við stórum tolsemi hava lættast við at draga til sín væl útbúna og skapandi arbeiðsmegi, sum er ein treyt undir búskaparliga vælvirkandi samfeløgum. Tað er eisini ofta frá samfelagsins minnilutum, at tað [...] Hvat leggur tú í hugtakið ‘tolsemi’? Ein góður tanki, ið alt ov ofta verður misbrúktur sum eitt ideologiskt lætt kúgingaramboð. Tolsemi letur seg illa definera, tí ein hvør definitión ger seg lættliga seka [...] egnari ábyrgd. Tað er at góðtaka, at fólk kunna vera ósamd við eins egnu tankar og gerðir, tó uttan at hetta forðar einum sjálvum at gera tað, ið ein metir vera rætt. Tað at vera ósamdur við øðrum, og virka
sálarsjúkur, viðgerð av teimum, og um hvussu ein ímyndaði sær, at ein slík deild skuldi kunna virka á føroyskari jørð. – Sálin í hesum var Árni Olsen, sum var ein fantastisk persónsmenska og framúr góður [...] var tað orsøkin til, at teirra arbeiði ikki altíð gekk so skjótt!, sigur ein av snakksaligu sjúkrasystrunum, meðan hinar skera í ein látur. Hatta klára tit! Tey fyrstu røktarstarvsfólkini vóru kortini [...] gongdina, so vóna tær fýra at ein í øllum hesum ongatíð gloymir tað týdningarmesta ella tann týdningarmesta: - Allar hesar broytingarnar eru uttan iva tiltrongdar, men ein eigur alla tíðina at ansa eftir
kjarnina í trupulleikanum. ?Men skal nakað spyrjast burturúr, verða vit noydd til at kalla ein spaka fyri ein spaka. Og veruligi trupulleikin er, at føroyingar klára seg ikki í altjóða handilsvinnuni. [...] vit onga leveringstrygd hava, fáa vit heldur ongan prís, tí ein keypari er sjálvandi ikki sinnaður at betala einum ótryggum leverandøri eins góðan prís sum einum tryggum leverandøri. ? Annars hevur marknaðurin [...] ikki hevur megnað at skapa nakað í eini 15 ár, hevur ein álvarsligan trupulleika, tí so er tað sjálvur neistin, sum er slóknaður og tað er ikki ein trupulleiki, sum búskaparfrøðingar kunnu loysa. Hann
støðuført hernaðarliga. Ein fylking saman við Fraklandi og Onglandi, eitt nú til at verja Pólland, sum nú var hótt av Týsklandi, var neyvan longur, í Stalins eygum, ein tølandi møguleiki. Ein annar møguleiki lokkaði: [...] var fyri fíggindamyndum. Tí varð ein nýggj demonologi fyrireikað og bygd upp, sum bæði skuldi gera fólk bangin og geva atgerðum og atsóknum móti "fólksins fíggindum" ein dám av rationaliteti. RJUTIN OG [...] og skotin. Ein kann í dag ikki annað enn undrast á hansara ófatiliga reystleika. Hin hendingin fór fram á tí 17. Flokstinginum, tá ið tann nýggja aðalnevndin varð vald. Við tað at bara ein limur var u
støðuført hernaðarliga. Ein fylking saman við Fraklandi og Onglandi, eitt nú til at verja Pólland, sum nú var hótt av Týsklandi, var neyvan longur, í Stalins eygum, ein tølandi møguleiki. Ein annar møguleiki lokkaði: [...] var fyri fíggindamyndum. Tí varð ein nýggj demonologi fyrireikað og bygd upp, sum bæði skuldi gera fólk bangin og geva atgerðum og atsóknum móti "fólksins fíggindum" ein dám av rationaliteti. RJUTIN OG [...] og skotin. Ein kann í dag ikki annað enn undrast á hansara ófatiliga reystleika. Hin hendingin fór fram á tí 17. Flokstinginum, tá ið tann nýggja aðalnevndin varð vald. Við tað at bara ein limur var u
