in. Aftur fekk hann fólk at flenna. Men hann hevði ein lívligan sang, sum varð skrivaður sum parodi, tí ein útgávustjóri hevði biðið hann skrivað ein glaðan sang. Hesin bleiv eitt hitt, og allastaðir tann [...] frá fyrstu stund at skapa samband millum fjøldina og teir á pallinum. Við sær hevði hann ein guitarleikara og ein bassleikara. Hesin bassleikarin, segði Bjørn, hevði stóran týdning fyri seg, tí hann framleiddi [...] Orð og myndir: Dagfinn Olsen Nú skal ein vera varin við at nýta allar tær flottu og mergjaðu yvirskriftirnar beinanvegin, men fyrsta kvøldið á 15. Jazzfestivalinum gekk sera væl og hevði ymiskt spennandi
-Talan er um lívið og lagnuna hjá yvir 400 fólkum. Í fleiri mánaðir hevur verið sagt, at ein loysn er beint fyri framman. Men tað hendir bara onki. Nú er hendrik Old við at missa tolið. Í fleiri mánaðir [...] Hendrik Old sigur, at frættist onki úr landsstýrinum teir næstu dagarnar, fer javnaðarflokkurin nú at reisa málið í tinginum . Tað eru meiri enn eitt ár síðani, at teir, sum hava djúpvatnstrolararnar, gjørdu [...] at arbeitt varð við eini loysn og í tí sambandi varð m.a. biðið um roknskapartøl frá reiðaríðunum. Ein loysn, sum hevur verið tosað um, er, at lata djúpvatnstrolararnar fáa hjáveiðikvotu ístaðin fyri h
er hægsti myndugleikin í føroyskum fótbólti. Fyrireikingin Í skrivinum til feløgini sigur FSF, at ein av fyritreytunum fyri fundinum er, at feløgini koma við málum, sum ynskt verða viðgjørd, og at málini [...] fráboðanini til fundin hevur FSF umframt fótbóltskappingina 1998 sett tvey mál á skránna. Annað er ein samandráttur av spurninginum um leikaraavtalur, og hitt snýr seg um broytingar í kappingarreglunum [...] víst til grein 4 A, sum snýr seg um talið á liðum í vaksnamannadeildunum. Síðsti spurningurin er ein, sum umboð fyri fleiri feløg áður hava luftað áskoðanir um, og fundurin átti at verið eitt gott høvi
miðilin var óheftur! Nei tú. Fyri góðari viku síðan, í tí teir rópa Vetrarbreytin, stungu ein prísvinnari og ein ikki-prísvinnari høvdini saman, fyri at fáa okkurt slag av javnaðarkompleksavgongu. So niðarliga [...] so nógvir í tali, hesir rithøvundarnir, at ilt er at taka dagar ímillum, hvør, ið segði hvat. Men ein teirra helt, at ber trúgv er vandamikil, tí hon elur fram eitt eirindaleyst fólkaslag, sum forpestar [...] løtuni er hann Tjóðveldisflokkurin. Hann er fullveldið! Í samgonguskjalinum stakk Fólkaflokkurin honum ein væl piðaðan fullveldisdrunn í hondina at spæla sær við. Dúgliga hevur hann roynt at senda hann víðari
einari størri lækking. Í rakstrarætlanini fyri 1999 verður skotið upp at lækka prísirnar við 10 oyrum. Ein varislig útrokning sigur tá, at úrslitið í 1999 verður 32 mió. Vanliga fylgir umboðsevndin tilmælinum [...] gleðast um, at tað gongur væl hjá SEV. Men spurningurin er, um tað er neyðugt, at tað gongur so væl. Ein vinmaður mín málbar seg á hendan hátt: ?Tað er lætt at fáa yvirskot, tá ið tú sjálvur ásetur prísin [...] at einkarrætturin hjá SEV eisini kann misnýtast. Tíverri er tað soleiðis, at landið eisini hevur ein áhuga í, at prísirnir hjá SEV ikki lækka. Lækka teir, missir landskassin MVG-inntøku. Landsstýrið skal
