inn á Havnina. Teir komu á Havnina í øllum góðum, og skipið sá ikki vakurt út. Segl, dekk og lúnningar vóru gjøgnumgatað. Síðani var pjøssað uppá á skipið sum frægast, og skipið fór síðani suður á Vág [...] lastbil, og har sat so meginparturin av manningini á Stellununi. Teir høvdu tað føroyska flaggið á stong, meðan koyrt varð ígjøgnum Reykjavík og líka niðan á Tingvallir, har ein fjøld av fólki fegnaðist um [...] 8-mannafar úr Haldórsvík var fyrstu ferð úti á havi 4. apríl. Kl. 11 komu teir á heimleiðini undir ein boða vestanfyri kollin. Báturin holvdist, men allir átta sluppu á kjøl. So við og við slógust teir burturav
mælir eisini staðiliga til størri íløgur í Fróðskaparsetri. Hann vísir á, at tað hevur víst seg, at býir og øki, sum hava dúvað upp á eitt kappingarført universitet, hava fólkavøkstur og búskaparvøkstur [...] Evropa. Formaðurin í Framsókn minnir kortini á, at búskapartølini eru ikki alt. - Tað er sera umráðandi at skapa eitt samfelag, har borgararnir trívast og hava álit á politisku skipanina. Fólkafráflytingin er [...] fólkafráflyting. Hann ásannaði tá, at Føroyar sleppa ikki undan at uppraðfesta útbúgvingarøki. Hann treiv í aftur tað sama í ólavsøkurøðuni. Tað er nú nógv, sum bendir á, at størri játtan verður til Fróðskaparsetri
leiðsluni á verksmiðjuni tað allarbesta viðmæli fyri á vísindaligum grundarlagi at hava verið við at menna framleiðslugongdina. Anfinn fekk eisini tað ummælið, at hann virdi sítt arbeiðsfólk á sama hátt [...] fjórðingar langur. Í Kitimat lá væl fyri at hava bát og at fara á flot. Her kundi veiðast laksur, kalvi og ymisk onnur fiskasløg. Í villini náttúruni á landi bar eisini til at veiða. Her fæst millum annað elgur [...] il fyri fólkið her á leiðini, og er tað serliga fyri indianararnar, sum jú søguliga hava livað av tí, sum fæst úr havinum. Fyri at halda stovnin viðlíka hevur tað almenna sett á stovn eina klekistøð
Landssjúkrahúsid • 2006 Samskipari á TÚ & EG ráðgevingini • 2005 Granskingaratsødingur, Københavns Universitet • 2005 Ráðgevi á Kvinderådgivningen Brunhilde *** Fokus á sálarfrøðina Á várið 2011 skipaði ein bólkur [...] Føroyum, granskað og arbeitt við børnum og ungum á universitetsklinikkini í Keypmannahavn. Seinastu tvey árini hevur hon arbeitt innan barna- og ungdómspsykiatri á Bisbebjerg sjúkrahúsinum í Keypmannahavn. - [...] vinfólki ella fara túrar við flokkinum. Hesi børn hava eisini mangan stóran tørv á at vera har, sum foreldrini eru, og vilja kanska ikki sova í egnari song, men millum foreldrini. Tey kunnu eisini klaga um
eykalutum umframt tænastur á landi og á staðnum. Thor er eisini ført fyri at standa fyri verkætlanum av ymsum slag. Útbúnar og royndar føroyingar heim -Vit hava ikki sett hetta reiðaríið á stovn eina og aleina [...] krøvini til bæði dygd, trygd og umhvørvi umborð á skipum. 50 fólk í arbeiði Í dag eru 50 fólk í arbeiði hjá Thor. Alsamt fleiri ungir føroyingar vilja sleppa við skipunum, nú off-shorevinnan nærkast Føroyum [...] Hann heldur eisini, at tað er gott og sunt fyri føroyska samfelagið at fáa fleiri bein at standa á, og her kann eitt reiðarí sum Thor í Hósvík verða eitt stig á leiðini. Hans Andreas Jeonsen dylur heldur ikki
