Tað er at vóna, at vestmenningar megna at varðveita henda søguliga bát í framtíðini, sigur hann. Flotin savnast við Fútaklett klokkan 17.30 og siglir so saman inn á Vestmanna, har lagt verður at bryggju [...] møguleika at sigla við. Um líkindini vera til tað, so er ætlanin at sigla við seglum suður eftir og geva sær góða tíð. Eftir skránni skulu skipini leggja við Mullers Pakkhús kl 19. - so er bara at vóna, at [...] gleða okkum til at vera saman við tykkum og vóna, at vit fáa eitt gott og hugnaligt kvøld saman.
hospitalið at arbeiða. Birna fortelur, at juli mánaði í 1969 fór tey nøkur vinfólk ein til London, tey vóru Anna, Birna Jacobsen, Eivind í Gongini, Elin Mourtisen, Rólant Samuelsen. Tá var tað, at Anna søkti [...] var komin, so skrivaði hon ein seðil á hurðina, at »mjólkin kemur klokkan eitt«, og so fór hon niðan á Kondittaríið. Seinni fór Anna niður til Danmarkar at læra til sjúkrahjálpara í De Gamles By. Hon kom [...] sjúkrahúsi, St. Josephs Hospital sum sjúkrahjálpari, og har var hon í eitt heilt ár. Har dámdi henni væl at vera, sjálvt um hon als ikki dugdi málið. Hon flutti seinni til Danmarkar. Har hevði hon fingið arbeiði
Einstakir hvítir blettir eru at síggja nú fyrrapartin, men teir man sólin, sum skínur oman og niðan, fara at gera av við. Teir báðir síðstu dystirnir í hesum umfarinum eru settir at vera í morgin: Víkingur-Skála: [...] varð fluttur úr Klaksvík og til Troingisvágs forðar kavin ikki fyri, at teir tríggir dystirnir verða spældir, sum eru ásettir at vera klokkan 15 í dag: TB-KÍ: Alex Troleis kl. 15.00 NSÍ-HB: Petur Reinert [...] burtursæð frá 1944, tá ið kappingin varð avlýst, tí tað undir seinna heimsbardaga ikki var møguleiki at fáa bóltar at spæla við. Norðanfyri hevur tað verið kavi síðani tíðliga gjáramorgunin. Í nátt hevur tað eisini
við hús uppi á Reyni, at »nú kemur kongaskipið«, fór pápi at skelva. – Tað er ikki fjáltur komin á tygum, pápi? spurdi eg. – Tú ert so vanur við at halda røðu... – Tað er ikki so at halda røðu fyri kongi [...] vóru farin til Havnar fyri at síggja alla stákanina. Pápi, sum var ein kongstrúgvur maður, var ógvuliga hugtikin at vitjanini, sum stóð fyri framman. Tað var tikið sum sjálvsagt, at pápi, sum lærarin í Havn [...] á hann, og tá Finsen amtmaður at enda heitti á hann um at halda røðuna, so mátti hann geva seg. Umsíðir upprann 25. juli. Havnin hevði gjørt alt sum gerast kundi fyri at kongsmóttøkan kundi gerast so
tíðliga av húsum og oman í Miðbýin í Havn at standa í kø. Ikki tí. Hesar ljósu næturnar eru kanska ikki so keðiligar at vera vakin í, men tað skuldi ein sterkur vilji til, um tú vildi vera áðrenn hini. Tað [...] lagt til merkis, at Maersk-Air búmerkið er at at finna á búnunum hjá fleiri ítróttarliðum. Keld Mosgaard Christensen dylir heldur ikki fyri, at hetta fyri ein stóran part snýr seg um at geva Atlantic Airways [...] høvdu bjálvað seg væl, og onkur soviposið var eisini at síggja. Tey flestu vóru ung fólk, men fleiri tilkomin vóru eisini komin oman í býin. Fyri ikki at skapa ruðuleika fingu øll tey í bíðirøð eitt nummar
