Barnakapping Í allan verður ítróttarhøllin í Trongisvági karmur um eina stóra fóltbóltskapping fyri børn. Tilsamans hava 46 lið meldað til kappingina og tey koma úr øllum feløgunum í oynni, bæði úr Sumba [...] morgunstundini. Kappingin byrjar klokkan 9 í morgun og heldur fram allan dagin og væntandi er ikki, at hon endar, fyrrenn klokkan 8 - 8.30 í kvøld. Hvør dystur varar í fimm minuttir og liðini, sum vinna og [...] Sumba, Vági, Tvøroyri og úr Hvalba. Eitt lið norðaneftir hevði boðað frá luttøku, men tey settust aftur, tí veðurlíkindini eru so vánalig. Kappast verður í fleiri aldursbólkum, heilt frá teimum minstu, upp
av Húsum búsitandi í Havn, 83 ár Elsa Jacobsen, í Vági, 90 ár 27. november Anna Sofía Petersen, Vestmanna 93 ár Louisa Mellemgaard Jacobsen, fødd Christiansen, ættað úr Skálavík, bús í Klaksvík, 78 ár Olga-Mari [...] 40 ár 25. november Heine Heinesen, føddur Johansen, ættaður úr Miðvági búsitandi í Keypmannahavn, 70 ár Jógvan Hansen, í Vestmanna, 104 ár Hans Mortensen, Tvøroyri, vanliga nevndur Hans hjá Palla, 86 ár [...] Syðrugøta ættað úr Fuglafirði, 77 ár 22. november Marius Gardshodn, ættaður úr Elduvík, búsitandi í Havn, 68 ár 23. november Jensia Olsen, Klaksvík, fødd Mikkelsen, ættað úr Skúvoy, 82 ár Steingrím Nielsen
Saksaberg úr Vági, og hin seinasta túrin við báti sínum Norðberg. Hetta var 21. august í ár. Síðan 1995 róði babba út í egnum báti og ikki kunnu vit siga annað enn, at hann stórtreivst í sínum arbeiði [...] verða gift í 35 ár, og tað er eitt langt tíðarskeið. Eri so glað fyri, at tit fingu seinastu árini saman í Streymnesi, og at babba var millum okkum í gerandisdegnum. Marjun átti eitt serligt pláss í hjartanum [...] hvílir nú í tryggari havn, og havið hann siglir í eitur nú Himmalin. Hann hevur nógv, sum hann vitjar har heima. Tó býr hann í okkara hjørtum. Minnini um hann fara vit at goyma og fjálga um í hjørtum okkara
tur Fyrr ella seinni mátti tað henda, og tað mundu tey í VB eisini vera greið yvir. Eftir sjey sigrar á rað og enn einki tap í landskappingini í vetur, øktist vandin bara fyri, at okkurt av hinum liðunum [...] men tapti fyri fyrstu ferð í vetur. Tað vísti seg beinanvegin, at hóast VB kanska hevði fyrireikað seg uppá, at onnur skuldi verða tikin burturúr ? tað er jú hent so ofta í undanfarnu dystunum ? so átti [...] verður brúkt. Lítið man vera at ivast í, at hini liðini eisini fara at taka táttin upp, og tá má tað so vera spurningurin, um VB dugir at svara aftur, ella um StÍF í veruleikanum hevur avdúka størsta veikleikan
formaður í Granskingarráðnum, hevur vegna Mentamálaráðið vent sær til Jørgen Amdam, professara í økismenning við Háskúlan í Volda í Noregi. Hann hevur saman við einum øðrum norskum granskara í økismenning [...] Harumframt heldur hann eisini partvíst til í Vági. Tríggir granskarar arbeiða í Klaksvík og tveir í Vági. Endamálið við granskingardeplinum er at útinna og menna samfelagsvísindaliga gransking, serliga [...] innan økismenning. Fyrstu trý árini er granskað í trimum høvuðsevnum. Í 2000: Vinnulívsmenning eftir búskaparkreppuna. Í 2001: Kommunur og bygdasamfeløg. Í 2002: Ungdómur og útjaðarin. Depilin hevur latið
standa við í Klaksvík, vita tey enn ikki at siga, men verður hetta nakað, sum partarnir fara at gera av í felag. Spenningurin í hásætið Tveir aðrir dystir verða eisini leiktir um vikuskiftið. Í Vági verður [...] Skála. Og so verður eisini dystur millum Neistan og StÍF í Havn. StÍF hevur nú vunnið seg upp á næst ovasta sessin í deildini, og einki er at ivast í, at tær vilja verja hendan. Hinvegin so eru treytirnar [...] Kvinnuhondbóltur Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini verða leiktir hetta vikuskiftið. Fyrstur av teimum er tann í Vestmanna, har Stjørnan kemur á vitjan, og ivaleyst vóru tað mong, sum høvdu roknað við
heldur ikki so stór, tí í Suðuroy vera tey nú eisini fýra tannlæknar til tey gott 5.000 fólkini, sum búgva í oynni. Ímeðan hon var í Grønlandi, heittu kommunur í norðaru helvt í Suðuroy á hana um at koma [...] Tannarøkt Í Norðaru helvt í Suðuroy hava tey verið illa fyri við tannlækna seinastu árini, tí umframt skúlabarnatannlæknarnar í Vági og á Tvøroyri, hevur bara verið ein tannlækni til vaksin fólk og hann [...] biðja um tíð til viðgerð. Annika Næs Johannesen tók prógv sum tannlækni í 1997 og síðani hevur hon arbeitt í Aasiaat í Grønlandi í trý ár. ?Tað var ógvuliga strævið, tí tanntrupulleikarnir vóru stórur og
november Stinlena Joensen í Norðragøtu, 85 ár 01. desember Arne Berg, Tórshavn, ættaður úr Klaksvík, 65 ár Jens Rasmussen, Sørvági, 86 ár 04. desember Marianna Jacobsen, fødd Mortensen, Vági, 74 ár 02. desember [...] desember Høgni á Borg í Havn, 32 ár 03. desember Karl Hansen, á Glyvrum, 35 ár
liðið. VÍF helt við sigrinum fast í frástøðuni til oddaliðið úr Vági, og tó at tað ivaleyst er avgjørt, at VB verður fremsta liðið í grundspælnum, so kann VÍF við sigri í írestandi heimadystinum móti VB [...] Hvussu var og ikki, so er einki at ivast í, at fyrri hálvleikurin av dystinum leygardagin man fara at standa í minninum hjá Stjørnuni sum ein hin svartasta løtan í hondbóltslívi teirra. Fyrstu løtuna gekk [...] VB skapa veruligan spenning í, áðrenn farið verður í holt við endaspælið. Hjá Stjørnuni man lítið annað vera at gera, enn at gloyma leygardagin. Gaman í fáa tær ikki vanliga leikandi venjaran aftur her og
grundspæl í bestu kvinnudeildini í hondbólti, so var tað eitt slag av lagnudysti fyri bæði liðini, tá StÍF vitjaði Neistan í Havn sunnudagin. Heimaliðið hevur langt ífrá staðið seg so væl í ár, sum tær [...] burturúr dystinum. StÍF er hinvegin eitt av liðunum, sum veruliga hevur gjørt um seg í ár. Og tó at oddaliðið úr Vági framvegis er væl fremst, so kundu tær við einum sigri bíta seg enn fastari á sessirnar [...] gestirnir eisini sjálvar taka sær ein part av ábyrgdini fyri, at spenningur kom í aftur. Kendu seg tryggar Við fimm mála leiðsluni í steðginum var kanska ov lætt at fáa ta trúgv, at stigini longu vóru vunnin