Gøtu, er samdur í, at tað vildi verið ein stórur fyrimunur fyri báðar bygdirnar at lagt saman. Umframt tað, sum starvsfelagin í Leirvík nevnir, heldur hann, at ein ein stórur fyrimunur við samanlegging, er [...] kunningarskriv og ein samanleggingarsáttmála sendast í hvørt hús í Leirvík og í Gøtu og seinni í august skulu so almennir, kunnandi fundir verða um fyrimunir og vansar við eini samanlegging. Ein kommuna frá [...] frá 2009 Tekur fólkið undir við kommunusamanleggingini, liggur tað í kortunum, at báðar kommunurnar skulu verða ein frá 1. januar 2009 at rokna, tá ið eitt nýtt bygdaráð skal taka við. Tað er eisini semja
Fyrr helt ein heilsøla til í hesum bygninginum, men síðani hava teir hjá FJM innrættað hetta sum eina kantinu. Ein partur av køkinum kom frá eini aðrari matstovu í økinum, nevniliga "Ólastovu", sum lat aftur [...] fáa sær ein góðan døgurðabita á Sjókafé?ini á havnalagnum í Runavík. Her starvast tríggjar kvinnur við royndum á ymsum økjum: Sunneva Petersen sum er cafeteria-assistentur, Maritha Danielsen sum veit nógv [...] Tær koma frá heilt ymiskum støðum ? ein úr Æðuvík, ein úr Runavík og hin triðja av Strondum. Tær hava ymiskar ætlanir við matstovuni í framtíðini. Enn er tað bert ein kantina, men hugurin er at hækka støðið
men kortini eru nógv mál, sum bert kunnu loysast í landspolitikki, og tí vil hon eisini arbeiða fyri tí, um hon verður vald. Tænastustøðið og lágt Tað er eisini nógv sum liggur á láni. Tænastustøðið í [...] møguleikar fyri fleiri mentanartilboðum.Vit hava stovna Atlantis, sum fyri tað mesta sýnir filmar, men har eru eisini onnur mentanartiltøk, sum kunnu útbyggjast, nú stovurni er komin. Eyðgunn Samuelsen vil [...] kenna hvønn annan, nýtist ikki at vera ein vansi, heldur hinvegin: Tá tú hevur gingið á universitet í nógv ár, og bert hevur verið saman við akademikararum, sum ofta eru vorðnir háfloygdir og teoretiskir
vikur, staðfestir hann. Sum kunnugt játtaði kroatin seg sekan, tá revsimátingin skuldi ásetast, og tað kom líka óvart á verjan, sum á øll onnur. - Hann hevur alla tíðina sagt tað, sum eg havi endurgivið í [...] seg sekan. - Eg veit ikki, hvat eg skal siga til tað. Eg síggi jú sama tilfarið, sum øll onnur síggja, og prógvini, sum vóru ímóti honum, vóru jú rættiliga tyngjandi, so eg veit ikki, um eg kann siga, [...] havi vant meg við samskiftið. Eg skilji tey flestu tingini, sum hann forklárar fyri mær, og hann skilir meg, sigur Annfinn Hansen. Umhugsa kæru Ein sakførari hevur eina serliga tagnarskyldu mótvegis sínum
til Føroya. Matstovan Etika, sum liggur á Áarvegnum í Havn, bjóðar nú føroyskum sushi. Tað er Hotel Føroyar-samtakið, sum letur hetta øðrvísi mat- og vínstaðið upp. Sushi, sum hevur verið sera vælumtókt [...] og hava roynt tað aðrastaðni. Mamma og dóttir pedagogar sama dag Tað var ein stórur dagur, tá ið mamma og dóttir fingu prógv sum pedagogur sama dag. Kristina og Vónbjørt Nybo hava báðar tikið pedagogútbúgving [...] gjørdu tær, tí tær fingu ikki pláss á skúla í Føroyum. - Gongur sum ætlað, koma vit nokk heimaftur um tvey ár, sigur dóttirn Vónbjørt, sum flutti til Danmarkar við sjeikinum og soninum. Nýggjur festivalur
