»Høgifossur« og ringa politiska samvitskan

Nú kanningarstjórin sum løgtingið setti at kannað nøkur viðurskifti viðv. umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum hevur latið frágreiðing úr hendi, hevur málið um skip felagsins - Høgifossur - fingið drúgva umrøðu í fjølmiðlunum

Nakrir politikarar og onkur einkultur løgfrøðingur hava gjørt almennar viðmerkingar - tó við Sjónvarpið Føroya sum høvuðsdrívmegi. Vit høvdu annars vóna at bæði nevnd, partaeigarar og teir mongu manns ið hava hetta skip sum sítt arbeiðspláss, kundu fáa arbeiðsfrið, eftir at hava stríðst við landsstýrið um hetta mál í skjótt 18 ár, men soleiðis skuldi ikki verða. Í okkara eygum hevur málið í øll hesi 18 árini mest av øllum verið ein ímynd av ringari politiskari samvitsku. Hóast kanningin sum so ikki hevur nakað beinleiðis við okkum at gera halda vit tí, at tað er uppá sítt pláss, at eisini vit umsíðir loysa frá posabandinum, og at málið eisini verður lýst frá okkara síðu, soleiðis at almenningurin í øllum førum hevur meira at fyrihalda seg til enn tann einsíðuga tíðindaflutningin hjá SVF.

Kanningin, sum er ein løgfrøðilig kanning burturav, snýr seg einans um almennu fyrisitingina, og tí fer reiðaríi ikki at gera stórvegis viðmerkingar til sjálva frágreiðingina hjá kanningarstjóranum. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki eisini hava gjørt okkum okkara tankar um frágreiðingina, men teir tankarnir eru og fara at verða okkara.

Landsstýrið hevur kostað "Høgafossi" kr. 60 mill.
Reiðaríi ynskir hinvegin at greiða frá søguni aftanfyri hetta mál, sum hevur sín uppruna í 1983. Málið byrjaði nevnliga við, at landsstýrið blandaði seg uppí byggingina av skipinum í 1983-84 - ein uppíblanding sum oyðilegði nógv viðv. rækjufabrikkini og arbeiðsdekkinum umborð, og sum dýrkaði skipið uml. 20 mill í byggikostnaði, og sum harumframt hevur kostað reiðarínum uml. 40 mill. í eyka rakstarútreiðlsum hesi 18 árini. T.v.s. at uppíblanding landsstýrisins higartil hevur kostað reiðarínum tilsamans uml. kr. 60 mill. Hesi tøl eiga at takast við fyri at geva eina rættvísandi mynd av, hvørt tað er Høgifossur sum hevur kostað landsstýrinum pening, ella um landsstýrið hevur kostað skipinum pening. Í okkara eygum er ongin ivi.

Reiðaríi hjá "Høgafossi" telist millum elstu reiðaríir í landinum, og rundar 60 ár í 2006, um felagnum verður lív lagað. Reiðaríi hevur skjótt 30 ár á bakið í rækjuvinnuni. Reiðaríi var hampuliga væl fyri, tá tað í 1983 fór undir at byggja nýtt skip, og var eitt av reiðaríunum frá tí tíðini sum hevði veruligan pening sum eginpening. Men avleiðingarnar av uppíblanding landsstýrisins í 1983 hava verið so tungar, at tær nærum gjørdu enda á hesum felag tá harðast leikaði á. Allarhelst hevði skipið verið skuldarfrítt og møguliga hevði reiðaríi havt megnað at byggja nýtt skip, um vit ikki høvdu havt mist so nógv av landsstýrisins ávum, sum talan er um.

