VIDEO: Manchester City vann og Real Madrid snávaði

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystunum Manchester City-Wydad 2-0 (2-0) og Real Madrid-Al Hilal 1-1 (1-1)

Mikudagin fóru Real Madrid og Manchester City í eldin í HM fyri felagslið.

 

Í bólki H eydnaðist tað loksins at fáa ein nærum fullan leikvøll við áskoðarum, tá Real Madrid og Al Hilal úr Saudiarabia møttust á Hard Rock leikvøllinum í Miami. Tað manglaðu bert 2.300 áskoðarar, so var útselt.

 

Al Hilal megnaði eitt bragd við 1-1 javnleiki móti Real Madrid. Talan var um fyrsta kappingardystin hja Trent Alexander-Arnold í Real Madrid troyggjuni. Federico Valverde hjá Real Madrid brendi eitt brotsspark móti dystarenda.

 

Real Madrid-Al Hilal 1-1 (1-1)

1-0 Gonzalo Garcia ('34 )

1-1 Ruben Neves ('41)

 

Hini bæði liðini í bólki H eru eysturríkska, Salzburg og Pachucha úr Meksiko.

 

Í bólki G syrgdi Manchester City við tveimum málum í fyrra hálvleiki fyri, at City vann 2-0 á Wydad úr Morokko. 37.446 áskoðarar vóru til dystin. Tað er beint omanfyri helvtina av kapasitetinum.

 

Hini bæði liðini í bólkinum, Juventus og Al-Ain úr Sameindu Emirríkjunum spæla í nátt klokkan 2.

 

Manchester City-Wydad 2-0 (2-0)

1-0 Phil Foden ('2 )

2-0 Jeremy Doku ('42 ) 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Real Madrid-Al Hilal 1-1 (1-1):

 

##med2##

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Manchester City-Wydad 2-0 (2-0):

 

##med3##