Sundið og síðan at bera. Trygvi greiðir skemtandi frá, at teir plaga at royna at fáa so mikið, at teir ikki orka at bera alt sjálvir. »So hava vit eina umbering at senda boð eftir fólki at hjálpa okkum.« [...] dýrdarveðri stevndu fólk til Tjørnuvíkar sunnudagin. Nú var endiliga líkt til, at tað fór at eydnast at sleppa í Stakkin, eftir at avlýst hevði verið tveir fylgjandi sunnudagar. Og sanniliga eydnaðist tað hesaferð [...] ára gamal og fýrir ikki fyri at halda í brekkuna. Ája, vit ragga okkum niðan brekkuna móti Torvadali. Blaðmaðurin sleppur við teimum, sum undan fara, soleiðis at til ber at taka nakrar myndir av flokkinum
upp, og stóð á henni, at "Niels Winther átti at kastast oman av Bryggjubakkanum". Jákup á Kamarinum hevur ymiskt annað forvitnisligt at fortelja, og eitt nú leggur hann aftrat, at orsakað av tilfarstroti [...] skipum - og minnir okkum á at hava víðan sjónarring og við hugflogi og treysti leggja upp fyri bakkastum og mótgangi. Nú skal eg ikki vera drúgvur, men eg havi kortini hug at taka fram eitt annað søguligt [...] eg var mentur. Tað ráddi jú um at fáa blaðið runt, áðrenn fútin hin gamli kom í tankar um at senda politistarnar eftir mær. Hvar eg kom, tyrptist fólk saman um meg fyri at frætta frá tí, ið stóð í blaðnum
virkir. Tað var um hesa tíðina í fjør, at tær fimm íbúðirnar hjá Lokk-Inn Apartments stóðu lidnar og klárar at leiga út, og her vísti tað seg beinanvegin at vera eftirspurningur, bæði úr Føroyum og uttanlands [...] og handklæði fyri okkum, soleiðis at alt er reint og nossligt, tá fólk koma. Eg haldi, tað hevur týdning, at fólk, sum leiga íbúð hjá okkum, vita, at alt er reint, og at einki verður drigið inn í íbúðirnar [...] Nú føroyingar hava verið so óførir at ferðast í egnum landi, síðan koronu-farsóttin fór at gera um seg fyri góðum ári síðan, eru tað ikki øll, sum vita, at framúr góðir leigumøguleikar eru í Norðdepli
varð kom aftur í aftur dagin eftir, hildu menn tað vera best at fara at leita. Tá vísti tað seg, at ein óður tarvur, mitt á nátt hevði rykt tjaldið oman av sovandi týskaranum, sum hjartkiptur slapp sær upp [...] spakuliga gerast til metrar. Óluksáligt at ferðslan skuldi vera so nógv norður gjøgnum sundalagið, óluksáligt at vit skuldu renna okkum í hatta líkfylgi, og óluksáligt at teir enn ikki eru lidnir við vegin [...] ætla okkum at fara ein túr norður á Kallin, greiðir onkur úr ferðalagnum okkum frá, meðan vit standa við minnisvarðan. Ljóðar spennandi. Men fyrst fara vit at hyggja at kirkjuni á Húsum. Varnist at hándtakið
kappróðrarjakkum, tey gudiligu og tey sum bara vilja ballast. Hetta er akkurát sum tað eigur at vera á einum festivali. At so nógv ymisk fólk kunnu finna saman um tónleik, og bara hugna sær. Ein reinur festivalur [...] fyriskipað reingerðing; at sjálvboðin fólk megna at halda vesiskúrðar á einum festivali væl reinari enn vesini á summum matstovum er ótrúligt. Á sandinum fer fyrsti bólkur á stóra pallinum at spæla, fólk leggja [...] leggja ikki so nógv í at góðskan kundi verið betur, vit vita, at tær góðu tónleikaupplivingarnar nokk skulu koma, og har er so nógv annað at ganga upp í. Tombola og hoppiborg G-festivalurin hevur nógv sølutelt