at sigla úr Klaksvík, so hann kundi hava gott samband við dóttrina. Hetta var sera týdningarmikið, eisini tí at Símun doyði, tá mamma var 11 ár, og Rakul doyði, tá hon var 18. Lukkutíð fyri mammu átti [...] og brúdleyp. Hon dugdi ikki - og ynskti ikki - at bera seg undan, tá talan var um at rætta eina hond. Eisini var hon okkum holl, tá vit undir læknastríðum í Klaksvík, noyddist at rýma og búu inni á Skála [...] seg við at lesa, tá hann var farin. Beinta og Marjun, systurdøtur Marvin, eins og Sigmund, sum øll búgva í Klaksvík, hava altíð verið henni góð - eisini á gamalsaldrinum. Og ikki minni hava børn teirra og
bakka. Mentanararvur og serstøk náttúra hevur ikki stóran tídning tá albogar og peningaveldið skal hóvreigga seg, just sum vit vóru vitni til tá borgarstjórin játtaði eina gourmet-restauratión bygda út yvir [...] Snøhetta vann. Tjóðleikhús í høvuðsstaðnum? At Keypmannahavn ella Oslo hava tjóðleikhús í høvuðsstaðnum, merkir á ongan hátt at eitthvørt hús av hesum slag partú skal staðsetast í høvuðsstaðnum. Runavíkar kommuna [...] umhugsaðar verkætlanir og teirra staðsetingar vísa seg altíð at verða betur ógjørdar. Slík dømi hava vit inntil fleiri av í landinum, og man tíðin verða komin at politiska skipanin, landsstýrið, tekur
man, sum so nógv onnur børn tá, ikki minst dreingirnir, hava glett seg til, at “skúlin er liðugur”. Og tað bleiv hann fyri Áku, tá hann var 14 ár. Sum hjá so mongum unglinga tá í tíðini, so var tað sjógvurin [...] teinin. Í manna eygum alt ov ungur og alt ov tíðliga. – Tó, Harrans vegir eru ikki okkara vegir! Vit hava kenst frá smádreingjaárunum, men tað var ikki minst í ungdóminum og manndóminum, at vinskapurin [...] vinarlag sum hevur hildið øll árini, hóast vit fluttu úr Fuglafirði fyri 33 árum síðani. Nøkur menniskju, sum koma á tína leið, hevur tú lættari at vera góður við. Tey hava okkurt, sum ikki altíð er so lætt at
vónbrotin: -Vit taptu aftur í Gundadali, tá ið tað var heilt tepurt. Sjálvandi eru vit vónbrotnir, men tað er ikki annað at gera enn at eftirmeta og at svara aftur. Tað er ein veruleiki, at vit sakna nógvar [...] í morgin fara vit undir fyrireikingarnar til næsta dyst, og tað gera vit við teimum spælarunum, sum eru tøkir, og sum í dag arbeiddu væl og vóru óhepnir einki stig at hava við sær til hús aftur, sigur Haakon [...] máli at fáa bóltin í netið. So var tað KÍ, sum var tætt við, tá ið Páll A. Klettskarð við høvdinum sendi bóltin skeivu megin stólpan, og tá ið Pætur J. Petersen lyfti bóltin upp um Teit Matras Gestsson
er ein fragd at lesa. Aðrir skrivaðu rættiliga ótýðiliga. Serstakliga tað, sum prestar hava skrivað á ellisárum – tá ið teir vóru blivnir veikir og risthentir – kann vera ógvuliga ringt at lesa. Og nógvir [...] hansara arbeiði. Tí kom tað sera væl við, tá ið Felagið Varðin, við Zakarias Wang á odda, kom upp í leikin og beyð sær til at fáa avritini givin út í bók. Tá ið gongd var komin á ta verkætlanina, gekk [...] fyri at hava fingið allar hesar túsundtals síðurnar givnar út í einum so snotiligum, lættlisnum og haldgóðum bókaverki – umbrotið, prentað og heft hjá Føroyaprent. Ein sannur bókaskattur, sum vit og komandi