Nógvir politikarar vistu um málið.
Reiðaríi hevur gjøgnum árini verið á óteljandi fundum við landsstýrismenn og embætisfólk fyri at fáa teir at viðgerða trupuleikarnar og at virka fyri eini sømiligari og rættvísari loysn á tí álvarssomu støðu sum uppíblanding landsstýrisins setti reiðaríi í, og sum hevur fylgt okkum sum ein marra líka síðani skipið bleiv yvirtikið í 1984. Vit kundu skrivað ein langan lista av nøvnum á bæði fyrrverandi og núverandi politikarum, herundir løgmonnum, landsstýrismonnum, løgtingsformonnum, løgtingslimum, floksformonnum, framsøgumonnum í vinnumálum o.s.fr., sum gjøgnum árini eru blivnir kunnaðir um samanhangin í málinum, men sum ikki høvdu vilja ella dirvið at gera nakað. Málið er eisini umrøtt í øðrum kanningum av politikki og umsiting í 80´árunum, men ábreiðslurnar í teimum kanningunum fevndu kanska um ov nógvar politikarar, so vit undraðust ikki tá tásitandi løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísaksson helt, at tí frágreiðingina skuldi ikki gerast meira við. Tað gevur ivaleyst ikki so nógvar atkvøður at krevja rættvísi fyri eitt einkult knokkroytt reiðarí, enn at billa fólki inn, at einans landskassin, og harvið fólkið, er blivið snýtt.

Málið byrjaði í 1983.
Málið um "Høgafoss" byrjaði ikki tá Fiskimálaráðið umlegði lán í 2000. Málið byrjaði sum sagt heilt afturi í 1983, tá P/F Samvinnufelagið avgjørdi at gera byggisáttmála við norska skipasmiðju um ein nýggjan og størri rækjutrolara enn tann reiðaríi hevði frammanundan. Talan var um ein 58 m langan og 13 m breiðan rækjutrolara. Men landsstýrið, sum tá virkaði sum eitt kollegialt landsstýrið, hevði størri trúgv uppá svartkjaftavinnu enn rækjuvinnu, og teir settu tí sum treyt at nýggja skipið eisini bleiv bygt til svartkjaftaveiðu - t.v.s. eitt kombinerað svartkjafta- og rækjuskip. Í sjálvum sær var hetta ein óroynd kombinatión, og framleiðsluútgerðin til rækju- og svartkjaftavinnu var fullkomiliga ymisk. Landsstýrið stóð tó fast uppá sítt, og endin av øllum hesum var, at skipið mátti leingjast til 66 m, breiðkast til 14,5 m, fáa størri motor, netatrumlu, 52 koyggjupláss o.s.fr., og dýrkaði hetta skipið uml. kr. 20 mill. at byggja. Seinni vísti tað seg eisini, at árligi meirkostnaðurin hjá reiðarínum at reka skipið, samanborið við onnur størri rækjuskip, lá millum kr. 2 og 3 mill. árliga, og er hetta yvir tey farnu 18 árini blivið til uml. kr. 40 mill.

Rækjufabrikkin bleiv amputerað.
Tað sum verri var, var tó at fabrikksdekkið bleiv býtt upp í tvey, har útgerðin til rækjuframleiðslu var kroyst saman í øðrum borðinum, og pláss varð gjørt til svartkjaftalinjur í hinum borðinum. Reiðaríi hevði tó ikki fíggjarliga orku at uppseta svartkjaftalinjurnar beinanvegin, og fekk heldur ikki nakra uppbakking frá landsstýrinum tá byggingin var komin hartil. Talan var eisini um rættuliga óroynda veiðu, og lítil vitan var um hvussu slík útgerð virkaði.

Broyttur politikkur frá 1984.
Tað sum síðani hendi í 1984 var, at nýggj landsstýrissamgonga varð skipað. Og við fleiri stórum skipapakkum kom rættulig ferð tá á skipabygging bæði til svartkjaft og til rækjuveiðu. Viðv. rækjuskipum hevði pípan fingið annað ljóð, og henda landsstýrissamgonga trúði uppá rækjuvinnuna, og setti ikki teimum sum kontraktaðu skip bert eitt ár eftir "Høgafoss" treytir sum dýrkaðu skipini. Viðv. svartkjaftaskipunum gekk tó ikki long tíð til tann flotin kollapsaði, og hetta gjørdi sostatt, at allar ætlanir um at seta upp svartkjaftalinjur umborð á "Høgafossi" máttu sleppast fyribils. Skipið kom sostatt at sigla við eini amputeraðari rækjufabrikk líka til 2000, tá hon var so niðurslitin at hon mátti skiftast, um skipið skuldi halda áfram at sigla.

