Fiskivinna
Fyrst í mai tók kendi og umtókti virkisleiðarin, Jason Johannesen, við aftur starvinum, sum virkisleiðari á Fiskavirking í Miðvági. Seinastu árini hevur hann verið virkisleiðari á Fiskavirking í Saltangará, men fyri ta tíð, var hann fleiri ár á virkinum í Miðvági.
Nú er hann so aftur á gomlum og kendum gøtum.
- Tað er eitt sindur øðrvísi at arbeiða her vesturi enn í miðstaðarøkinum, sum Skálafjørðurin er, tá ið ræður um fisk og fiskaframleiðslu. Í Saltangará ert nú nærri fiskinum við ikki færri enn trimum landingarmiðstøðum á eysturarminum á Skálafjørðinum. Meginparturin av fiskinum, sum virkaður verður her vesturi á virkinum, kemur í bili.
Og tó; í síðstu viku løgdu tveir trolarar veiðina upp í Miðvági. Hetta eru fyrstu skipini, sum landa beinleiðis til virkið, síðan Jason kom vestur aftur at arbeiða. Skipini vóru Vestmenningur og Vesturtúgvan, og teir høvdu eini 110.000 pund í part. Meginparturin av veiðini var upsi.
Framleiðslan
Jason sigur, at høvuðsframleiðslan á virkinum í Miðvági er portiónir úr hýsu og upsa, harav størsti denturin verður lagdur á hýsuna.
- Tann parturin av fiskinum, sum ikki kann brúkast til portiónir, fer í blokk.
Virkisleiðarin sigur, at framleiðslan í Miðvági er meira kompliserað enn framleiðslan í Saltangará, tí meira verður gjørt burtur úr fiskinum har vesturi.
Hann sigur, at tað er stríggið at góðska fisk í løtuni, tí fiskurin er so óvanliga rak, og marknaðurin er veikur.
- Tað er einki óvanligt, at fiskurin er meira rak eftir gýting, men eg haldi, at hann sum heild er verri fyri nú, enn hann plagar. Hetta geldir bæði tosk, hýsu og upsa, og ringast fyri er tann fiskurin, sum er innari á sjónum.
Jason vísir á, at fiskurin vanliga plagar at fitna aftur, sum tað líður út á heystið.
- Eg vil siga, at upsin bleiv feitur aftur, sum tað leið út á árið, men hýsan bleiv ongantíð feit aftur í fjør heyst.
Virkisleiðarin dugir ikki at meta um, hvør orsøkin er til, at fiskurin er so illa fyri, men heldur, at hetta á ein ella annan hátt hongur saman við føðini.
Støðugt arbeiði
Síðan Jason byrjaði aftur í Miðvági, hevur støðugt fiskaarbeiði verið á fiskavirkinum.
- Vit hava keypt væl av hýsu frá línubátunum og upsa frá trolarunum.
Hann sigur, at herfyri keypti virkið hýsu frá fýra línubátum, sum løgdu veiðina upp á Snodd og Fiskamarknaði Føroya á Toftum.
- Í løtuni keypa vit størsta partin av rávøruni beinleiðis frá skipunum, sigur hann.
Á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági arbeiða eini 60 fólk.
- Vit fara at royna at fáa hetta at bera til, og eg vóni, vit fáa tað at ?rulla?, sum hann tekur til.
Jason Johannesen sigur, at nú heilidagur er hósdagin, liggur nakað av fiski niðurfyri til fríggjadagin.
- Men, sum er, hava vit ikki nógmikið av fiski inni til allan fríggjadagin, sigur hann at enda.