Kvinnurnar vórðu tiknar upp í tyrluna og fluttar á Landssjúkrahúsið til kanningar, men soleiðis, sum vit hava skilt, høvdu tær ikki fingið likamlig mein, sigur løgreglan. [...] Tað er nú ikki so sjáldan, at fólk, sum fara í fjøllini, ikki koma aftur til hús við egnari hjálp. Í fleiri førum hevur talan verið um útlendingar. Men, tað eru ikki bara útlendingar, sum ganga seg fastar [...] var talan um tvær føroyskar kvinnur, sum helst vóru farnar úr Hvalvík og vóru staddar á Ørvisfelli, tá tær ikki megnaðu at finna heimaftur. Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tey
og arbeiðstíð endurspeglar ta sannroynd, at vit hava enn langt á mál. Tí kvinnur hava í stóran mun umsorganleiklutin í samfelagnum, meðan menn framvegis hava forsjónaraleikluturin, eins og í gomlum døgum [...] stór, er veruleikin ein annar, tá ið tað kemur til stykkis. Langt er enn á mál á javnstøðuleiðini, bæði tá vit hugsa um karmarnar, sum okkara skipanir seta okkum, og tá tað ræður um kynsnormar og kynsfatanir [...] spurningar, missa vit hesar úr eygsjón, og tá heldur framgongdin uppat. Ójavna býtið av valdi og umboðan millum kynini er ein fólkaræðisligur trupulleiki. Og um vit halda, at kvinnur og menn hava frítt at liva
dinum. Tí øll vita vit vitiliga, at ein kloakk luktar - sum ein kloakk! Og Havnará er bara, sum aðrar mataráir, ið vit kenna til kring landið, vorðin til eina vanliga kloakk frá húsarhaldum. Mataráin [...] vesturheiminum hava sítt baks av sínum kloakkum, so at einki skal bera til at gera her í avmarkaða høvuðsstaðnum, Tórshavn, fái eg meg ikki til at trúgva. Streymur er nokk av Vit liva sum oyggjaland [...] mesta streymasjógvi, og fleiri kanningar tiknar gjøgnum farin ár hava víst, at beint við tunnilsmunnan í Sersjant-víkini er áarførið vitiliga dálkað nakað, men fáar metrar frá landi er vatnið tynt
ikki koyra av staðnum. Vit høvdu illgruna um, at førarin, sum ikki hevði givið seg til kennar, kundi vera ávirkaður av rúsdrekka. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey hava leitað eftir føraranum [...] klokkan 09 er hann handtikin. Tað eru fleiri ting í einari slíkari hending. Eitt er, at førarin kann hava koyrt ávirkaður, og hann kann eisini vera komin til skaða. Hin parturin er tað, sum er oyðilagt. - [...] bilur var partur av, sigur løgreglan. Sambært vaktleiðaranum í morgun verður førarin avhoyrdur, og tá fæst vónandi greiða á, hvørjar umstøðurnar vóru, og hví viðkomandi ikki hevði boðað frá. ##med2##
ættaður úr Húsavík. Vit funnu skjótt saman og hava notið eitt langt og gott vinalag líka síðan í nú knapt 70 ár. Um tað var tí, at vit báðir vóru bygdadreingir, veit eg ikki, men vit hava altíð funnið gleði [...] túrur fyri lívið. Alt – bæði fólk og hús - livdu av søgu. Tá ið eg skuldi fara avstað aftur, stakk Súsanna mær ein lepa í hondina. Gloym ikki hetta, segði hon. Tá ið eg seinni las lepan, hevði hon skrivað: [...] Komið var væl út á heysti í 1954, tá ein drongur kemur í okkara flokk ein morgun. Hann kundi ikki møta upp fyrr enn tá, tí hann mátti hoyggja og fáa alt inn, áðrenn hann kundi fara norð til Havnar í skúla