? Tað er eingin trupulleiki. Ein er jú noyddur at fylgja við menningini. Tað kann eisini væl vera, at um eg var ungur í dag, hevði eg hugsað á sama hátt, sum teir ungu gera í dag. Alt verður jú meira [...] viðhaldsfólkini um tað? ? Onkur er sjálvandi eitt sindur ónøgdur, men tað eru tey allarfægstu. Men tað er ein náttúrlig gongd, sum ikki slepst undan, sum nú er. Og nú er klaksvíkingurin Allan Mørkøre eisini [...] seg inn í hjørtuni hjá øllum HB-arum? Tað gamla er farið ? Alt hatta gamli er farið, og tað mugu vit bara viðurkenna. Tað sum vit royna at halda fast við, er tað, sum vit kalla »tann gamli HB-andin«, og sum
satt at siga, so er tað ikki JÚST komið fram, at danir fingu nógv burturúr týdningarmiklu strategisku støðu Føroya. Hatta hava føroyingar vita í nógv ár, Palleba er ikki býttur, so hatta flotta altjóða [...] øðrum tjóðum, meðan fólkið svøltar, har eru vit hjálparleys, men ikki her. Tó er her eitt afturat, sum eg ikki skilji, og tað er hví alt skal vera so loyniligt úti í Tinganesi? Einsaferð var lovað føroyingum [...] hetta og hatta um Føroyar. Tað hevði verið rættari og hugaligari at fingið tíðindini úr Tinganesi. Eisini hugsi eg um luftrúmið yvir Føroyum, men tað mugu vit væl bíða eftir, til Jyllandsposturin er komin
Hetta er einki minni enn ein heilskapt heimsmynd hjá rithøvundinum, og hon er stutt og greið (hóast hon er væl longri í kapitlinum). Henda bókin er prýdd við o.u. 160 frálíkum myndum frá Gjógv. Tað er neyvt [...] g-um eindum, har hvør bygd er nakað fyri seg. Men kortini liggur sum mentanarsøguligt perspektiv, og sum nationaltsøguligt perspektiv, at søgan hjá einari føroyskari bygd er søgan hjá øllum bygdum. Musikkmenn [...] at tær fáa illa verið fleiri. Tað er tí helst klókt at lesa yvirskriftir og undiryvirskriftir fyrst. Og síðan aftasta textkapittul um tøkkina til fedrarnar. Hon er einki minni enn ein national útgangsbøn
myndina. ? Fullveldi er ikki nakað, sum ?Høgni Hoydal hevur funnið uppá?. Tað er at undirmeta málið, um tú t.d. heldur, at ein sjónvarpssending er atvoldin til, at ein meiriluti nú er í løgtinginum fyri [...] mínar løtur, har eg ikki haldi tað er so øgiliga stuttligt og spennandi. Tað er eisini hetta við politikki, at tú kemur ongantíð á mál. Jú, fleiri ting tú fært frá hondini, jú fleiri trupulleikar liggja frammanfyri [...] eru blivnir klientar hjá tí almenna ? Hansara forhold til Poul Nyrup Rasmussen er spent ? Hann gongur inn fyri, at Føroyar fáa ein forseta ? Hann er Høgni Hoydal, gesturin í stólinum hesa vikuna Niclas Johannesen
verið her fyrr. Er veðrið ørðvísi her enn í Italia? ? Nú er Italia so stórt. Tað er ikki sum í Føroyum har veðurlagið er tað sama um alt landið. Hugsa vit um norðuritalia - Alpurnar, har er sjálvandi kalt [...] og Helgi í Brekkunum er foreldur Hans Petur: Hvussu er at fáa sonin heim til jóla? ? Tað er deiligt - óalmindiliga stuttligt at fáa dreingirnar heim til jóla, sigur Helgi, sum er pápi Hans Petur, og hann [...] tit jól? ? Tað er sum altíð í Føroyum - ja, sum tey allar flestu. Jólini skulu vera traditionel. Er tað gott, at sonurin kemur heim við Norrönu, heldur enn við flogfari? ? Ja, hetta er eitt útmerkað tiltak
