sum skipari bardist á ótryggum havi, tryggjaði sínum, og øðrum við, mat í munnin og kendi á egnu kroppi, hvussu lítil vit eru, bæði í lívs, samfelagi og bylgjuhøpi. Í dag er verðin ein onnur og
ið tey sum búgva nærri miðøkinum droyma um hvønn dag. Møguleikar, ið tey sum eru nærri miðøkinum leingjast eftir dagliga, eins og vit sum búgva í Sandoynni leingjast eftir teimum møguleikum, sum miðstaðarøkið [...] næstan alt sum oyggin er felags um, liggur við skúlan Inni í Dal. Vit sum hava okkara dagligu gongd í Sandoynni standa mangan spyrjandi, tá man frá okkara fólkavaldu hoyrir útsagnir um viðurskifti, sum nema [...] fyri tey sum búgva á Sandoynni vent til frustratiónir, av tí at man ikki sær nakað úrslit, og fyri tey sum ikki búgva á Sandoynni, er Sandoyggin og tað afturvendandi tosið um tunnil, vorðin ein pestilens
gjógv, ella Seyðskorargjógv, sum teir lokalu siga. Einki ljóð er at hoyra uttan fossurin úr erva, ið uttanvert okkum smellur í havið, sum stendur við klettin. Gjøgnum ein náttúrugjørdan glugga legst grønt [...] eisini at síggja. Uppi í berginum er líkt til, at lomvigin, sum har er, hevur vorpið. Tað tykist, sum minst líka nógvir fuglar venda bakið út, sum teir eru hvítir at síggja. Lundin heldur seg á sjónum. Bæði [...] fram suðureftir. Fara inn um Dunnesdrangar, sum er næstan líka stórt upplivilsi sum at liggja inni á fyrru gjónni. Niðurdottið grót, steyrrætt berg, og fugl, sum byggir allastaðni. Jú, lætt er at ímynda sær
skal fatast sum ein nýggj føroysk fullveldisgrundlóg, ið skal avloysa verandi grundlóg og heimastýrislógina. Tá Føroyar soleiðis eru skeklaðar úr verandi stjórnarskipanarligu rammum, sum vit vanliga nevna [...] úr Ríkisfelagsskapinum og samráðast um »rammurnar«, er sum nevnt ikki nakað, sum Tjóðveldi tosar hart um í Føroyum. Nei, her í landinum verður ein onnur útgáva av sannleikanum brúkt. Soleiðis hevur tingmaðurin [...] kapinum. Tað, sum Fullveldislandsstýrið ikki fekk ígjøgnum í samráðingum við donsku stjórnina í ár 2000, skal nú røkkast við uppskotinum til nýggja stjórnarskipan. Lógaruppskotið er ein fullveldisgrundlóg
Hann er ikki amerikanari soleiðis sum vælklingandi navnið kundi bent á. Men hann er virkin í oljuvinnuni, altjóða oljuvinnuni. Og hann er norðmaður. Tim Dodson er ikki ein og hvør í altjóða oljuvinnuni. Hann [...] Føroyar. Satsa uppá Føroyar -Nú hevur eitt stórt oljufelag sum BP gjørt av at taka seg úr Føroyaøkinum. Hvussu ber tað til, at eitt felag sum StatoilHydro kortini velur at brúka nógvar pengar her? -Nú [...] seismikk og hava nakað herfyri borað ein brunn, har vit ikki hava testað tað økið, ið vit fóru eftir, so her er enn nakað arbeiði at gera. Vit miðja móti at bora í minsta lagi ein brunn aftrat fyri finna út av
Kommunan eigur eitt stykki, sum er lagt av til viðarlund, men stykkið er vátt, og er vátveður, liggur tað undir í vatni. Um vit ynsktu tað, hevði stykkið ikki verið egnað sum byggilendi. Borgarstjórin vísir [...] alla tíðina hildið, at ein tunnil til Fámjins er neyðugur, um tað skal vera livandi hjá teimum, sum búgva her. ##med2## - Um vit kunnu vænta okkum nakran fólkavøkstur, er so ein heilt annar spurningur [...] pulsinum, og verður nakar sum helst ivi um liðugtgerðina, fer hann eins og áður at hanga í oyrunum á myndugleikunum. - Tað er mær púrasta greitt, at tað ber ikki til at bora ein tunnil ígjøgnum og síðan
heima hevur ein billardspælari livap so væl upp til tey orðini sum Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba. Hesar seinastu dystirnar móti Kagga og Vágs Billardfelag hevur hann verið ein brandur, unikur [...] unikur og ein uppliving fyri allar áskoðarar men ein peli í eyganum á sínum mótspælarum. Og tað eru sjálvandi úrslitini, sum tala. Í kappingini móti Kagganum hevði Kristian Sune 31,73 eygu í meðal ella meira [...] 23 eygu og Sonhard liggur omanfyri 20. Ólavur Kjøbro er ein av komandi stjørnunum í føroyskum billardspæli og hevur ment seg ómetaliga nógv eftir bert stuttari tíð. Hann verður so ein av avbjóðarunum, tá