Ávísin, Wall Street Journal, veit í kvøld at siga, at amerikanski forsetin hevur góðkent eina ætlan hjá sínum ráðgevum um at leypa á Iran.
Hesi boðini skal forsetin sambært ávísini hava givið sínum ráðgevum.
Sambært keldum, sum standa forsetanum nær, ætlar Donald Trump kortini at bíða við at geva endaligu álopsboðini.
Forsetin sigur seg fyrst vilja síggja, um Teheran vísir nakran veruligan vilja til at steðga sínari kjarnorkuætlan, veit Wall Street Journal at siga í kvøld.
Lagt verður aftrat, at ávísin endurgevur tríggjar ónevndar keldur, sum standa forsetanum nær.