smáligu fávitsku. Barbara er føddur høvuðsleikari í sínum umhvørvi. Hetta er hon ikki tilvitað, men av tí at hon er øðrvísi. Ikki sørt at medmenniskju hennara gera hana til tað hon er. Um vit taka dømi í nútíðini [...] ikki borið seg á løriftinum. Tað, at Barbara tosar gøtudanskt, er genialt, tí tað er við til at gera hana sympatiska, hóast hon avgjørt ikki er nakar eingil. Tá harra Pál (Lars Simonsen) stígur í land á Vippuni [...] Myndin av tí blómandi, føroysku kvinnuni, er tað fyrsta hann sær í mannamúgvuna, sum er komin at fregnast um nýggja prestin. Spurningurin hjá havnarfólkunum er, um nú harra Pál fer at finna náði hjá Barbaru
ein javnleikur vildi føra við sær, at B71 fór niður. Tað endaði við málleysum javnleiki, og tað er einki at taka seg aftur í, at tað passaði vágamonnum nógv, nógv betri. Teir eru eitt stig undan B71, og [...] Men at alt kann henda í fótbólti, er annað enn ein kliché, og sandingar hava sín møguleika fyri at sleppa sær undan niðurflyting, so leingi sum tað hagtalsliga ikki er nøkur forðing. Men í prakis skal eitt [...] Hóast endaliga avgerðin ikki kann sigast at verða fallin enn, er mest sannlíkt, at tað verður B71, sum má niður i 2. deild at spæla næsta ár, meðan vágamenn fáa sín seinasta kjans í tveimum dystum móti
Hóast 2. deild er liðug at spæla, so er ikki greitt, hvussu tað verður við niðurflytingini. B68 er niðast, og tað verða ivaleyst teir, sum flyta beinleiðis niður í 3. deild. Men áðrenn hetta er púra greitt [...] at tað var mest sum ómøguligt at vísa skipað fótbóltsspæl. Nú er bara eitt umfar eftir at spæla, og tað er heilt týðuligt, at ein kensla er við at breiða seg ímillum fótbóltsfólkið ? bæði inni á og uttan [...] Fáa teir ikki tað, so kunnu teir í hvussu so er gleðast um, at teir hava tryggjað sær luttøku í Intertoto Cup komandi ár. Og so er spurningurin, um tað er so nógv at fegnast um. B36 tók ikki skaða av luttøkuni
gevst at spæla í 1. deild, tá hetta kappingarárið er liðugt. Hann noyddist at fara av vøllinum við vøddaskaða eitt lítið korter fyri leiklok, og tí er lítið sannlíkt, at hann fer at spæla við, tá fuglfirðingar [...] spælararnir hjá B36 og HB bodnir oman á Rio Bravo. Teir stríðast á vøllinum, men talan er ikki um grannaklandur ? í hvussu so er ikki ímillum teirra, sum spæla. [...] Jens Erik Rasmsussen varð skrivaður fyri 2-1 málið. HB hevði í alt eini fimtan hornaspørk, meðan B36 einki hevði. Hesa ferð sendi Jens Erik hornaspark undan vindinum og beinleiðis í málið. Bjarki Mohr var
gevst at spæla í 1. deild, tá hetta kappingarárið er liðugt. Hann noyddist at fara av vøllinum við vøddaskaða eitt lítið korter fyri leiklok, og tí er lítið sannlíkt, at hann fer at spæla við, tá fuglfirðingar [...] spælararnir hjá B36 og HB bodnir oman á Rio Bravo. Teir stríðast á vøllinum, men talan er ikki um grannaklandur ? í hvussu so er ikki ímillum teirra, sum spæla. [...] Jens Erik Rasmsussen varð skrivaður fyri 2-1 málið. HB hevði í alt eini fimtan hornaspørk, meðan B36 einki hevði. Hesa ferð sendi Jens Erik hornaspark undan vindinum og beinleiðis í málið. Bjarki Mohr var
burt. Filmurin er sera sera vakur, ikki minst náttúrumyndirnar. Hann er ófatiliga góður. Hann er ómetaliga kensluríkur og hugtakandi. Eg ivist ikki í, at hann verður ein stór succes. Anneke er undurfull, og [...] irnar vóru tær, sum raktu best. Tað er eitt sindur torført við einum filmi, sum er gjørdur yvir eina bók, sum tú kennir so væl, tí nakað er tikið burtur og nakað er broytt, men eg haldi tey hava dugað [...] týdning fyri Føroyar. Um tað er ikki er tað sama at lesa bókina og so síggja filmin hevur ongan týdning fyri útlendingar. Fyri teir er tað heildin Føroyar, sum telur. Hon er ótrúliga góð - fyri ikki at
KÍ spældi ímóti nógva og vaksandi vindinum í 1. hálvleiki, og tá fingu teir einki mál. Tað kundu teir ikki fáa, tí sannleikin er, at teir høvdu ongan upplagdan málmøguleika. Sørin Petersen, sum 1. hálvleik [...] umskipa nógv, og tað er sjáldan gott. Tíggju minuttir fyri leiklok kom Dagfinn Olsen fyri fyrstu ferð inn á besta NSÍ liðið. Uttanfyri sótu fleiri aðrir, sum hava framtíðina fyri sær, og tað er neyvan nógv at
formaður, um sviin verður valdur til FIFA formann, er ikki avgjørdur. Men tað er greitt, at nýggjur formaður skal veljast á eykaaðalfundi. Millum uppløgdu evnini er norðmaðurin Per Omdal, sum teir í FSF kenna [...] síðani tað gjørdist honum greitt, at mótstøðan ímóti honum er stór, hevur hann stríðst fyri, at versonurin skuldi yvirtaka formansskapin. Nú er tað mangt, sum bendir á, at hetta fer ikki at eydnast, tí [...] legði UEFA formaðurin ætlanirnar fram, sum skulu fremjast, um hann verður valdur til FIFA formann. Tað er mest átókt tí, sum Gorbatjov gjørdi, tá hann kom til ræðið í gamla Sovjetsamveldinum. Limalondini skulu
heimferðini ikki syrgdi fyri, at skipið var í góðum standi viðvíkjandi trygd og heilsuviðurskiftum. Einki fordømi er um, at eitt skip, soleiðis sum tað var við Nólsoyar Pálli, hevur loyst frá landi í Marseille [...] Nólsoyar Páll er ikki nakað herskip, og tað var greitt lógarbrot, at Nólsoyar Páll varð sigldur heim úr Fraklandi í august mánaði í fjør. Hetta stendur m.a. í grundgevingunum fyri dóminum, sum Føroya rættur [...] hesum sjónarmiði vísir dómarin aftur í viðmerkingum sínum til dómin. Vaktar- og Bjargingartænastan er ein umsitingarligur myndugleiki, sum ger eftirlits- og bjargingararbeiði og hevur bara sivilar uppgávur
tað bara heilt góður stemningur. Bønin frammalaga Tað er rættiliga umráðandi hjá hesum fólkunum, at biðið verður. Og tað er fyri øllum. Eingin ivi er heldur um, at biðið verður av heilum huga og hjarta. [...] fullur av instrumentum, og eitt stórt skilti oman fyri segði, at ríki Harrans er komið nær. Nú havi eg ongantíð hildið, at tað er so ógvuliga langt burtur, so tað tók eg ikki so tungt. Framman fyri pallinum [...] sálini um at koma fram at pallinum og fáa forbøn, kennist tað, sum hann er við at fara um eitt mark, hann neyvan sjálvur veit, er til. Tann, sum gongur við slíkum sárum í sálini, veit tað ofta ikki sjálvur