Sleptir uppá fjall.
Skipið hevði sostatt fingið eina munandi eykabyrðu at bera í mun til onnur rækjuskip sum komu um tað tíðina, og líka frá fyrsta degi merkti hetta raksturin nógv. Men frá politiskari síðu var onki gjørt fyri at minkað um avleiðingarnar, og reiðaríi var rætt og slætt slept uppá fjall. Tað at skipið kortini kláraði at hóra undan hesi árini komst ikki av nakrari almennari vælvild, men einans tí tað eydnaðist reiðarínum sjálvum at útvega skipinum veiðumøguleikar í kanadiskum sjógvi í nøkur ár. Landsstýrið helt hinvegin áfram við áganginum móti reiðarínum, og royndi longu eftir fáum árum at koyra skipið á tvang.

Ljósnaði í 1994, og tó...
Ikki fyrrenn landsstýrissamgongan við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Sjálvsstýrisflokkinum og Verkamannafylkingini, sum sat frá 1994-98, setti sær fyri at fáa eina loysn á málum sum tí hjá "Høgafossi" hendi nakað. Vit fegnaðust tí, tá táverandi fiskimálaráðharrin, John Petersen, legði uppskot fyri løgtingið um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum. Men longu undir viðgerðini í Vinnunevndini bleiv málið eftir okkara tykkið grugga av nøkrum politikarum, harav serliga tí eina nýggja politikaranum í meirilutasamgonguni - Bjørn á Heygum - sum setti fram krøv um broytingar og strangar treytir, sum í veruleikanum bert høvdu til endamáls at stavnsbinda reiðaríini nógv ár fram í tíðina. Men maðurin er jú løgfrøðingur av útbúgving, so vit kundu tó ikki gera annað enn væntað, at endaliga úrslitið um ikki annað var løgfrøðiliga lýtaleyst. Tíðliga í 1997 var lógin umsíðir samtykt, og seinni um árið eisini kunngerðin um málsviðgerðina, og tíðliga í 1998 fekk landsstýrið bæði umsøkn okkara og frá øðrum reiðaríum.

Avgreiðslutíðin vardi 3 ár.
Í 1998 var so aftur val, og nýggj landsstýrissamgonga varð skipað við Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvsstýrisflokkinum. Men meðan málini hjá øðrum skipum vóru avgreidd lutfalsliga skjótt, so gingu tó nærum 3 ár áðrenn ein endalig loysn fyrilá hjá okkum, og tað er onki yvir at dylja, at tað var ein loysn sum vit vóru og framvegis eru stak misnøgdir við.

Lánsumlegging gjørdist til skuldarhækking.
Tá avtornaði var úrslitið av øllum hesum málinum, sum upprunaliga varð ætla at lættað um byrðarnar hjá skipinum, at skipið hevði fingið eina størri skuld at forrentað enn skipið hevði megnað áðrenn lánsumleggingina. Ráðgevar Fiskimálaráðsins kravdu nevnliga, at felagið rindaði kr. 9,2 mill. til landskassan, hóast at likviditetsútrokningar og rakstrarútrokningar gjørdar av fakligu ráðgevum reiðaríðsins vístu, at grundarlag var ikki fyri hesum, og hóast nógvar ávaringar frá reiðarínum um, at tað als ikki var tikin hædd fyri neyðugum fyritreytum sum settar vóru upp - herundir hækkandi oljuprísum og lækkandi rækjuprísum. Og ikki nóg mikið við tað. Landsstýrið vildi ikki á nakran hátt tengja eina loysn at eini ella aðrari kompensatión fyri stóru meirútreiðslurnar til bygging og rakstur, sum krøv landsstýrisins frá 1983 høvdu givið felagnum.

