Fara nú undir kanningar til Suðuroyartunnilin

Nakrar kanningar verða gjørdar í ár og so er endamálið at halda fram næsta ár

Nú í summar fara bæði Jarðfeingi og Landsverk undir fyrireikandi kanningar í sambandi við langtíðarætlanina um at gera undirsjóvartunnil ímillum Sandoy og Suðuroy.

 

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur júst verið á fundi við Landsverk um ætlanina. Hann sigur, at Landsverk skjýtur upp at fáa Jarðfeingi at gera nakrar kanningar á landi á Sandoynni og á Skúgvoynni í summar fyri at kanna undirgrundina.

 

Samstundis skal Landsverk eisini gera nakrar botn og dýbdarkanningar ímillum Sandoynna og Skúgvoynna, og framvið landi framvið Sandvík og har um vegir. Og Henrik Old sigur, at tað hevur hann tikið undir við.

 

Henrik Old sigur, at í ár eru 500.000 krónur tøkar til fyrireikandi kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin og hansara vón er at fáa eina upphædd á fíggjarlógini fyri næsta ár, sum er eitt sindur hægri, soleiðis at kanningarnar kunnu halda fram og at farast kann undir veruligar seismiskar kanningar.

 

Henrik Old sigur, at tað er umráðandi at útvega tilfar, so at poltiski myndugleikin fær eitt grundarlag at taka støðu til. Og hansara endamál er, at tá ið Sandoyartunnilin er komin nakað væl áleiðis, skal nóg mikið av tilfari verða til taks til, at politiski myndugleikin hevur eitt grundarlag at taka eina støðu til, hvussu farast skal fram.

 

Hann vísir eisini á, at tey á NCC, sum eru í Føroyum og bora Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, og sum hevur ógvuliga drúgvar royndir, eru eisini sinnað at gjøgnumganga tilfarið og at siga sína hugsan um, hvat ber til.