foreldur fyri Sosialinum. Vandamikið spæl Vit vendu okkum til læknavaktina í Norðoyggjum. Í telefonini hittu vit Steingrím Weihe, sum í mong ár hevur starvast sum kommunulækni. Spurdur, um hetta spæl kann verða [...] fyri seg í bólki, har eitt av børnunum stillar seg upp móti einum veggi. Tá barnið hevur hyperventilerað eina løtu, heldur tað ondini, og eitt av hinum børnunum rennir tá høvdið ella nevan inn í flagbróstið [...] flagbróstið á barninum, so tað fellur í óvit. Hini børnini standa tá til reiðar at lofta, so svímaða barnið ikki dettur og slær seg í. Vit hava fregnast millum børnini og skilja, at hetta spælið als ikki er óvanligt
hugnaløtu í Runavíkar skúla. Á hesi løtu skuldi avdúkast, hvør er útnevndur at verða ársins myndlistafólk ár 2002 millum fólk við menningartarni. Fyrr í ár bjóðaði Javni menningartarnaðum at verða við í hesi [...] segði, at fólk høvdu kvøldið fyri sær í Runavíkar skúla. At enda ynskti hann øllum eini gleðilig jól. Gávurík fólk Óli Wolles, sum er í økisnevndarlimur hjá Javna í Eysturoy, segði, at ætlanin hjá felagnum [...] listarligu evnir. Eg ivist ikki eina løtu í, at vit eru júst komin í gongd her heima í Føroyum. Hon helt, at vit kunnu samanbera hetta við oljuvinnuna. - Eg hoyrdi í Útvarpinum, at teir hava trupulleikar við
var, men í dag er trupulleikin og uppgávan at trygga barninum sosialan tryggleika. Í hesum høpi endurgav danski sálarfrøðingurin ein fólkaskúlalærara, sum í mong ár hevur arbeitt á donskum skúla. - Samanborið [...] at lýsa samtíðina, vit liva í, og hugleiddi hann um ein broytandi og ótryggan heim. - Føstu karmarnir við felags normum, virðum og siðum eru horvnir, og í einum samfelagi í upploysn er úrslitið veikari [...] niður ímillum, og tískil er eitt barn í dag í stórum vanda fyri sálarligum trupulleikum. - Vandin fyri sosialari marginalisering er øktur, m.a. tí krøvini at luttaka í samfelagnum eru broytt, vóru millum
vanar í arbeiði". Eftir hesa framløguna fer Jógvan Zachariassen at tosa um Guds mátt. Lívdin er ein evangelisk samkoma í Hoyvík, sum byrjaði at halda reglulig møtir 26. august í 2001. Møtini eru í Hoyvíkar [...] Á familjumøtunum hava tey higartil sagt frá, um góðar vanar í hjúnabandinum, familjuni og í samkomuni. Hesi møti byrja kl. 10:30 og vara í eina tíma, og síðani verður hildið fram kl. 12 við tilbiðjan og [...] Hoyvíkar skúla Tey leggja stóran dent á, at øll skula kenna seg vælkomin í samkomuni, óansæð úr hvørji samkomu ella kirkju, ein er, ella hvørja bakgrund ella andaliga støðu ein er í.
