Jústinus Leivsson Eidesgaard
rithøvundur
????????
Í útvarpssendingini "Kulturu" mánakvøldið og endursend mikumorgunin ummælir Finnbogi Ísakson bók mína "Kaj" ein dokumentarisk ævisøga. Tøkk skal hann hava fyri frálíka ummælið, tað fløvar hjá skapandi fólki ikki at vera gloymd burtur. Tað gleddi meg serliga nógv, at Finnbogi hevur lagt til merkis, at talan er um eina óvanliga bók, og tað má væl merkja at mørk eru flutt á ein ella annan hátt og bókin ikki bara er eitt kopi at tí sum undan er komið.
Eg er fegin um øll um ummæli og umrøðu og sera fegin um, at allir fjølmiðlar hava hildið mína bók verið so áhugaverda, at teir hava nýtt nógva blaðrúm, og senditíð til at umrøða og ummæla hana. Tað liggur mær ógvuliga fjart at fara at viðgera ummælir í fjølmiðlunum, tey eru kærkomin, bæði tey góðu og tey ringu og verða ongantíð annað enn tað ein einstakur brúkari sær í einum verki. At eg so heilt undantikið geri tað hesu ferð, kemst av at tað ikki er heilt rætt, tá ið Finnbogi sigur, at Óli í Skúla ikki var sýslumaður í Norðoyggjum. Óli í Skúla ella O.F. Joensen var fyribilssettur sýslumaður í mong ár, tí sitandi sýslumaður, leir-víkingurin Clement Olsen, hevði so nógv um at vera sum politikkari. Clæmint Olsen var sýslumaður í Norðoyggjum í samfull 40 ár frá 1870 og fram til 1910. Hann umboðaði Norðoyggjar á tingi í 33 ár, var landstingsmaður í átta ár og fólkatings-maður í trý ár. Tá íð tíðini var var ikki lætt at ferðast, og ein maður við so tungum álitisstørvum, kann ikki hava verið nógv heima Klaksvík. Í hvussu er frá 1902 og fram til 1910, tá ið Clement Olsen fer frá sum sýslumaður vegna aldur, røkir Óli í Skúla, sýslumannsembætið og tað er hann sum avgreiðir málini hjá sýslumanninum meginpartin av tíðini hetta tíðarskeið. Hann er einans 26 ára gamal í 1902.
Hann undirskrivar seg konstitueret sysselmand og ikki sum sýslumannsfulltrúi á hópatals skjølum frá hesum tíðarskeiði og eisini á einum sera tíðandi skjali um Hans Paula á Toftum, sum norðoyingar helst vilja, at Norðtoftir verða kallaðar.
Alt hetta kann lesast nærri um á síðu 45 og 46 í bókini hja Hjartvard E. Skálagarð, "Politi í Føroyum fyrr og nú" og í "Havið og Vit 1." eftir J. Símun Hansen á síðu 93. Og sjón fyri søgn kann eisini síggjast í sýslumannsprotokollunum á Føroya Landsskjalasavni frá hesum tíðarskeiði.
Finnbogi hevur tó rætt í, at Óli í Skúla ongantíð endaliga varð settur sum sýslumaður hóast hann droymdi um hetta. Tá Clæmint Olsen fer frá í 1910 søkir Óli í Skúla og ein adressa gekk runt í Norðoyggjum honum til frama, hann fekk serliga nógvar undirskriftir i Svínoy og bygdunum í Fugloy, men ikki nóg mikið til til at gerast sýslumaður. Næstu 16 árini, fram til 1926, situr streymnesmaðurin Thomas Juul Petersen sum sýslumaður í Klaksvík. Hann var faðir tann seinni so kenda politikkaran og bankastjóran Thorstein Petersen.
Eitt havi eg lært hetta seinasta árið, at tað er næstan ógjørligt heilt at lúka eina bók fyri feilir og mistøk. Í mínum føri gjøgnumgingu tíggju fólk mítt handrit, øll fólk serfrøðingar á sínum øki og við hollari vitan um evnið, men allíkavæl standa feilir eftir. Tað fer kalt niður eftir rygginum, tá eg hugsi um hvussu bókin hevði sæð út um ikki hesi trúføstu og hollu hjálparfólk ikki vóru komin við týdningarmiklum ábótum. Tøkk eiga tey fyri tað.
Enn einaferð takk fyri góða ummæli Finnbogi, og tøkk til tykkum aftan fyri "Kulturu, fyri eina frálíka sending.