Ásmundarskor. Tveir mans eru eftir í bátinum fyri fáa seyðin upp. Tá allur seyðurin er komin upp á land, fara tveir teir síðstu eisini á land í Ásmundarskor. Band er á hvørjum seyði, og nú byrjar strævni túrurin [...] við Ásmundarskor. 306 metrar eru til hægsta punktið á Ásmundarskor. Talan er um rættiligt fitilendi, har vektin plagar at vera góð - uttan tó at seta met. Hendan dagin eru átta mans og fimm heystlomb við [...] og líkindini kundu valla verið betri. Trý korter eru at sigla. Hendan dagin er eingin trupulleiki at sigla og leggja at við báti. Tá sagt verður, at vit leggja at, so er tað kanska at taka munnin ov fullan
á vitjan. Beinanvegin vit koma inn, og seta okkum niður við kaffiborðið, kemur Eydna við myndum, ið eru tiknar í Tanzania hetta seinasta árið. Myndirnar eru nógvar í tali, og eru tað mangar náttúrumyndir [...] tjóðina til kristindómin, tí 35 % av fólkinum á meginlandinum eru muslimar, og 30 % eru kristin. Í Zansibar, sum er ein partur av Tanzania, eru heili 99 % av fólkinum muslimar. Eydna sigur eisini í hesum [...] greitt frá túrinum. Men hvat kann Eydna geva samfelagnum og meinigheitini her heima, nú hon er komin heim, spyrja vit Eydnu. Til hetta svarar hon, at boðskapurin til fólkið er, at tey skulu ikki stúra ella
Henda spurning spyrja nokk fleiri av okkum, sum eru í vinnuni, um, hvat skal hetta BIP-punkt vera gott fyri??? Jú, jú, fínt skal tað vera, nú hava vit enn einaferð latið páduttað okkum 16 nýggj ES-direktiv [...] løtuni at fáa síni skip ES-løggildað, nú skulu teir heldur ikki fáa loyvi til at uppskipa fisk á goymslu í Føroyum ella til virkingar í Føroyum, uttan skip teirra eru ES-góðkend, ? og hetta sjálvt um vøran [...] landinum liggja í dag, hendan vøra skal nú sambært viðtiknu ES-direktivunum, via Board Inspection Point í Tórshavn, t.v.s. lossast í Tórshavn!!! ella Kollafirði, sum nú eisini hoyrir undir Havnina kommunalt
barna- og tannáringarskógvar á Tinghúsvegi 55 (nú 59), har mamma hansara framvegis húsast einsamøll, hóast hon av álvara er farin at tátta í tey níti árini. At vitið var bjart og minnið óvanliga gott, kom [...] minst fyri málsliga førleikum hjá okkum, sum eru vaksin upp saman við hesum stovni, og sum brúka hann sum mennara og til dagdvølju hvønn Guðsskapta dag á árinum. Vit, sum meira og minni hava havt okkara dagligu [...] av eini tingviðgerð, ella tíðindaflutninginum frá politiska pallinum, men ongantíð sóðu vit farran av, at tann nú legendariski útvarpstjórin boygnaði. Tvørturímóti. Líkamikið hvør ið hevði fingið ilt
kommununa. Um onkur vil hava størri stykki, kan hann keypa tvinni. Nú fara tølini at síggja frægari út, tí hvør byggigrundin er nú komin niður á 34.000 kr áðrenn byggibúgving. Í óbygdum lendi er lættari [...] oynni. Minnist meg rætt, skal tunnilin verða umleið tveir km til longdar og vegurin umleið ein km. Nú eru nøkur ár liðin, síðani eg fyri aldur fór burtur úr neytunum, sum kollfirðingurin tók til, men líkinda [...] uppskoti til undirsjóvartunlar út í Svínoynna og Fugloynna, og stóðst mikið skemt av hesum; men um vit nú spæla eitt sindur við tølum, so plaga hesi at kunna nýtast soleiðis, at skjálvt tað ótrúligasta fæst