Friður fekst kortini ikki.
Reiðaríi var sostatt enn einaferð knokkroytt av landsstýrinum, og sat eftir við eini hækkaðari skuld. Vit høvdu tó vænta, at nú landsstýrið hevði tvungið okkum at hækkað skuldina við kr. 9,2 mill. omaná alt annað, so fóru vit um ikki annað umsíðir at fáa frið um hetta mál, men so skuldi ikki verða. Teir vóru ikki so fáir, bæði núverandi og fyrrverandi politikarar og embætismenn, sum ósmædnir útpeikaðu reiðaríi á "Høgafossi" og hjá hinum skipum sum samfelagsbyrður í tíðini aftaná lániumleggingina, uttan at hava sett seg inn í søguna aftanfyri m.a. hetta mál. Ein av hesum var ein mælskur skipari av Glyvrum, sum fyri okkum gjørdist dømi uppá ein politikara afturat í røðini av politikarum sum fegnir vildu útpeikað syndabukkar, men hann gjørdist tó langt frá einsamallur. Og so bleiv skip okkara enn einaferð brúkt í politisku runublakingini, tá málið fór ígjøgnum politisku mylluna í løgtinginum, landsstýrismálanevndini og til síðst til ein kanningarstjóra. Viðmerkjast kann, at hetta var áðrenn hesin sami politikarin sjálvur keypti eitt av hesum trimum rækjuskipunum frá hart kroystu eigarunum, eftir at tað hevði fingið tí størstu lánsumleggingina av øllum - nevnliga kr. 41,4 mill.

Endamálið við lógini er rokkið.
Tað er ikki okkara uppgáva at meta um arbeiði hjá kanningarstjóranum, líka so lítið sum tað er at meta um hvørt sitandi fiskimálaráðharri og umsiting hansara hava gjørt nakað skeivt ella ikki. Vit vilja tó vísa á, at neyðugt er sjálvandi hjá bæði kanningarstjóranum og núverandi politikarum, at hava í huga tær fyritreytir sum vóru galdandi tá lógin var gjørd - nevnliga at minst 3 stór, nýmótans rækjuskip vóru um at fara úr flotanum orsakað av viðurskiftum millum reiðaríini og tað almenna. Hetta vildi tásitandi landsstýrissamgonga fyribyrgja, og vit kunnu í dag staðfesta, at tað sum var høvuðmálið við lógini - nevnliga at varðveita skipini í Føroyum - er rokkið í øllum førum enn, og tað er so altíð nakað.

Landsstýri hevur bert víkt fyri peningi til sín sjálvs.
Eitt sum undrar okkum við niðurstøðu kanningarstjórans er, at hon uttan víðari staðfestir, at víkingin sum hon metir ólógliga, er fyri ábøtur, umvælingar og nýíløgur í skipið, tí sambært umsøkn reiðaríðsins er hetta ikki so. Økti lánitørvurin stavar hinvegin frá, at reiðaríi var kravt at rindað kr. 9,2 mill. til landsstýrið. Veruleikin, sum vit síggja hann, er tí, at tað sum landsstýrið hevur víkt fyri av lánum, var fyri peningi til sín sjálvs - kr. 9,2 mill - sum reiðaríi mátti læna at rinda til landskassan. Átti reiðaríi so nógvan pening sjálvt, ja, so var neyvan nøkur orsøk at søkja um lánsumlegging. Tað stóð tí øllum greitt - eisini landsstýrinum - at skuldu kr. 9,2 mill. rindast kontant til landskassan, so mátti reiðaríi læna peningin, og so mátti rúm gerast fyri tí í veðrættarstøðuni, tí ongin peningastovnur við sínum fullu fimm fór at læna pening út at rindað einum frammanfyristandandi veðhavara, uttan samstundis at fáa veðrættartrygd frammanfyri hendan fyri hesi upphædd. Tað hevur onki við jura at gera, men er einfaldur logikkur, men sambært kanningarstjóranum er tað tó meira ólógligt hjá landsstýrinum at víkja fyri láni á 9,2 mill. at rinda til sín sjálvs, enn tað er at umleggja kr. 41,4 mill. í øðrum skipið. Og av teim kannaðu skipunum er "Høgifossur" tann einasti sum kravdur er at gjalda eina so munandi upphædd sum kr. 9,2 mill. til landskassan. Tí skilja vit heldur ikki at kanningarstjórin kemur til tí niðurstøðu, at øll mál hava fingið eins viðgerð.

