Neyðugt at dagføra sosialar íbúðir hjá kommununi

Tórshavnar kommuna eigur 28 íbúðir, sum sosiala deild varðar av. Fleiri av hesum íbúðunum eru í so ringum standi, at tær mugu umvælast og brunatryggjast.

Talan er í høvuðsheitum um tilsamans 16 íbúðir í Lonunum og í Barakkini í V. U. Hammershaimbs gøtu, sum skulu umvælast og dagførast. Ein av íbúðunum í Lon hevur staðið tóm síðan heystið 2023.

 

Trivnaðarnevndin í býráðnum mælir til, út frá eini kostnaðarmeting hjá Bygningsdeildini, at seta tríggjar mió. krónur av í 2025 til at høvuðsumvæla ta tómu íbúðina og til at brunaverja allar 13 íbúðirnar í Lonunum.

 

Mælt verður til at flyta tríggjar milliónir krónur frá verkætlanini at gera golfvøll á Glyvursnesi. Í løtuni standa fimm milliónir á tí kontuni.

 

Mælt verður eisini til, at Barakkin í V. U. Hammershaimbs gøtu verður brunavard í 2026. Kostnaðarmetingin har er 1,5 mió. krónur.

 

Á býráðsfundi mikukvøldið søgdu býráðslimir seg taka undir við, at neyðugt er at dagføra og umvæla sosialar bústaðir í kommununi, men fleiri býráðslimir hildu tað vera óheppið, at verkætlanin við golfvølli á Glyvursnesi av tí sama skal skerjast.

 

Eitt broytingaruppskot um at finna fígging aðrastaðni fall.

 

Málið bleiv síðani samtykt við 12 atkvøðum fyri og eini blankari, og skal aftur fyri býráðið til eina viðgerð afturat, skrivar Tórshavnar kommuna.