bankastjórin ikki fyri, at hann metir, at uppgávun, hann varð settur at loysa í 1993, er loyst. Bankin er bjargaður, og bankin er sunnur. Og soleiðis kanst tú brádliga fáa ein bankastjóra at gera status og hugsa [...] tað at uppsiga fólk er nakað, tú gongur og venur til. Men tað kunnu av og á íkoma støður, har tað er neyðugt at uppsiga fólki. Sigur tú ja til at gerast stjóri ?líkamikið um tað er fyri ein banka ella [...] fyri at hava vera gubbi at hugtakinum ?burðardyggar? ætlanir. Og tað er jú nokk so tankavekjandi. Men Jørn Astrup, á pappírinum er tú ein succes sum stjóri í Føroya Banka. Kortini verður bankin og ikki
sjálvsagt. at tað besta, ið er til at taka í slíkum føri er at halda fram við at gera júst tað, tú vanliga gert. Eg giti, at tað hjálpur tær ikki at dvølja við tað, ið er hent. Tá er betur at vera millum vinir [...] hevði saksøkt The Beatles hevði fingið av at vita, men at ein limur í The Beatles saksøkt hinar ? tað er jú blasefemi.? Kortini var tað ikki Paul McCartney, ið var tann fyrsti at fara úr The Bealtes. Hann var [...] tilveruna, tá deyði og skilnaður raktu hansara gerandisdag. Ofta hevur hann beinleiðis vent ryggin til, er flýddur, tá deyðsboð hava verið. Soleiðis var eisini tíðliga á morgni 9. desember 1980. Um somu tíð
seg um skræðingina av pappírinum, og tað er altíð áhugavert at frætta, hvat fakkunnleikin meinar. Jógvan Sundstein er jú specialistur í »skrædling«, tí hann hevði jú høvuðsábyrgdina, tá ið tann føroyski [...] sær, at tað er meiriluti fyri hesum. Gerð Mariusar var symbolsk. Sum hann gjørdi, ger meirilutin av føroyingum við hatta skjalið, inntil tað kann prógvast, at fólkið ynskir tað øðrvísi. Tað er als ikki veruleiki [...] kvøðunum her vesturi, og er tað óivað eisini í øðrum valdømum, at samgonguflokkar hava fingið atkvøður, sum als ongan áhuga hava fyri nýggjari grundlóg. Sambært formanninum er Føroya Javnaðarflokkur ikki
uttan um vøllin. Jú, víst er tað ein praktisk loysn, men við hesum lag verður Tórsvøllur teldutøkur áðrenn vit vita av. .... Poul Nyrup Rasmussen. So er tað man spyr seg sjálvan, Poul, hvussu heldur tú [...] til alt, er tað jú ein spurningur um pengar! .... ONGAN POST LEYGARDAG. Avgerðin hjá Postverkinum, um í komandi ári at steðga við útberingini av posti leygardag, er vanlukkulig. Postur leygardag er ein partur [...] líkasum hoyrir til, har pílurin vendir niðureftir. Og vit vita jú øll, at hetta er bara skemt. .... John Petersen. Øll gera mistøk, tað er bara ikki øll, sum fáa høvi at verða høvuðsleikari í egnum sjónleiki
Svimjihøllin, ið er ein stovnur undir býráðnum, rekur sólmiðstøð við dygdarbestu sólunum á marknaðinum. Hetta ger, at vit, ið reka privatar sólmiðstøðir, missa viðskiftafólk. Vit hava jú ikki ráð at útvegað [...] at higartil hava fólk verið noydd at gjalda fyri svimjing eisini, um tey ætlaðu sær til sól. Hetta er tó ikki longur neyðugt, tí nú hava øll møguleika at leita sær í svimjihøllina millum klokkan sjey á [...] á kvøldi til sólviðgerð, uttan at teimum nýtist at gjalda fyri svimjing umframt sólviðgerðina. Tað er hetta, ið Elin Hjelm tulkar sum, at svimjihøllin beinleiðis kappast við tær privatu sólmiðstøðirnar