Amerikanski miðbankin varðveitir rentuna

Íløgustjóri heldur ikki, at tað at halda fram at varðveita rentuna verður vælumtókt hjá Trump.

Stjórin í amerikanska tjóðbankanum, Jerome Powell, á tíðindafundi. Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix

Amerikanski miðbankin heldur rentuna sum væntað.

Tað boðar miðbankin, eisini kendur sum Fed, frá í einum tíðindaskrivi í dag.

Leiðandi rentan er sostatt framvegis millum 4,25 prosent til 4,5 prosent.

- Hóast sveiggj í nettoútflutninginum hava ávirkað tølini, so vísa nýggjastu indikatorarnir, at búskaparliga virksemið framhaldandi er vaksið við tryggar ferð, skrivar miðbankin í tíðindaskrivinum.

Fed leggur afturat, at arbeiðsloysið framvegis er lágt og umstøðurnar á arbeiðsmarknaðinum eru tryggar, meðan inflatiónin framvegis er nakað hækkað.

Henrik Olejasz Larsen, íløgustjóri í Sampension, kallar enn eina varðveiting av rentuni fyri nakað, sum ikki kemur væl við hjá Hvítu Húsunum.

- Trump hevur fleiri ferðir funnist at miðbankastjóranum, Jerome Powell, síðani hann varð settur í starv, fyri at halda aftur í rentulækkingini, sigur hann í skrivligari viðmerking til Ritzau og leggur afturat:

– Tí mugu vit nærum við statsgaranti eisini rokna við, at rentufráboðanin í dag fer at geva nýggjar atfinningar og krøv um rentulækkingar frá Trump-leguni.

 

/Ritzau/

 

 

Stjórin í amerikanska tjóðbankanum, Jerome Powell, á tíðindafundi. Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix