snýr seg um vælferð. Hóast ymisku flokkarnir kunnu hava ymiskar tilgongdir og uppfatanir av, hvat vælferð er, so eru allir flokkar samdir um, at málið er at skapa vælferð. Vit eru eisini samd um, at vælferðin [...] anda, at landsstýrið um ársskiftið setti sær fyri at gera eina heildarætlan ella strategi fyri samfelagið. Talan er um meiri enn eina ætlan, soleiðis sum vit vanliga skilja hetta hugtak, tí setast skulu [...] til fígging hjá vinnuni. Hetta fegnast vit um. Hinvegin mugu vit ásanna, at atgongdin til vágafúsan kapital í breiðari merking er ikki nøktandi í Føroyum ? ikki minst tá talan er um fígging til íbirtarar
Tveir minuttir fyri leiklok varð Clayton feldur í HB-brotsteiginum, og fekk tillutað brotsspark. Hetta setti hann sjálvur í netið, soleiðis at støðan nú er 3-1 til HB.
málinum lena seg ov nógv at paragraffini um villleiðing, og tí vil hann hava ákæruvaldið at kanna hetta nærri. Taksstjórin, Eyðun Mørkøre er tó ikki samdur, sjálvt um hann hevur tikið tilmæli til eftirtektar [...] Tá Eik kortini ikki sigur nakað um tað og ikki gevur upplýsingar um hesi viðurskifti til TAKS, so er nærliggjandi at halda, at tað liggur eitt tilvitað val aftanfyri, um ikki at geva TAKS teir upplýsingar [...] ivamálið, sum ikki ber til at fáa svarað frá fútanum nú orsaka av summarfrí er, um ákæruvaldið yvirhøvur kann viðgera hetta málið, tá ið tann, sum hevur meldað, ikki heldur nakað skeivt er gjørt. Eitt annað
at talan er um, at politiska skipanin vil hava frið um eldraøkið, nú tað skal leggjast út til kommunrnar, og tí skal ein syndabukkur finnast. - Hetta er als ikki ein trivnaðarkanning, hetta er ein støðumeting [...] vera løgið, um starvsfólkið í Heimatænastuni trívist so illa, tí eingin sjúkrafrávera er. - Um sera vánaligur trivnaður er, er nógv frávera og fólk melda seg sjúk, og tað er ikki talan um tað her yvirhøvur [...] skal leggjast út til kommunurnar 1. Januar 2015. Um Cæcilia Vestureið var trupulleikin, so kundi man bíða til eldraøkið undir øllum umstøðum skal leggjast um. Men á hendan hátt, fær tú lagt ábyrgdina frá
borgarstjóri ----- Í eini margháttligari grein í miðlunum um dagarnar kemur Bogi Andreasen, býráðslimur, við nøkrum útsagnum, sum fáa ein at hugsa, um maðurin yvirhøvur er partur av Tórshavnar býráði [...] Andreasen, um bara hann leggur í og setir seg inn í tingini. Men tá Bogi Andreasen gevur fólki skeivar upplýsingar, kenni eg meg noyddan til hesar rættleiðingar. Skúlaøkið Tá talan er um heildarætlan [...] skúlaøkinum standa í løtuni 5 mió kr. tøkar til nýbygging. Hetta verður mett nóg mikið til prosjektfyrireikingar í 2014, tí enn er avgerð ikki tikin um, hvussu framtíðarskúlabygnaðurin skal síggja út í
í løgtingið við møguligum umbønum um eykajáttan, um hetta gerst neyðugt. Vil landsstýriskvinnan ikki gera eitt óheft eftirlit ella fáa eitt eftirlit at sýna og meta um byggingina, kostnað og tíðarætlan [...] at vita, um bygningurin er í góðum standi, og at tiknar avgerðir eru tær røttu. Politiska skipanin má hava dirvi at steðga á og gera møguligar rættingar og betringar av bygninginum, um hetta er neyðugt [...] hvussu tíðarætlanin er, hvør kostnaðarætlanin er, um bygningurin lýkir tey krøv, sum ein tílíkur bygningur skal lúka, um tilfarsvalið er í lagi, og um bygningurin hevur gott inniklimað.
hann avgjørt, at ein fólkaatkvøða um ríkisfelagsskapin hevði verið eitt hugskot, sum tað er vert at arbeiða víðari við. Ongin avgerð Hóast spuringurin um eina fólkaatkvøðu um ríkisfelagsskapin varð umrøddur [...] eina fólkaatkvøðu í Føroyum um ríkisfelagsskapin við Danmark? Tað var ein spurningur, sum Axel Skoubo reisti á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í Trongisvági leygardagin. Hetta var eitt uppskot, sum fekk [...] - Spurningurin um okkara støðu í ríkisfelagsskapinum er ein spurningur, sum hevur gruggað føroyskan politikk í meiri enn eina hálv øld nú, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at hetta er ein spurningur
valstríðnum – tá spurt varð um, hvat vit kunnu fáa burturúr – kom eg at hugsa um kendu orðini sum John F. Kennedy segði, tá hann var svorðin inn sum forseti í U.S.A: “ Spyr ikki um, hvat landið kann gera fyri [...] frá týska markinum og heilt upp til Norðurpólin. Hugsa vit so um t.d NATO, so hevur hetta sjálvandi stóran týdning – og nógv størri enn um vit standa hvør í sær. Vit hava nakrar framúr góðar maritimar [...] havi eg sjálvur tvíburðar, sum eru livandi vitnisburð um hetta: við føðivekt uppá einans 500 gram høvdu tær neyvan verið ímillum okkum í dag, uttan hetta samstarv. Eg havi her roynt at lýsa týdningin av r
hjá Huxa í gjárkvøldið um umstríddu ætlanina hjá landsstýrinum at geva løgregluni møguleikar at loynilurta eftir fólki. Hann staðfesti, at í veruleikanum snýr hetta seg ikki um at geva løgregluni so nógv [...] enn løgreglan longu hevur í dag. - Eg haldi, at hetta er rættiliga ódramatiskt, tí løgreglan hevur longu nógvar heimildir á hesum øki. Tað, hetta snýr seg um, er bara at skipa hesar heimildirnar betur. - [...] samstundis, at hetta kann bara gerast, tá ið talan er um heilt álvarsom brotsverk og tað kann bara gerast tá ið dómsvaldið hevur givið loyvi til tað. - Í høvuðsheitum skal talan vera um brotsverk, sum
vit vænta at tey fara at bera seg at - hetta avgerð eisini motivatión teirra, og hvussu tey mennast. Tað byrjaði við rottum, har Rosenthal setti spurning við, um vit menniskju kunnu ávirka avrik bæði hjá [...] gjørdi Rosenthal intelligensroynd av næmingunum. Um nakrar av næmingunum fingu lærararnir at vita, hóast teir vóru tilvildarliga útvaldir, at her var talan um næmingar við serligum góðum evnum. Árið eftir [...] positivt av, vístu betri úrslit enn hinir. Hetta verður í dag kallað Rosenthal-effektin. Hóast møguliga veikt grundarlag til gerandisdagin annars, vísir hetta, at heldur enn at síggja veikleikar, eiga vit