teir vunnu serliga FM róðurin. Falkurin úr Hósvík var næstbestur í dag og næstbestur í FM kappingini. Sævarmoy vann triðja plássið í dag í sera harðari kapping við Koll úr Kollafirði og Tistil av Tvøroyri [...] Hósvík, sum var eina bátslongd undan Sævarmoy úr Klaksvík. Dúgvan vann bæði ólavsøkuróðurin og FM. Síðsta ferðin, at kappróðrarbátur úr Sørvági vann FM, var í 1971, tá ið sørvágsdreingir umborð á Dúgvuni vunnu [...] Tað var í stórum stíli, tá ið dreingirnir umborð á Dúgvuni úr Sørvági á Havnarvág, har róðrarlíkindini eru góð, settu punktum fyri róðrarárið 2020. Dúgvan legði seg beinanvegin á odda, og Dúgvan var fremst
tríggir bilarnir fóru so illa, at teir vórðu vrak. Í tí eina bilinum sótu Pól Johannesen og Erla Mortensen, sum vóru á veg úr Klaksvík til Nesvíkar. Bæði eru tey í dag takksom fyri, at tey komu frá óhappinum [...] lívi, sigur Pól Johannesen. Les longri samrøðunu við Erlu Mortensen og Pól Johannesen í Sosialinum, sum er til keyps í sølubúðum kring alt landið. [...] bilur á okkum. Hann kom ongastaðni frá. Eg sá hann ikki, sigur Erla. – Knappliga brestur á. Vit sita í bilinum, rútarnir fara og airbagini bresta upp, sigur Pól Johannesen. ##med2## – Pól sigur, at eg havi
vegna koronustøðuna. Kjakið verður víst beinleiðis í Kringvarp Føroya. Samstundis, sum avgerð varð tikin fyrst í árinum um ikki at hava Torradagar í Klaksvík í ár, vegna tilmælini kring Koronu, vórðu samráðingar [...] kjakast um fiskivinnupolitikkin í breiðarimerking undir leiðslu av Jón Brian Hvidtfeldt og eisini hevur Óluvu Zachariassen verið við sum vertur. Tí varð valt at skipa kjakið í ár bert sum eina sjónvarpssending
av KÍ eru Jórun og Jórun, ið tær verða nevndar í Klaksvík. Talan er um Jórun Frimannsdóttir Jacobsen og Jórun Biskopstø, ið hava vaskað klæðir fyri KÍ í mong ár, umframt at taka onnur tøk fyri felagið [...] ommusystir Jóannes Bjartalíð, ið hevur verið millum teir allarbestu spælararnar í føroysku kappingini í ár. Jórun og Jórun kenna seg væl í einum góðum og væl virkandi felagsskapi, og sjálvt um tað er burturav [...] Jákup Biskopstø Andreasen, og hon er mamma Jan Andreasen, ið var millum teir fremstu spælararnar hjá KÍ í 1990-unum tá KÍ eisini vann FM-heiti og steypaheiti. Jórun Frimannsdóttir Jacobsen er eisini av fótbóltsætt
B36 á norðoyastevnu í Klaksvík, ið byrjar klokkan 15, og HB ímóti 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali í Havn, ið byrjar klokkan 15.15. Fylgt verður við, og kunnað verður um gongdina í dystunum NSÍ-AB og [...] betrideildarfótbólti í dag. Klokkan 13 verður fótbóltspanelið við Tróndi Arge og Teiti Joensen endursent. Klokkan 14 skipar Petur Asbjørn Lervig fyri upptakt, har vit frætta hvørjir byrja inni í teimum fimm ymisku
svimjistevna í Klaksvík. Kappast var í 40 greinum og tá avtornaði hevði Róland Toftum vunnið átta av teimum. Umframt tey átta gullmerkini vann hann eisini eitt silvurmerki. Tá eru heiðursmerkini í stafettunum [...] tald við. Hjá kvinnunum stóð Jana B. Thomsen seg best. Hon vann fýra kappingar, vann silvur í einari og bronsu í einari. Signhild Joensen vann trý gullmerki og trý silvurmerki, meðan Rebekka Trygvadóttir [...] gulli, 5 úr silvuri og 11 úr bronsu og Reysti fekk tvey gullmerki, trý úr silvuri og fýra úr bronsu. Í stafettunum vann Ægir eisini mest við trimum gull, einari silvur og trimum bronsu. Susvim fekk tríggjar
effodeildini 2017. Tróndur Arge sigur frá dystinum Víkingur-B36, sum verður spældur í Sarpugerði í Norðragøtu. Heri Simonsen verður í Rásarúminum. Heimildarmaður til NSÍ-EB/Streymur verður Helgi L. Petersen. H [...] Flindt Rasmussen (Kí). Besta smsið, sum kemur inn til nummar 559999 í sendingini vinnur eitt vikuskiftispass til Summarfestivalin í Klaksvík. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95 [...] Thorgeirsson. Alir dystirnir byrja klokkan 15. Sendingin "Triði Hálvleikur" verður aftaná dystarfrásøgnina í Sarpugerði, har ringt verður til umboð fyri hini liðini, m.a. Heðin Askham (EB/Streymur), Trygvi Mortensen
kappaðust í Klaksvík, har sólin nú skínur oman og niðan. Hvessingur og Sundabáturin fingu besta startin, og Hósvíkingur var eftir startspurtin ikki so langt frá. Men so gekk, sum tað so ofta gjørdi í fjør. [...] m enn ikki er so góð, sum hon er hjá teimum í Sundalagnum. At leiðslan var so sannførandi bar ivaleyst við sær, at teir á Hvessingi ikki ofraðu seg heilt í endaspurtinum, og tí var munurin ikki so stórur [...] stórur, tá ið bátarnir fóru um málið. Lómurin er ikki enn í so góðari venjingarstøðu, sum tað kanska seinni í summar fer at eydnast teimum av Argjum at stríða seg til. 1. Hvessingur 04.46.13 2. Sundabáturin
Lagt er upp til eitt spennandi oddabrak í FTZ deildini millum VÍF og H71 í høllini í Vestmanna klokkan 16 í dag. Bæði liðini hava 19 stig, tó hevur H71 spælt ein dyst færri enn vestmenningar. VÍF hevur [...] fo , á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. Ljóðsamrøður og myndir koma á in.fo seinni í dag. Støðan Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig 1 VÍF 13 395 331 64 19 [...] 373 349 24 17 4 KÍF 13 336 320 16 16 5 Neistin 14 345 364 -19 12 6 StÍF 14 387 394 -7 10 7 Team Klaksvík 14 292 428 -136 1
Tað gongur, sum tað hevur gjørt higartil í summar. Tað eru tey í Suðuroy, sum eiga óførastu manningarnar í barnaróðrinum. Fyri løtu síðani vunnu genturnar av Tvøroyri og Firvaldur gentukappingina fyri [...] úr Vági við dreingjum kappingina í barnaróðrinum. Hetta var triðja ferðin í summar, at Fiskurin var fyrstur á mál. Harvið hava bæði Firvaldur og Fiskurin fult stigatal í FM kappingini. Avbjóðararnir hjá [...] hjá Fiskinum vóru Ternan hjá róðrarfelagnum á Glyvrum og Fípan Fagra úr Klaksvík. Kappingin teirra millum var stór og tøtt. Tað var minni enn eitt hálvt sekund millum hesar báðar bátarnar. Frá Ternuni og