Ein 57 ára gamal maður var í Føroyar Rætti leygardagin hin 11. oktober 1997 varðhaldsfongslaður í fýra vikur til fríggjadagin hin 7. november 1997, skuldsettur fyri harðskap, i elvdi til, at ein 62 ára [...] gjár staðfesti varðhaldsfongslingina. Nærri kanningar av málinum verða gjørdar av Kriminaldeildini eins og tveir mans frá Teknisku Deild hjá Ríkispolitiovastanum eru komnir til Frøoya at kanna málið, sigur
gjøgnumbrotið. Javnaðarflokkurin fór úr tveimum upp í 6 tingmenn, tríggjar í Suðuroy, ein á Sandi, ein í Havn og ein í Eysturoynni. Flokkurin fekk 333 atkvøður í oynni. Okkara fyrsti javnaðartingmaður var [...] varð valdur, varð hann smittaður við tuberklum um borð á skipi og doyði árið eftir bara 43 ára gamal. Næsti maður á listanum tók við í 1937. Tað var Jógvan Símun Heinesen, skipari í Leirvík, sum sat til [...] og Mourentius Viðstein, blaðmann í Havn. Í Eysturoynni vóru einans 59 atkvøður, og sjálvandi ongin maður valdur. Til valið í 1932 blivu hesir báðir somu valdir í Suðuroy og Suðurstreymi, men atkvøðutalið
á Pelagos veitti mær, sigur Regin Hammer Ein orsøk til at tað gekst Regini Hammer væl hesaferð, er, at hann hevur siglt sum dekkari síðan hann var 15 ára gamal, men eisini tí hann hevur verið á trygdarskeið [...] Eg tordi kortini ikki at sleppa, tí eg hevði ikki álit á, at draktin fór at halda. - Ein løta gekk, men so varð ein tjúkkar togendi blakaður til mín, meðan hin fór eftir hjálp. - Teir bóðu meg binda togendan [...] Tað hendir tíverri av og á, at vit hoyra í tíðindunum, at maður hevur latið lív á sjónum. Hóast tað var um reppið, at hesi tíðindi aftur spurdist seinasta hósdag, so var Regin Hammer heppin. Hann varð
sanniliga eini av vakrastu húsum í Havn. Sum gamal í fakinum minnist Jákup sjálvandi onkra skemtingarsama hending at greiða frá: Meg minnist einaferð, at ein maður kom inn í handilin at keypa einar buksur [...] Hóast hann ikki er meira enn 50 ára gamal, so er hann av teimum handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni - í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár. Vit [...] august í ár lat handilin aftur. Av fýra teimum fyrstu klædnahandlunum Jákup Jakobsen fór sum 15 ára gamal í læru sum goymsluavgreiðslumaður hjá Einari Storr í Havn. Hetta var í 1962 og varð hann útlærdur
Svínoyar 12. septembur í 1869, tá hann var bara knapt tíggju ára gamal. Í Svínoyarbókini hjá Símuni Hansen er í fólkateljingini í 1870 ein tíggju ára gamal smádrongur úr Havnini har Heimi, sum verður nevndur Jacob [...] Pram á Kirkju, og Maria doyði sum 11 ára gomul. Fleiri av gentunum vórðu settar út, tá mamma teirra, sum var 42 ára gomul, doyði í 1872. Tá var Anna Katrina 11 ára gomul, og hon varð send til Svínoyar [...] hesar hugleiðingar sprottu fram næstsíðsta sunnudag, tá tey hildu 90 ára føðingardag úti á Bø. Jósup Jósup Niclasen, sum var abbi at 90 ára føðingardagsbarninum og eina staðni ímillum 20 og 30 øðrum, var ættaður
