so var tann møguleikin farin. Og tá Páll á Reynatúgvu, sum spælir aftasti maður í ár, kundi stúta eitt frísparksinnlegg í málið stutt seinni, var dysturin meir ella minni avgjørdur. Eli Hentze økti til [...] B71 sær nú út til at hava funnið stevið, og leygardagin varðveittu teir oddasessin í 2. deild. Tað gjørdu teir við at vinna 3-0 á B36, sum hinvegin ikki kann fáa nøkur støðug úrslit burturúr sínum dystum [...] hornaspark varð bólturin spældur út frá aftur til Eli Hentze. Hann fann Jónsvein Thomsen, og toppskjúttin í 2. deild kundi púra leysur leggja heimaliðið á odda. Nakað seinni kundi Finn Mørk við eitt sindur hepni
aftur í 2. deild í 1990 ? árið eftir FM-árið ? komu upp aftur beinanvegin og fingu tíð til at vinna eina steypafinalu (í 1993) og royna seg í europeiskum fótbólti, áðrenn leiðin aftur gekk niður í 2. deild [...] síðani einaferð seinast í 70-unum, og her liggur ein av størstu trupulleikunum hjá B71 í dag. Tá spælararnir koma upp í unglingaaldurin, eru teir lidnir í fólkaskúlanum, og so gongur leiðin antin til Havnar [...] á vøllinum útvið 25 tímar um vikuna umframt í vikuskiftunum, tá dystir eru. B71 hevur í dag lið í øllum teimum yngru deildunum, og tað at felagið er umboðað í tveimum av steypafinalunum hjá teimum yngru
niður í vinstra málhorn, og so var 2-1 til HB. Stórt meiri hendi ikki í dystinum, sum HB sostatt vann eitt sindur heppið. Teir vóru betri í fyrra hálvleiki, men taptu hann. Í seinna hálvleiki var KÍ fyri [...] nakað úti í høgru síðu. Hann varð trýstur, og kanska í ráðaloysi, kanska ætlað sum eitt innlegg, skeyt hann bóltin so at siga beint uppeftir. John William í KÍ-málinum varð tikin á bóli, bólturin dalaði [...] tætt, tá næstbestu liðini hjá HB og KÍ hittust á niðara vølli í Gundadali beint aftan á 1. deildardystin millum HB og ÍF. Bæði liðini høvdu fleiri góð tilboð, og í fyrra hálvleiki var tað serliga HB, sum
spælipláss Munurin millum gomlu vallirnar í Klaksvík og í Havn er fyrst og fremst, at í Havn er sandur í, meðan tað ikki er tað í Klaksvík. Graslíkið av vøllinum í Klaksvík er tí nakað reinligari og lættari [...] afturat í Klaksvík Stórt trýst er á vøllin í Klaksvík, og tá flestu heimadystirnir eru, má KÍ spæla nakrar av heimadystunum í yngru deildini í Leirvík. Tosað hevur tí verið um at gera ein vøll afturat í Klaksvík [...] Føroya miðskeiðis í 80?unum, hava tænt fyri seg. Og tó. Í hesum døgum verður graslíkið á ovara vølli í Gundadali og í Klaksvík skift út, og sannur gravgangur er eftir gamla graslíkisteppinum. Í Havn er gamla
sum so við. Kappróðurin telur ikki við í FM kappingini í ár, og 1. deildarliðið í fótbólti skal til Klaksvíkar sunnudagin. Tað hevur verið uppá tal at býta um, so KÍ fór til Runavíkar hetta vikuskiftið, [...] Hann skuldi royna í gjárkvøldið. Hjá NSÍ hevur eingin leikbann, og eingin er skaddur. Abraham Hansen hevur verið burtur í arbeiðsørindum alla vikuna, men hann verður í hvussu so er við í hópinum. NSÍ hevur [...] hevur ongantíð vunnið landskappingardyst í Klaksvík., men í 1994 vunnu teir fyrru semifinaluna í steypakappingini 2-1.
