sosialpolitikk, sum tinglimir hava bíðað so leingi eftir, verður. Hann segði, at fyrst skuldi orðaskiftið verða í desember, men tað varð av ongum. Hann segði, at javnaðarflokkurin hevði gjørt vart við, at 3. desember [...] av tí ætlaða orðaskiftinum. Tá fekk hann at vita, at tað skuldi verða í februar. Nú er mars mánaði farin at halla, og enn hevur onki orðaskifti verið. Tí vildi hann hava at vita nær hetta orðaskiftið verður
vera mong, sum, sum bíðaði við størsta spenningi eftir, hvussu tað fór at vera við kavaruddingini, nú hann aftur legðist við høgætt og kavarokið Seinasta vikuskiftið hótti Føroya Arbeiðarafelag nevniliga við [...] hendi júst tað, at tað fór at kava av grimd, men Landsverkfrøðingurin- gróv við sama lag - og tað ger hann enn. Men Ingeborg Vinther leggur stóran dent á, at hetta merkir ikki, at fráboðanin seinasta vikuskiftið
tað eru tær báðar stóru kommunurnar, sum ikki kunnu semjast og ikki fáa tosað saman, leggur hann afturat. Hann vísir eisini á, at í sambandi við seinasta bygdaráðsval, var fólkaatkvøða í Sumba um kommu [...] støðutakan á, sigur hann. Halda fram at togast Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, vísur á, at bygdaráðið í Hovi hevur ikki tikið formliga støðu til kommunusamanlegging. Hinvegin heldur hann, at bygdaráðið [...] tí so fara hesar báðar kommunurnar at stríðast ímóti hvørjum øðrum og tað er meiningsleyst, leggur hann afturat. - Sum støðan er nú, verður ikki arbeitt fyri alla oynna, men tað høvdu vit ein møguleika
vanliga klárar seg væl, langt afturi i prologinum, so er tað eitt gott tekin um, at formurin ikki er har hann eigur, sigur Jens Glerup, frá Tórshavnar Súkklufelag. Eysturoyggin tung at knógva Er túrurin í Klaksvík [...] og drúgvar brekkur. Tað vil so aftur siga, at hóast hesin teinurin ikki er so øgiliga langur, so er hann kortini ógvuliga tungur at koma ígjøgnum. Úr Tjørnuvík til Havnar Fimti og seinasti teinurin verður
ongantíð tiknir upp á ráð, tá hann varð gjørdur. ? Fram til samráðingarnar í 1999 æt sáttmálin - sersáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag/Hotel Vágar. Hann umfataði sostatt bert arbeiðið [...] agnum stendur við sítt. ? Táverandi formaðurin var við undir samráðingunum, men hann gjørdi greitt beinanvegin, at hann ikki umboðaði Gistingarhúsfelagið, men Flogfelag Føroya og soleiðis eisini Hotel [...] arbeiðið á Hotel Vágum. Undir samráðingunum varð hann broyttur til at umfata arbeiðið á gistingarhúsum og matstovum sum heild, uttan at vit í Gitingarhúsfelagnum vórðu tikin upp á ráð, sigur Jeffri Johannesen
sigur hann. Hann sigur, hetta er bæði galdandi fyri húski, handlar og fyritøkur. - Tað eru stórir handlar, sum koyra pappír og papp í tonsatali í ruskið, sum skal brennast, sigur stjórin í IRF. Hann sigur [...] ímóti Hann sigur, at nú fer IRF at taka stig til at steðga hesum, rætt og slætt. Í hesum sambandi fer IRF eftir summarfrítíðina at nokta at taka ímóti ruski, har ov nógv pappír og papp er í. Hann heldur [...] ovnin óneyðugt. Kortini vísir stjórin Í IRF á, at í Havnini eru tey nógv raskari at skilja ruskið. Men hann ásannar, at tað kann vera, at skipanin í Havn, har fólk hava spannir til pappír, er betri enn skipanin
nøkur ár, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at verður heilavevnaður á seyði, sum er eldri enn eitt ár, kannaður, ber til at staðfesta um hann er sjúkur ella ikki, sama um hann hevur nøkur sjúkutekin ella ikki [...] Føroyum. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum, nú Bjørn Kalsø, tingmaður, hevur spurt hann um støðuna við ridluskriða í Føroyum. Ridluskriði er ein álvarslig seyðasjúka, sum einki er at gera [...] burtur úr ridluskriða við at kanna ílegurnar í hvørjum einstakum segði at vita, hvussu mótstøðuførur hann er ímóti ridluskriða. Endamálið við tí er bara at hava gjólingar og sleppingarlomb, sum eru so mótøðufør
fingin á um tað verður egg ella ungi. Hann sigur, at avtalan er, at samráðingarnar skulu vera í trúnaði og tískil vil hann ikki siga, hvat felag, talan er um. Hann vil heldur ikki siga um talan er um eitt [...] vita um nakar er, sum er áhugaður at fíggja ein Eysturoyartunnil og at standa fyri arbeiðnum at gera hann. Tær kanningarnar eru nú komnar so mikið áleiðis, at farið verður nú undir veruligar samráðingar við
betri at leggja upp fyri, so at tað eisini nøktar tørvin framyvir. Hann sigur, at verða fleiri øki løgd út til kommunurnar at umsita, er hann sannførdur um, at eisini Sumbiar Kommuna er før fyri at umsita [...] , segði herfyri við Sosialin, at tað kann tykjast nakað stórt til kommununa. Men samstundis vísir hann á, at landsstýrið tosar í heilum um at legga fleiri og fleiri málsøki út til kommunurnar at umsita
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur júst verið á fundi við Landsverk um ætlanina. Hann sigur, at Landsverk skjýtur upp at fáa Jarðfeingi at gera nakrar kanningar á landi á Sandoynni og [...] og Skúgvoynna, og framvið landi framvið Sandvík og har um vegir. Og Henrik Old sigur, at tað hevur hann tikið undir við. Henrik Old sigur, at í ár eru 500.000 krónur tøkar til fyrireikandi kanningar í sambandi [...] at politiski myndugleikin hevur eitt grundarlag at taka eina støðu til, hvussu farast skal fram. Hann vísir eisini á, at tey á NCC, sum eru í Føroyum og bora Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, og