tá borað verður um okkara leiðir eisini. Heri Ziska, ein serfrøðingunum á Jarðfeingi hevur hetta at siga um umrøddu jarðløg: “Vaila er ein formatión, tvs. nøkur jarðløg frá ávísum tíðarskeiði, [...] rættuliga nógv longur niður fyri at finna somu fláir. Tá borað verður, er tað ein heildarmeting, sum avger, hvussu djúpt ein velur at bora. Har verður tikið atlit til kostnað, og teir síðstu metrarnir kosta [...] eitt nú broytingin, sum er gjørd í loyvistreytunum, har oljufeløg kunnu søkja um leitiloyvi uttan um vanligu útbjóðingarnar. Hetta kann eisini gerast ein nýggjur katalysatorur fyri framtíðar leiting
inn á Elm Street. Framman fyri sjálvt bilafylgið koyrur ein politibilur og nakrar politi motorsúklur. Fremst í sjálvum bilafylginum koyrur ein ómerktur politibilur. Førarin er Jesse Currey, politiovasti [...] roynt við einum geitahøvdi. Men, sum konspiratorar seinni hava víst á, so var Kennedy hvørki ein melón ella ein deyð geit. Somuleiðis hava Warren-fjepparar ongantíð megnað at greitt frá, hví – um jet-effektin [...] Hoover, hava ein framstandandi leiklut. Og allir tríggir felagsskapir tykjast eisini hava góð motiv fyri at beina John Kennedy av vegnum. Innrásin í Svínavíkini í 1961 er í miðdeplinum. Hetta var ein ætlan hjá
er so ein onnur søga Triðja dømi: Árið 1894 í stuttum tøkum Henda veturin verður ein nýggjur viti tendraður úti á Borðuni til miklan fagnað fyri havnarfólk og havsins synir (1. okt.’93). Ein sangur [...] Jonhard Mikkelsen ------- Arnstein Niclasen Arnstein Niclasen, eins staðbundin og miðalhampa klaksvíkingur, hevur rakt upp sína egnu ættargrein, sum ólst upp Úti á Bø. Hjá uppisitarunum úti á Kirk [...] fram í ljós. Og burtur úr øllum tí, hann hespar upp, eru nógvir stakir tilburðir, søgur um húski og einstaklingar, um embætisfólk og bøndur og mangt, mangt annað. Her eru søgur um sýslumannin H. C. Müller
at hava sett seg inn í søguna aftan fyri m.a. hetta mál. Ein av hesum var ein mælskur skipari av Glyvrum, sum fyri okkum gjørdist dømi uppá ein politikara afturat í røðini av politikarum sum fegnir vildu [...] landsstýrisins setti reiðaríi í, og sum hevur fylgt okkum sum ein marra líka síðani skipið bleiv yvirtikið í 1984. Vit kundu skrivað ein langan lista av nøvnum á bæði fyrrverandi og núverandi politikarum [...] avgjørdi at gera byggisáttmála við norska skipasmiðju um ein nýggjan og størri rækjutrolara enn tann reiðaríi hevði frammanundan. Talan var um ein 58 m langan og 13 m breiðan rækjutrolara. Men landsstýrið
uttan at hava sett seg inn í søguna aftanfyri m.a. hetta mál. Ein av hesum var ein mælskur skipari av Glyvrum, sum fyri okkum gjørdist dømi uppá ein politikara afturat í røðini av politikarum sum fegnir vildu [...] landsstýrisins setti reiðaríi í, og sum hevur fylgt okkum sum ein marra líka síðani skipið bleiv yvirtikið í 1984. Vit kundu skrivað ein langan lista av nøvnum á bæði fyrrverandi og núverandi politikarum [...] avgjørdi at gera byggisáttmála við norska skipasmiðju um ein nýggjan og størri rækjutrolara enn tann reiðaríi hevði frammanundan. Talan var um ein 58 m langan og 13 m breiðan rækjutrolara. Men landsstýrið