verður 27 august í Budapest. Føroyingar hava bert einaferð spælt móti ungarskum liðum áður, og tað var í fjør, tá KÍ royndi seg í móti Ujpesti. Teir taptu 6-0 í Budapest, men máttu í seinastu løtu lúta [...] yrkisspælarar úr Ísrael og Ungarn. Hjá HB eydnaðist nakað betri í so máta, og oddaliðið í landskappingini fær ein finskt lið at dystast við. Gøtumenn skulu spæla ímóti FC Budapest í innleiðandi umfarinum til [...] Á middegi í gjár gjørdist tað greitt, hvørji liðini verða, sum føroyingar skulu hitta í Europa-Cup fótbólti í ár. Og tað gjørdist eitt heitt lutakast. Ið hvussu er fyri B36 og GÍ, sum skulu suðureftir
8 John PetersenB367 Allan MørkøreHB7 Rógvi JacobsenKÍ7 Jón Pauli OlsenVB(1) 7 Óli HansenNSÍ6 Súni Fr. JohannesenHB4 Mariniak MaciejÍF4 John HansenKÍ4 Eyðun SvalbardTB4 Milan KuljicVB4 [...] Eyðun Jacobsen, Jón Gærdbo, Magni Jacobsen ? John Eystberg, Milan Kuljic, Milan Milanovic (Mikael í Lágabø, 75.) ? Jón Pauli Olsen, Birgir Jørgensen (Dan Djurhuus, 46.) Gult kort: Marner Richard, Milan [...] John Petersen, Ronnie Samuelsen Gult kort: Eingin Dómari: Lassin Isaksen Støðan 1. HB97-2-022-723 2. KÍ95-3-121-1218 3. NSÍ95-2-221-1317 4. B3693-4-218-913 5. VB93-3-315-1512 6. GÍ93-3-312-1312 7. B6893
Í fjør fingu fótbóltshugaðir føroyingar eitt rættiligt upplivilsi, tá mætu Glasgow Rangers, við Brian Laudrup á odda, vitjaðu á Svangaskarði í Europa-Cup kapping. Í ár verður eingin vitjan av útlendskum [...] Allani Simonsen. ? Tað verður strævið at spæla í hitanum í Ísrael, men málið hjá okkum hevur allatíðina verið at koma víðari. Beitar Jerusalem er størsta felagið í Ísrael, allir spælararnir eru yrkisspælarar [...] víðari í Europa-Cup hvørja ferð, og venjarin hjá okkum ivast ikki í, at tað skal verða málið hjá HB eisini. Hann er ikki so varðin, sum vit føroyingar ofta eru tað, sigur Kaj Leo Johannesen. ? Í fjør hildu
á Akureyri í Íslandi frá 2. til 9. august og í EM-kapping, sum verður í Føroyum frá 7. til 13. september. Næsta týsdag verður venjingarlega á Svangaskarði og spælararnir verða saman í tríggjar dagar. [...] Landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen hevur úttikið liðið, sum skal umboðað Føroyar í NM og EM kappingum fyri U16 lið í august og september. Spælararnir, sum eru úttiknir, eru: Brynjálvur Nielsen, NSÍ, Kristian [...] Símun Joensen, KÍ, Jón Rói Jacobsen, Vagnur M. Mortensen, Teitur Ellingsgaard, HB, Elfinn Ørvarodd, SÍF, Bárður Johannesen, Niels Joensen, Poul Næss Joensen, B36. U16 liðið skal verða við í NM kapping á
LÍF B36 hevur ikki staðið seg eins væl í fyrru hálvu av landskappingini í ár, sum teir gjørdu í fjør, tá teir vóru besta liðið í landinum. Tað hevur fingið felagið í holt við at finna nýggjar spælarar, og [...] LÍF, um at hann skuldi skifta til teir. Olgar hevur verið sáttmálabundin í Klaksvík, og tí hevur LÍF keypt Olgar leysan úr KÍ. Í KÍ vilja teir ikki siga, hvussu nógvar pengar LÍF skuldi av við, men eitt [...] eg sleppi at spæla í B36 eftir summarsteðgin, sigur Olgar Danielsen. ? At skifta til B36 er sjálvandi ein heilt onnur avbjóðing enn tann í LÍF. B36 spælir í 1. deild og teir eru við í Europa-Cup. Og hagtølini