offur fyri harðskapinum. Hann noktaði seg sekan í ákærunum. Rætturin visti, at hin ákærdi, ein 26 ára gamal maður, var í Havn, so farið varð eftir honum. Tá hann umsíðir kom, vildi verji hansara fyrst tosa [...] sjúkrahúsi í ein mánað Tann bukaði maðurin breyt fýra rivjabein og fekk blóðhóping við annað eygað. Aftaná fekk hann lungnabruna og lá fyrst á Klaksvíkar sjúkrahúsi og síðan á Landssjúkrahúsið í ein mánað. Maðurin [...] skuldi byrja kl. 10, var hvørgin møttur, men løtu seinni kom annar. Fundurin varð settur, og hesin 25 ára gamli maðurin, sum gongur á HF í Klaksík, varð avhoyrdur. Hetta var tó ikki nøkur drúgv avhoyring,
fjøll, alt eftir, hvørji eygu skoða verkini. Upprunaliga eitur Ova Robin Ova Tolfsen. Hann er 27 ára gamal og er útbúgvin tekstildesignari á Danmarks Designskole í Keypmannahavn. Útbúgvingin vardi fýra ár [...] og ein arbeiðir við málningalist. Listaverkstaðurin kallast ?Supplerende Oplysninger³. Tað sigur kanska okkurt um breiddina í arbeiðinum hjá ungu listafólkunum í Danmark. Hóast Ova bert er 27 ára gamal [...] fløgu, undir heitinum ?Sum³ ,ið Plátufelagið Tutl gevur út. Tá fólk vitja á framsýningini, verður ein faldari útvegaður, sum nágreiniliga sigur frá myndum og tónleikinum, og hvussu hesir báðir lutir sita
Látrabóndin. Tað árið, Ólavur var føddur, í 1834, sigur ein fólkateljing, at Poul Joensen, bóndin á Látrinum, var 57 ára gamal. Og júst hann er ein teirra, sum søgan fer at minnast, tí hann av sínum jarðiska [...] í søguna. Smádrongurin Ólavur vaks og varð maður. Og túnini á Eiði hava tókst honum ov trong, tí hann stundaði út í heimin. Í 1862, tá Ólavur var 28 ára gamal, gjørdi hann álvara av at royna seg úti í heimi [...] í Eiðis Kirkju. Hon er meira ein lýsing av teirri kristnitrúgv, maðurin hevði. Og kortini ein lýsing av tí vanliga føroyinginum, sum søgubøkurnar missa burtur. Alt í alt ein bók, sum væl er verd at lesa
útvarpinum eitt oyra. Kravdi styrki Niels Juel var ein megnar persónur. Hann kundi vera harðligur í sínum metingum, men hevði hann ikki verið tað, gekk tað ikki. Ein veikari persónur hevði ikki klárað uppgávuna [...] harmonium, spældi klaver og spældi í kirkjuni. - Eg var sera áhugaður í spælinum, og eg var bara 12 ára gamal, tá eg byrjaði at spæla í kirkjuni í Kvívík. Eg spældi altíð, tá eg var heima, og so fann eg uppá [...] tað magiska talið hjá fólki í almennum starvi, tí tá noyðast tey at fara úr sínum fasta starvi. Nú ein dagin fylti útvarpsmaðurin Ívar Iversen 67 ár, og tí eru hansara dagar sum fastur starvsmaður í Útvarpi
hittu vit ein , ið kom koyrandi við ein trillubøru. Á hesi sat ein aggandi gomul, rukkut og tannleys omma og át okkurt úr eini skál. Eg iðri meg um, at eg ikki fekk eina mynd av teimum; tað var ein herlig [...] ymisk »fantasifull« mynstur, ein fyri ein. Tað má hava tikið ótrúliga langa tíð. Kendast í hesum »kompleksi« er Emerald templið, ið er tað kongaliga templið. Har inni stendur ein standmynd av Emerald-Buddah [...] sera væl av gestunum. Hetta var ein hollendskur maður, ið hevdi funnið sær unnustu í Thailandi, og hevði síðan búsett seg har. Hua Hin býur er sum sagt upprunaliga ein fiskivinnubýur burturav, men ferðavinnan