sang nógv Kingo, og vit høvdu ein bólk saman við tveimum øðrum. Vit plagdu at møtast einaferð um vikuna fyri at syngja Kingo. Tað havi eg lært sera nógv av." Umframt langabbabeiggjan eru eisini aðrir ein [...] havi nú. Eg vil bara gera tað betri og mennast, og so vil eg sjálvandi eisini gjarna koma víðari út í heimin at spæla. Tað eru nakrir ávísir tónleikarar, sum eg gjarna vil spæla saman við, eitt nú Jan Garbarek [...] tónleikararnir eru komnir niðurundir og eru farnir at skifta klæðir. Ein letur seg úr buksunum og letur seg í einar aðrar. Fyri tann uttanfyristandandi er tað ómøguligt at siga hvørjar av buksunum eru snøggari
um gamlar dagar, tá liberalisman hevði sína fastu klógv í nakkanum á fólki. Vit eru stødd í einum slagi av tómrúmi. Vit eru á eini lopfjøl, og um tað fer at eydnast okkum at leypa upp um hestin ella ikki [...] minni eru skrásett og eru undir eftirliti. Og akkurat tað fekk meg at hugsa um donsku loyniløgregluna PET, sum í hesum døgum hevur fingið almenna ljóskastarin settan á seg. Eisini her heima eru røddir [...] lykilin til framtíðina í hondina. Og síðani tá eru nógv stríðsmál vunnin, men eisini nógv eru tapt. Arbeiðarastættin hevur havt trupulleikar við lyklinum, og er komin á hurðar, ið leiddu inn harðskap og svartasta
kapitali heldur eru farnir til USA. Hetta var tó eisini galdandi árið fyri, í 2004. Men tá hevði Dollarin uppaftur sjónligari veikleikar at dragast við, millum annað "the twin deficits", sum vit hava viðgjørt [...] lættari at selja vørurnar, eitt nú í USA. Og størsti búskapur mullum eurolond, Týskland, hevur eisini havt stórt avlop bæði á handils- og gjaldsjavnanum. Í talvuni eru nøkur av nýggjastu høvuðstølunum [...] áhaldandi afturgongdin vísir ein veikleika, sum kundi bent á, at vinnulív og peningastovnar av ymsum slag eru skeptisk og ikki hava álit. Niðurstøðan kundi verið, at generella kreppan í ES og serliga stjórnarkreppan
Oljumálastýrinum, vórðu oljufeløgini farin undir at bora, og føroyingar vóru á gosi, tí nú var oljuvinnan knappliga komin okkum heilt nær, og tað var ikki dagur, at fjølmiðlarnir ikki bóru tíðindi um oljuvinnu [...] verður víst til tey føroysku orðini, har skilmarkingin stendur. Viðmerkt eru stundum donsk og stundum norsk samdømi. Tey orðini, sum eru týdd úr orðalistanum hjá Phillips, hava ensk og norsk javndømi, meðan [...] tí henda nýggja vinnan ? um hon gjørdist verulig vinna ? fór at krevja nógv nýggj føroysk orð, tí vit høvdu ikki tey neyðugu orðini: okkum vantaði orð og heiti á nógvum ymsum lutum og fyribrigdum, sum
møguleikum, teldan hevur. Vit strika allatíðina gomul forrit og seta nýggj í, sum betri megna at nøkta okkara tørv og ynskir. Á sama hátt mugu vit hugsa nýggjar tankar, um vit skulu røkka nýggjum málum [...] sjálvi á ein serligan hátt. Tey útihýsa tankanum um, at eitthvørt miseydnast, tí í hugaheiminum eru tey longu komin á mál. Stimbrandi tankar, kveikjandi orð og positivar sjálvsmyndir stýra teirra hugsunarhátti [...] eitt vet ov smart. Men tað kemst av, at NLP í sínum útgangsstøði bert setur orð á nakað, vit øll vita frammanundan. Vit duga bara ikki at brúka hesa vitan í gerandisdegnum. Og tað er hetta, ein NLP ráðgevi