tá ið gávurnar vóru lætnar á Amalienborg. Vaktin bara nikkaði Í gjár var so tann stóri dagurin, tá ið føroyska songkvinnan í Keypmannahavn skuldi inn um kongaligu portrini á Amalienborg. ? Alt er so ómetaliga [...] dent á, at tey ætla sær at samstarva so væl tey kunnu, hóast skilnaðin. Tey skulu halda jól saman, og hendan dagin vóru tey bæði til staðar fyri at lata gávur. ? Tað var gott lag á teimum. Tey vilja gjarna [...] er, at hon skal koma út á 60 ára føðingardegnum hjá henni 19. november næsta ár. ? Tú kanst ikki lata vera við at vera eitt sindur forvitin, so tað var stuttligt at sleppa inn um á Amalienborg eina løtu
Menningarnóttina. Niðanfyri er føroyska røðan, sum Annika Olsen tó helt á íslendskum, tá Menningarnóttin varð sett á Ráðhúsinum “Kæru gestir, At vitja í Íslandi er sum at koma á vitjan hjá familju. Soleiðis [...] heiðursgestur á Menningarnóttini í Reykjavík 2018. Líka sum tað er mær ein heiður at sleppa at seta hendan veitsludag í Reykjavíkar gøtum. Takk fyri tað. Tórshavnar kommuna leggur stóran dent á gott samstarv [...] í hansara arbeiði. Á hesari framsýningini er høvi at síggja spildurnýggjar myndir úr Tórshavn. Afturat hesum framsýningum fara Heiðrik á Heygum og kórið Xperiment at framføra her á Ráðhúsinum seinnapartin
Annsy fór somu leið, sum tær. Tá í tíðini leiktu tær á einum avmáldum øki á fótbóltsgrúsvøllinum á Mølini. Hon heldur, at tann hondbólturin tey leiktu á grúsinum hevur lítið at gera við tann hondbóltin, sum [...] halda setunnarrøðuna á Òlavssøku í fjør. Men eftir framda bragdið í Lítlu Dímun, fór øll stúranin fyri at halda setannarrøðuna. Eg má siga, at tað var ein fløvandi avbjóðing at sleppa at seta Ólavssøkuna [...] hana til ÍSF-forseta á aðalfundinum, leygardagin tann 24. mai. Hon er vorðin ein garvaður røðari til brúðleyp og veitslur og hevur ikki trupuleikar við at røða um tað hon hevur á hjartað. Tað eru tó ikki
hevur víst á, at vit sleppa ikki undan at gera skerjingar í almenna rakstrinum, fyri at sleppa burtur úr tí stóra hallinum á fíggjarlógini, og tí er neyðugt at vit sum sita við ábyrgd – um vit vilja tað ella [...] vinnuna. Tað má verða samanhangur Verandi ósemja millum samgonguflokkarnar er ógvuliga prinsippiell. Á aðrari síðuni hevur vit Javnaðarflokkin, sum góðtekur, at tann almenni raksturin verður verandi tann [...] sendast privatu húsarhaldunum og vinnulívinum, sum frammanundan hava nóg mikið av rokningum at gjalda. Á hinari síðuni heldur Fólkaflokkurin fast um, at tað er neyðugt at halda meira aftur í almennu útreiðslunum
FSF og feløgini. Føroyska A-landsliðið skal spæla tveir heimadystir í juni mánaði móti ávikavist Skotlandi og Bosnia/Hersegovina, og tað liggur fast, at teir báðir dystirnir skulu spælast á Toftum. Poul Michelsen [...] pláss fyri á Svangaskarði, og tað kann tykjast eitt sindur løgið, tá ein av grundgevingunum fyri at gera ein grasvøll í Havn er, at tað hevði savnað fleiri áskoðarar. Men Poul Michelsen vísir á, at hóast [...] hóast landsstadionið á Toftum hevur pláss fyri fleiri enn 4.000 fólkum, so er tað sjáldan, at tað eru so nógvir áskoðarar til dyst á Svangaskarði. ? Vit høvdu ynskt at fingið pláss fyri 6.000 áskoðarum nú