nú hevur tað almenna algeriska oljufelagið svarað, at so vil tað sleppa á norska landgrunnin afturfyri. Algeriska oljufelagið hevur ongar royndir við at leita eftir olju á sjónum, tí higartil hevur felagið [...] sær nógv burtur úr samstarvinum við Statoil, sum serliga er ætlað at umfata gass. Norska felagið hevur fleiri leitingarloyvi í Algeria, og felagið er sinnað at lata algeriska felagið fáa lut í virksemi
kapitalin í betong og timbur.. * ... Marner hevur staðið á odda fyri at nútímansgera Føroya Sparikassa, og við sínum framskygni hevur hetta hepnast væl. Hann hevur lagt dent á at brúka nútíðartøkni og leiðslustíl [...] leiðslustíl við øllum teimum amboðum, sum eru frammi í tíðini, samstundis sum hann hevur varðveitt grundfestið hjá Sparikassanum. Sparikassin framstendur tí í dag sum ein nýmótans fyritøka til reiðar at taka
mánaðar, og tað hevur verið nógv samband við Húsalánsgrunnin. Tað er einki dulsmál, at grundin hevur staðið sum ein skomm í langa tíð, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin sigur, at hann hevur fingið óteljandi [...] óteljandi áheitanir frá fólki um at fáa grundina burtur, tí hon hevur verið til stóran vanda fyri børnini í grannalagnum. - Tað er ótrúliga gleðiligt, at hon nú er tikin niður. Nú verður spennandi at síggja
superliguni, hevur Jakob Kjeldbjerg verið fastur fúsur í mongum føroyskum sjónvarpsstovum. Hvørt sunnukvøld ? meðan kappingin hevur verið í gongd ? hevur hann sagt frá, hvussu gongdin hevur verið í ymsu
Lassen hevur nú lagt leiðina aftur til Norðuramerika, har hann skal spæla nógv næstu tíðina. Teitur hevur seinastu vikurnar verið í Europa og spælt, og umframt framførslur í Norðurlondum, hevur hann eisini [...] sum vildu sleppa at hoyra hann, tí áhugin fyri tónleikin hjá honum er vaksandi allastaðni. Teitur hevur onkrar framførslur í Kanada í hesi vikuni, og síðani skal hann spæla mest sum hvønn dag komandi mánaðin
Starvsroyndirnar í bankayrkinum eru drúgvar. Marjun hevur arbeitt í Sjóvinnubankanum í 10 ár, eina tíð sum deildarleiðari í Norðoya Banka. Eisini hevur hon arbeitt í donskum peningastovnum, fýra ár í Ha [...] ára gomul. Marjun er upprunaliga útbúgvin sum bankaassistentur í 1983 í Sjóvinnubankanum. Síðani hevur hon tikið prógv í Finansiel Videreuddannelse, Merkonomprógv innan fyriskipan og strategi, umframt [...] Handelsbanken og seks ár í Jyske Bank. Heimkomin úr Danmark í 2001 hevur Marjun m.a. arbeitt sum fulltrúi á privatlánsdeildini í Føroya Banka.
svenska uttanríkisráðharran, Onnu Lindh, hevur fingið norsku løgregluna at vísa trygdini hjá landsins fremstu politikarum nógv størri ans enn higartil. Tí hevur tann serliga trygdarløgreglan gjørt av at [...] fegnast hann um stigið hjá trygdarløgregluni. Jens Stoltenberg sigur, at hann hevur onkuntíð kent seg illa, men at hann hevur ongantíð kent seg hóttan.
Millum annað hevur hon fingið 6 stjørnir frá Gaffa, sum er kendt danskt tónleikatíðarrit. Í Íslandi hevur hon fingið framúr ummælir, er innstillað til bestu fløgu í Íslandi í ár og hevur eisini her selt [...] selt sera nógv. Á fløguni eru 11 sangir. 9 av sangunum hevur Eivør sjálv skrivað og sett tónleik til. Hini bæði eru gomul føroysk skjaldur, harav tað eina er "Krákan situr á steini", sum fløgan eitur eftir
Andstøðan í Turkalandi er í øðini um eitt lán, sum stjórnin hevur fingið úr USA, tí andstøðan vil vera við, at stjórnin hevur sett landsins uttanríkispolitikk í veð fyri láninum. Amerikanski fíggjarmá [...] er hetta, sum hevur fingið øði í turkisku andstøðuna. Emi Serin, sum fyri stuttum tók seg burtur úr stjórnarflokkinum hjá Tayyip Erdogan, forsætisráðharra, sigur við CNN, at stjórnin hevur selt landsins
NASA hevur higartil nýtt eina milliard krónur til arbeiðið at leita eftir lutum av rúmdarferjuni Columbiu, sum sprongdist uppi yvir Texas tann 1. februar. NASA kunngjørdi í gjár, at higartil hevur arbeiðið [...] at savna vrakpettini kostað góðar 137 milliónir dollarar, og at útreiðslurnar veksa hvønn dag. Tað hevur víst seg, at vrakpetti av Columbiu duttu niður í einum ógvuliga stórum øki, men meginparturin er kortini [...] Louisiana. Síðani miðskeiðis í februar hava meiri enn 3.000 fólk leitað eftir vrakpettum. Harumframt hevur NASA nýtt 32 tyrlur, níggju flogfør, sjey bátar og nógvar kavarar í leitingini. Higartil hava lei