Lógin ikki nóg greið ?
Sum nevnt frammanfyri, so høvdu vit væntað, at lógin um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum var lýtaleys, tá Føroya mest fjølmiðlaorienteraði løgfrøðingur sjálvur sat í Vinnunevndini og gjørdi broytingar, tá lógin var viðgjørd har í 1996. Men sambært niðurstøðuni hjá kanningarstjóranum er hetta neyvan so. Tað kann tí tykjast heldur ósmæði, nú hesin sami løgfrøðingur var tann fyrsti at reiggja svørðinum móti sitandi fiskimálaráðharra og umsiting hansara.

Dugnaliga og trúðfasta manning.
Hóast at reiðaríi hevur havt nógv mótrák frá almennari síðu øll tey 18 árini síðani skipið kom, so hava vit verið hepnir at havt dugnaligar og trúðfastar manningar, sum hava stríðst sum úlvur á skóg fyri at fáa tað at bera til. Nevnd felagsins kann tí vissa bæði løgting, landsstýrið og øll tey sum so ella so varða av hesum skipið, at saman við tí sera dugnaligu manningini hava vit mót uppá at halda áfram við stríðnum fyri at tryggja, at vit liva upp til tær skyldur vit hava átikið okkum, hóast stak høgar oljuprísir og lágar rækjuprísir - fyritreytir, sum ráðgevar fiskimálaráðharrans als ikki vildu takað við í metingarnar, tá málið um skuldarumleggingina hjá Høgafossi var til viðgerðar hjá teimum. Um tað fer at bera til vil bert tíðin vísa, men vit vilja í øllum førum frábiðja okkum meira politiska mótstøðu.

Politiskar avleiðingar ?.
Sum nevnt frammanfyri vóru og eru vit stak misnøgdir við tað sum spurdist burturúr tá lánið hjá "Høgafossi" skuldi umleggjast, og vit hava í øllum førum ongantíð følt tað sum at Fiskimálaráðið hevur verið lagaligt í samband við viðgerðina av umsøkn okkara um lánsumlegging - tvørturímóti.

Vit halda okkum tí kunnu staðfesta, at um so er at hetta mál fær politiskar avleiðingar fyri sitandi fiskimálaráðharra, Jørgen Niclasen, so er orsøkin eftir okkara fatan meir enn nakað annað tann, at tað er follið honum í lut at verða tann fyrsti politikarin ið kemur at rinda ein politiskan prís fyri tann gamla "brølaran" sum landsstýrið frá 1983 gjørdi. Men í so fall eigur hann ikki at gerast tann einasti. Hvørki reiðaríi ella teir politikarar sum hóast alt hava roynt at gjørt nakað munagott fyri at røkka eini sømiligari loysn hava tó orsøk at skammast um sín leiklut - tað eiga heldur teir nógvu politikarar og embætismenn sum gjøgnum árini hava kent til málið, men sum valdu at venda deyva oyra til. Hvør so heldur seg verða nóg góðan at kastað fyrsta steinin vil tíðin kanska vísa. Um nakar uggi er í hesum fyri sitandi fiskimálaráðharran skal tó verða ósagt.

Tað skal verða okkara vón, at politikarar takað søguligu fyritreytirnar og heildina í hesum málið og øðrum tilsvarandi málum til eftirtektar, í staðin fyri bert at hyggja at tí lítla partinum sum er viðgjørdur av einum kanningarstjóra. Vilja politikarar ikki sjálvir føra politikk, men latað alt avgerast við kanningarmálum, og síðani at latað einstakar fjølmiðlar seta politisku dagsskránna, so er ikki tørvur á politikarum. Politikarar eiga ikki at verða bangir fyri, at gera órættvísi um til rættvísi - eisini fyri reiðaríir sum okkara.

Eftir 18 ár, eru vit í øllum førum blivnir troyttir av at verða brúktir sum politisk kastibløka.


Sandavágur tann 03.01.2003


Nevndin í P/F Samvinnufelagið