- Tað kann ikki ganga í longdini, at tað almenna skal vera atvoldin til, at fleiri fiskavirki skulu fara á heysin. Nú má landsstýrið taka málið upp. Ger landsstýrið ikki tað, má løgtingið taka um endan.
-Henrik Old, løgtingsmaður úr Vági sigur, at hann fekk nógv burturúr fundinum, sum virkisleiðarar í Vági høvdu við løgtingsmenninar úr økinum nú um vikuskiftið.
Teir, sum hava fiskavirkini í Vági høvdu boðsent løgtingsmonnunum úr syðru helvt í suðuroy á fund leygarkvøldið at greiða teimum frá teirri ólukkuligu støðu, sum fiskavirkini, ið eru uttanfyri tær almennu skipanirnar, Fiskavirking, Framtaksgrunnin og Sandoyarætlanina, eru komin í.
Sum greitt frá aðrastaðni í blaðnum, hevur tað almenna avlagað kappingina í fiskivinnuni út avallari leið við at pumpa hundraðtals milliónir í stuðuli í ávís virki, meðan onnur eru við sviðusoð.
Tað hevur ført við sær, at fiskavirkini, sum eru uttanfyri almennu skipanirnar, ongan møguleika hava at klára seg.
Støðan hjá teimum er so hættislig, at næsta summar eru tey øll farin á heysin.
Ikki minst er støðan hættislig í Vági, tí har eru ølll fiskavirkini uttanfyri tær almennu stuðulsskipanirnar.
Og tað var hetta, sum virkisleiðararnir í Vági ætlaðu at tosa við politikararnar um.
Kann ikki ganga
Henrik Old, sum var ein av tingmonnunum, sigur, at tað var ein góður fundur, har teir fingu at vita, hvussu landið lá.
Hann sigur, at roynt verður nú at fáa fund í lag ímillum landsstýrismannin í vinnumálum, Finnboga Arge, og virkisleiðararnar í Vági, har teir sleppa at greiða honum frá støðuni og har teir fáa at vita frá honum, hvat ætlanin er at gera við trupulleikan.
Henrik Old sigur, at hann er samdur við vágbingunum í, at virkini uttanfyri tær almennu stuðulsskipanirnar eru við skerdan lut.
-Tað eru nógvir tvørleikar, sum tey hava at dragast við. Eitt er, at flutningurin er trupul og dýrur.
- Men eitt annað er, at tað er nógv sum bendir á, at tað kemur minni og minni fiskur um uppboðssøluna, og at tað sostatt verður truplari og truplari at fáa fatur á fiskinum.Tað tykist sum um meiri og meiri verður selt beinleiðis.
Henrik Old sigur, at hann fer at reisa fyrispurning í tinginum um hesi viðurskiftini.
Hann sigur, at tað má eisini fáast greiði á, hvussu avlagandi tær almennu stuðulsskipanirnar eru.
- Hann sigur, at tað er neyðugt at lýsa málið út í æsir. T.d. er neyðugt at lýsa undir hvørjum treytum Framtaksgrunnurin t.d. fíggjar virki.
- Betala virkini rentur og avdrátt eftir vanligum reglum, ella sleppa tey lagaligari enn virki annars, sum hava aðra fígging?
-Henrik Old sigur, at tað kann ikki vera meiningin, at summi virki ótarnað kunnu sleppa at ganga við hallið ár um ár - samstundis sum tey bjóða onnur virki av í kappingini um rávøruna.
Hann sigur, at í summum førum hevur hann varhugan av, at tað er nettupp hetta, sum ger seg galdandi.
Henrik Old sigur, at støðan er nú komin hartil, at tað er neyðugt hjá politiska myndugleikanum at taka málið upp.
- Ger hann tað ikki, mugu vit fáa løgtingið at viðgera trupulleikan, sigur Henrik Old.
Sinnaður at hjálpa
Ein annar løgtinsmaður, Hergeir Nielsen, sum er einasti tingmaður úr Suðuroynni í samgonguni, sigur, at hann hevði fund við landsstýrismannin í vinnumálum í gjáramorgunin.
-Landsstýrismaðurin váttaði fyri mær, at hann tók orðingarnar í samgonguskjalinum um økismenning í størsta álvara.
Hann segði seg m.a. verða sinnaðan til at broyta viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin, tá ið hann kemur á føroyskar hendur á nýggjárinum, soleiðis, at hann eisini kemur at fevna um økismenning.
-Eg hugsi mær til, at Framtaksgrunnurin tá eisini kemur at stuðla teimum virkjum í útjaðarunum, sum longu eru stovnað, men sum onga almenna fígging hava fingið.
Hann sigur, at samgongan má skunda sær, tí hon hevur alla tíðina tað ?hóttanina? yvir sær, at andstøðan tekur málið um økismenning í egnar hendur, um tað dregur út hjá samgonguni. Og tá ið andstøðan so leggur uppskot fram, er ringt hjá samgongutinlimum at vera ímóti, tí økismenning er fult í samsvari við samgonguskjalið.
Annar sigur Hergeir Nielsen, at landsstýrið í dag ella í morgin fer at leggja uppskot fyri tingið um at veitavirkjum flutningsstuðul til at føravirkaðan fisk av virkjum til avskipingarhavn, har ikki er koyrandi um sund ella fjør. Tað skuldi eisini hjálpt um støðuna