bæði løgini, sum vóru einastu almennu útgávurnar hjá bólkinum, og sum sostatt vóru við at staðfesta gjøgnumbrot teirra á almenna føroyska tónleikapallinum, er tað eitt heilt triðja lag, sum fólk flest seta [...] Fróðskaparsetur, eg fái karakterir ígjøgnum øll míni problemir!« Soleiðis ljóðar ein ørindi í lagnum »Frá bygd til bý«, sum er spældur bæði í Rás2 og Kringvarpi Føroya, umframt at hann er spældur omanfyri [...] tað, so kundu vit sungið alt tað sama, sum øll onnur í Føroyum syngja um. Vit vilja taka øðrvísi evni upp og gera tað øðrvísi enn vant. Vit skuldu til dømis gera ein kærleikssang, men sangurin endaði við
forsamling, sum livir í politiskari pseudotilveru og av signalpolitikki uttan veruligan vilja at gera tað, sum rætt er. Mantra'ið harafturímóti er, at vit skulu gera reformar, har tann seinasti, sum skal bjarga [...] av vælferðarFøroyum. Við játtanarkarminum, sum nú liggur í tinginum, hava skattgjaldarar og vinnan tí ikki annað í væntu enn rokningar fyri almenna nýtslu, sum ikki er í samsvari við framleiðsluna í landinum [...] gott tænastustøði, samstundis sum farið verður til fleiri brúkaragjøld o.s.fr. Búskaparfrøðin skuldi tí heldur víst á vandan í, at gratissamfelagið undirgrevur búskapin, sum endar í, at farið verður eftir
við rúsum. Fiskasløgini við Azorurnar eru ikki tey somu, sum vit hava í Føroyum. Talan er um ein nokkso dýran fisk, og eitt av fiskasløgunum, sum føroyingar fara at royna eftir, er svørðfiskur. Eftirsp [...] tað aftur fleiri menn, sum halda, at tað er skilagott at fara til Azorurnar at fiska við útróðrarbáti. Møguleikin hevur nevniliga boðið seg aftur, tí eitt portugisiskt felag, sum í nógv ár hevur havt samstarv [...] føroyski stigtakarin til verkætlanina, og tað er hann, sum hevur havt kontakt við portugisiska felagið. Oddmar Juul Samuelsen fer ikki sjálvur avstað sum útróðrarmaður, men fer at skipa fyri verkætlanini.
oljufyrisiting hevur gjørt. Vit spurdu Hjarnar Djurhuus, sum í dag umboðar bólkin, sum Shell og B P eru í á Føroyaøkinum, um hann fegin sær eina fyritøku sum A. P. Møller blíva meira virkna í Føroyum. Hann sigur [...] tað bar til, at eitt so stórt virki sum A.P. Møller, og sum vanliga hugsar um, hvat lønar seg, velur Drelnes til útgerðarhavn heldur enn havnir í miðstaðarøkinum, sum kanska máttu verið meira lønandi. Hjarnar [...] at Drelnes liggur best fyri í samband við eina komandi oljuvinnu. Sjálvur heldur hann, at tað hevur týdning fyri okkara samfelag, at fíggjarligt virksemi er so víða um sum møguligt, og ein størri íløga
sosialu deild. Í framtíðini fara hesi øki at vera undir mentamáladeildini. - Tað fer ein bleyt flyting fram í løtuni. Ein partur er framvegis í sosialu deild og nær alt er flutt, er ov tíðliga at siga enn [...] sosialu deild, ávikavist Jákup Simonsen og Eyðun Jensen. Marius Müller er settur sum tekniskur stjóri. Boði Haraldson er settur sum býarverkfrøðingur, hann er samstundis leiðari á teknisku deild. Býararkitekturin [...] umhvørvisnevndin og tekniska nevnd verða lagdar saman í eina tekniska nevnd. Aðrar nevndir sum brunanevnd eitt nú verða sum tær eru í løtuni. - Vit eru ikki komin so langt í fyrireikingunum til at broyta politiska