aðalskrivari í missiónsfelagsskapinum Normisjon, í Indremisjonsselskapet og í kristna arbeiðinum millum tey lesandi í Noregi. Hetta arbeiðið hevur givið honum túsundtals vinir í heimlandinum og í øðrum londum [...] verða hildin í Havn um vikuskiftið. Byrjað verður í kvøld og hildið verður á til sunnukvøldið. Evnið við hesi møtini er Fylg Jesusi, og verður hetta eisini lýst í sangi, vitnisburði og í samtalum manna [...] sjálvandi eisini at tala Guds orð, sigur Anfinn, sum í juli mánaði fór um tey 67 árini. Hann hevur talað og luttikið á einum ótali av kristnum fundum í Noregi og øðrum londum. Nú kemur hann enn einaferð
umsitingarleiðari í Skopunar kommunu, sína heilsan til Gerhard Lognberg á heiðursløtuni fyri borgarstjóranum, sum hevur stýrt kommununi heilt síðan hin 1. januar í 1993. Seinnapartin í gjár var heiðursløta [...] heiðursløta á kommunuskrivstovuni í Skopun, nú sitandi bygdarráð hevði havt sín seinasta fund, og hetta samstundis var seinasti fundur í kommununi undir leiðsluni hjá Gerhardi. - Skopun er heimsins besta stað [...] tað so lætt, helt hon brosandi fyri. ##med2## Irdi Mittelstein hevur verið umsitingarleiðari í Skopunar kommunu í 18 ár, og øll hesi ár hevur Gerhard Lognberg verið borgarstjóri. - Tað er hent nógv hesi árini
Síðan Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í farna mánaði megnaðu at fáa eina semju í lag við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um nýggjar lønarsáttmála, hevur felagið skipað fyri fundum kring landið [...] eru bachelorar, og sita við eini í hægri grunløn, verða flutt yvir á eitt annað lønarstig. Tað er í samband við hesa yvirflytingina, at ónøgdin kemur frá, greiðir Óluva í Gong frá. Forkvinnan greiðir frá [...] at sáttmálanum, ið tey meta ikki geva øllum sjúkrarøktarfrøðingum ein nóg stóra lyft. Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, kennir til ónøgdina, og harmast um støðuna, ið er eitt úrslit av samráðingunum. -
- Tí ræður tað bara um at hanga í, sigur hann. Grúsommiliga strævið Tíðin, har loyvt er at royna eftir hummara, er broytt. Í dag byrjar vertíðin fyrst í apríl mánaði. Fyrr var bert loyvi at royna um veturin [...] gera enn at hanga í, sigur Nikkel. Másin er væl útgjørdur bæði til fiskiskap við línu og snellu, men eisini til veiðu eftir hummara. - Tað er faktisk hummaraveiðan sum í dag eigur lívið í einum, slær Nikkel [...] fekk hann 600 kilo og góð 500 kilo tann næsta mánaðin. Higartil í juni mánaði hevur Nikkel fingið um 200 kilo. - Nú er veiðan minkað nógv. Í dag liggur tað millum 18 og 25 kilo hvønn dagin. - Hinvegin so
frostmarkinum, sigur Landsverk. Hyggja vit eftir vetrinum í ár, er hetta hálkudagur nummar 71 í røðini síðani tann fyrsta, sum var 26.oktober í fjør. Í alt í ár hevur Landsverk nýtt umleið 1.700 tons av salti [...] fyri, at ikki hálka framvegis kann koma fyri. Soleiðis var í nátt og í morgun, har 18 saltbilar hjá Landsverki løgdu frá landi klokkan fimm í morgun fyri at fáa saltað landsvegirnar, áðrenn vanliga mo [...] hálku fram til í dag. Mótsatt nógvum øðrum árum, hava vit ikki havt serliga nógvan kava hendan veturin, hóast tað um mánaðarskiftið januar-februar kom nógvur kavi niður. Hetta darvaði ferðsluni í nakrar dagar