Finnbogi hevur tó rætt í, at Óli í Skúla ongantíð endaliga varð settur sum sýslumaður hóast hann droymdi um hetta. Tá Clæmint Olsen fer frá í 1910 søkir Óli í Skúla og ein adressa gekk runt í Norðoyggjum honum [...] ikki er heilt rætt, tá ið Finnbogi sigur, at Óli í Skúla ikki var sýslumaður í Norðoyggjum. Óli í Skúla ella O.F. Joensen var fyribilssettur sýslumaður í mong ár, tí sitandi sýslumaður, leir-víkingurin [...] Clæmint Olsen var sýslumaður í Norðoyggjum í samfull 40 ár frá 1870 og fram til 1910. Hann umboðaði Norðoyggjar á tingi í 33 ár, var landstingsmaður í átta ár og fólkatings-maður í trý ár. Tá íð tíðini var
Filholm er føddur í Vestmanna í 1952. Pápin er danskari og mamman er føroysk, ættað av Tvøroyri. Familjan Filholm búsettist seinni á Bornholm, har Bjarni gekk í skúla og bleiv studentur í 1972. Hann lærdi [...] "succes". Í øllum hesum veksur Sverri upp í einum donskum bygdaumhvørvi, har tað ikki er lætt at ganga við langum hári og spæla nútimans píkatráðstónleik. Bókin er ein áhugaverd tíðarmynd um ungdómin í 60-unum [...] stríðast við og eisini tað, sum tey hugna sær við. Í skaldsøguni vitjar Sverri eisini í Føroyum. Hann ferðast sjálvandi við ferðamannaskipinum "Tjaldur". Í einum broti stendur t.d."Sverri havde også tigget
teir. ß Hvat dámar tær at ganga í skúla? Mær dámar væl. Eg læri nógv, og tað er gott at kunna koma víðari í lívinum ávegis til eitt arbeiði í framtíðini. ß Hvat gert tú í frítíðini? Eg eri nógv saman við [...] ganga eisini til møtir í Meinigheitshúsinum í Havn og á Argjum. ß Hvørjum vilt tú heilsa? Eg vil fegin heilsa familjuni. Og so eina heilsan til vinkonuna Sigrid, sum fyllir 15 ár í dag, og hina vinkonuna
síggja til eisini meira áhugaverdur. Í seinastu viku arbeiddu næmingar í báðum sjeyndu flokkunum í Argja skúla við eini verkætlan, sum foreldrini høvdu høvi at síggja í skúlanum mánakvøldið. Evnini, næmingarnir [...] Skúli Tá ið tey, sum eru tilkomin í dag, vitja ein skúla saman við børnum sínum, sæst skjótt, at skúlin er nógv broyttur, síðan tey tilkomnu vóru ung og skúlabørn. Skúlin er vorðin meira fjølbroyttur og [...] verður spurt, og soleiðis verður svarað. Stutt og greitt. Einki uttanumtos? Ein áhugaverd løta í Argja skúla sum hugtók.
okkara eldru borgarar.. "Ringast er at gerast gamal í Havn." Minnist meg rætt, orðaði ein búskaparfrøðingur seg soleiðis í eini grein í bløðunum einaferð í fjør. Henda grein hjá honum kom ikki óvart á nakran [...] gamal í Havn enn aðrastaðni í landinum. Greinin fekk meg at fáa hug til at gera nakað ítøkiligt við vánaligu støðuna hjá teimum gomlu í kommununi, og tí valdi eg at stilla upp til býráðsvalið í Havn. Sum [...] og meira mannminkandi enn tað í veruleikanum er? Eg havi starvast innan eldraøkið í meira enn tjúgu ár og kenni tí persónliga nógv eldri fólk. Eg eri fødd og uppvaksin í Havn og minnist henda mann og onnur
skuldu til munnliga próvtøku, vóru í, um ikki skjótt endi kom á verkfallinum. Grundgevingarnar vóru, at serliga næmingar í 9. flokki høvdu ikki havt vanliga undirvísing í fleiri vikur orsakað av, at páskafrí [...] Vegna Miðvágs-Sandavágs skúla Emmy S. Joensen, skúlastjóri Jákup Egholm, lærararáðsformaður ?????????????????????????????? Fríggjadagin 25.05.01 sendu vit eitt bræv til avvarðandi skúlamyndleika, t.v.s [...] teir sambært krøvum og ársætlanum høvdu sett sær fyri. Brævið varð lagt út á ráðstevnuna hjá lærarum í fólkaskúlanum til kunningar, og høvdu vit hildið, at brævið hevði almennan áhuga, høvdu vit sent tað