Tað gongur, sum tað hevur gjørt higartil í summar. Tað eru tey í Suðuroy, sum eiga óførastu manningarnar í barnaróðrinum.
Fyri løtu síðani vunnu genturnar av Tvøroyri og Firvaldur gentukappingina fyri triðju ferð, og nú vann Fiskurin úr Vági við dreingjum kappingina í barnaróðrinum. Hetta var triðja ferðin í summar, at Fiskurin var fyrstur á mál.
Harvið hava bæði Firvaldur og Fiskurin fult stigatal í FM kappingini.
Avbjóðararnir hjá Fiskinum vóru Ternan hjá róðrarfelagnum á Glyvrum og Fípan Fagra úr Klaksvík. Kappingin teirra millum var stór og tøtt. Tað var minni enn eitt hálvt sekund millum hesar báðar bátarnar.
Frá Ternuni og næstfremsta plássi var tað meiri enn ein hálv bátslond – umleið hálvtannað sekund – fram til Fiskin.
1 Fiskurin 02.45.38
2 Ternan 02.47.01
3 Fípan Fagra 02.47.12
4 Heykur 02.48.19
5 Svalan 02.49.37
6 Pílur 02.55.20
7 Ingibjørg 02.59.12
8 Spógvin 03.01.33
9 Knúkur 03.04.00
FM støðan
1 Fiskurin 21
2 Heykur 16
3 Fípan Fagra 14
4 Ternan 11