ósigurin móti ÍF í fyrsta dystinum í endaspælinum ? skulu leita aftur til leiksteðgin sum Fleyr hevði í februar mánaði. - Vit spældu fyrst í februar og so spældu vit ikki aftur fyrr enn fyrst í marts. Hesin [...] fast, at Mjølnir vann alt avgerandi dystin í Gundadalshøllini leygardagin, er Jan Hentze ikki meira tyngdur av tí enn so, at hann dugir at síggja veruleikan í eyguni. - Vit vóru ikki nóg góðir tá umráddi [...] væl og spældu eitt stak gott fyrsta sett. Í øðrum setti mistu vit stevið og tá Mjølnir samstundis fótaði sær gjørdi tað okkara uppgávu truplari. Teir vóru hepnir í røttum løtum og vunnu tvey sera jøvn sett
starvsfólkunum í flogfarinum, sigur 93 ára gamli, Richard Jacobsen. Sosialurin hevði sent fólk at taka ímóti bóndanum í Kongsstovu í Nólsoy, tá ið hann kom til Keypmannahavnar. - Eg sat so væl í flogfarinum [...] og rógva út í Nólsoy. Alt gekk væl Richard sigur, at alt hevur gingið væl á ferðini úr Føroyum til Slagelse ? og fyri fyrstu ferð í lívinum slapp hann eisini at koyra í toki. - Vit koyrdi í toki úr Key [...] Bárði, hevur hjálpt Richardi í Kongsstovu á garðinum í mong ár, sum bjóðaði tí 93 ára gamla niður at halda jól saman við honum, konuni og børnunum. Heidi, sum er konan, lesur í Danmark, meðan Rúni og bróðurin
altíð tikið longur enn ein mánað. Ein av felagsskapunum sum hava roynt hetta eru menn í Ocean Row Events. Í januar í ár róðu teir úr Kanarisku Oyggjunum til Barbados eftir 33 døgum, men við tí sterka Livari [...] streymur mugu verða okkum til vildar. - Gongur alt hetta upp í eina hægri eind, kunnu vit leggja at hinumegin Atlantshavið seinast í januar mánaði, sigur Livar Nysted spentur á málinum. Seinastu átta mánaðirnar [...] á mál. Støðan er jú hon, at á tí breiddarstiginum teir seta kós, er vanliga gott veður í januar mánaði. Teir hava í øllum førum streymin við sær, og vóna eisini at vindurin verður teimum til vildar allan
hann hevur sitið í bygdarráðnum. Men, skrivarastarvið er bara eitt parttíðarstarv. - Í summar havi eg verið lærari í Hvalba í 25 ár, og fyri ta tíð var eg lærari í Vági í trý ár og eitt ár í Porkeri. Tað var [...] taka børnini við í bilin. Tað hevur ikki altíð verið so skilagott at farið um skarðið, sigur Arni Teindal í Fámjin. Í meira enn helvtina av sínum lívi hevur hann sitið í bygdarráðnum í Fámjins kommunu. [...] hin 15. september í 1969, og hin 18. apríl í fjør skrivaði hann soleiðis á sínum Facebook-vanga: - Í dag havi eg sitið í 27 ár og tríggjar og ein hálvan mánað - ella 9.969 dagar - í Fámjins bygdarráði
skattaprosentið er í botni. - Hetta hevur Sands kommuna ikki kunnað, tí landið hevur tikið tvær miljónir krónur beinleiðis úr kommunukassanum árliga í nógv ár. Borgarstjórin sigur, at vend er komin í, nú kommunan [...] Verður eitt komma broytt, má landið taka ábyrgdina av eldraøkinum í Sandoynni aftur. Tað sigur ein avgjørdur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, nú tað vísir seg, at nakrar kommunur noyðast at leggja [...] sum rættvíst er, fær tann pening í kommunukassan, sum kommunan av røttum eigur at fáa. - Nú er ójavnin útjavnaður, og vit eru komin á sama støði sum aðrar kommunur í inntøku. Tað kemur tí ikki upp á tal