Tjaldrinum verður møguliga reistur í tinginum Tað er ein av oddamonnunum í samgonguni, Heini O. Heinesen, formaðurin í vinnunevndini, sum ætlar at reisa málið í tinginum. Men hann ætlar at geva landsstýrinum [...] er tað sama sum at biðja um lógloysi, sigur Heini O. Heinesen. Hann sigur, at talan er eisini um ein sera álvarligan trygdarspurning, sum tað er umráðandi at fáa loyst. Tað ber ikki til, at vit skulu [...] fáa eitt vaktarskip afturat. Og hann sigur, at megnar landsstýrið ikki at loysa málið, fer hann at reisa tað í tinginum. Heini O. Heinesen sigur, at tað besta hevði sjálvandi verið, um landsstýrið sjálvt
Føroyar eitt hjáland? Har til er svarið stutt og greitt nei! Sjálvt orðið ?hjáland? er í grundini eisini ein misskiljing. Tað verður brúkt í týdninginum ?koloni?, soleiðis sum tey europeisku stórveldini fyrr [...] hugtak at brúka í hesum sambandi. Hetta er eitt reint propagandaorð. Danska Ríkið, sum Føroyar eru ein partur av, er eitt vælútviklað demokrati, við kommunalum, amtsligum sjálvstýri, og hartil koma so [...] Vietnam í sínari tíð, hevur ongantíð verið praktiserað í Føroyum. Tað er grovt misbrúk av orðinum, og ein háðan av teimum milliónunum, sum veruliga hava mist lívið í bardaganum móti veruligum yvirharradømi
álvara av hesum. Tað er altíð ringt at meta um, hvør hevur gjørt meir enn ein annar til tess at hava gjørt seg verdugan til ein slíkan heiður, so tað fyrsta eg hugsaði, tá tað bleiv heitt á meg, um eg vildi [...] Góðu veitslugestir Fyrst vil eg siga, at tað sum eg fari í holt við nú, taki eg sum ein stóran heiður. Ofta hevur verið tosað um at skipa soleiðis fyri, at møguleiki skuldi vera fyri at útnevna limir, [...] Havnar Róðrarfelag, men tá eg fyrstu ferð kom í felagið fyri útvið 28 árum síðani, var Ingibjørg longu ein tilkomin dama. Hon stýrdi tá á Sílinum og hevði tá tað fitta tilnavnið »Omman á Sílinum«. Hetta segði
Vági ætlaðu at tosa við politikararnar um. Kann ikki ganga Henrik Old, sum var ein av tingmonnunum, sigur, at tað var ein góður fundur, har teir fingu at vita, hvussu landið lá. Hann sigur, at roynt verður [...] fiskinum.Tað tykist sum um meiri og meiri verður selt beinleiðis. Henrik Old sigur, at hann fer at reisa fyrispurning í tinginum um hesi viðurskiftini. Hann sigur, at tað má eisini fáast greiði á, hvussu [...] hann tað ikki, mugu vit fáa løgtingið at viðgera trupulleikan, sigur Henrik Old. Sinnaður at hjálpa Ein annar løgtinsmaður, Hergeir Nielsen, sum er einasti tingmaður úr Suðuroynni í samgonguni, sigur, at
ikki var alt ov stórur. Bert ein lurtari ringdi inn, men hesin vildi ikki fara út í luftina, og tískil heitti hann á telefondamuna um at seta Tróndi Djurhuus ein spurning um enskan fótbólt í sjónvarpinum [...] hevði verið hjá eini privatari fyritøku, sum kannaði hvat ein føroysk ungdómssending hevði kostað at gjørt. Úrslitið av hesi kanning var, at ein líkinda sending hevði kostað væl oman fyri 100.000 krónur [...] krónur fyri hvørja sending, og vanligani liggur kostnaðurin fyri ein tíma av føroyskum sjónvarpstilfari um tær 70.000 krónurnar, so tað er ein stórur munur, noyðast vit tíverri at viðganga. Blaðstjórin á Krydd