Í fjør fingu fótbóltshugaðir føroyingar eitt rættiligt upplivilsi, tá mætu Glasgow Rangers, við Brian Laudrup á odda, vitjaðu á Svangaskarði í Europa-Cup kapping.
Í ár verður eingin vitjan av útlendskum felag, sum kan líknast saman við Rangers.
Føroysku fótbóltsfeløgini hava í euorpeisku kappingunum drigið lið, sum valla fær blóðið í kók hjá viðhaldsfólkunum, men liðini eru øll sterkari enn tey føroysku, og serliga á útivølli fara føroysku spælararnir at fáa sína sak fyri.
? Eg kenni púrt einki til FC Budapest, men vit vita væl, at tað verður ein stór uppgáva. Tað sum vit vita um ungarskan fótbólt er, at teir spæla tekniskt góðan fótbólt og hava nógvar góðar og kvikar spælarar, sigur Magni Jarnskor, liðskipari hjá GÍ.
? Vit vónaðu, at vit fóru at fáa FC Keypmannahavn, tí tað hevði verið ein sera spennandi uppgáva, men lutakastið vildi tað øðrvísi.
Og lutakastið vildi tað so nógv øðrvísi, at FCK sleppur heilt til Azerbajdsjan at spæla.
Málið er at
koma víðari
HB hevur fingið finskt felag at spæla ímóti, og teir kenna heldur einki til Vasa, sum er úr býnum við sama navnið, vesturi móti Botnsvíkini.
? Vit eru nøgdir við lutakastið, tí vit hava ofta ferðast langt, og tí er tað gott at verða her í norðurlondum hesaferð, sigur Kaj Leo Johannesen, málverji hjá HB.
? Eg veit ikki hvussu styrkini hjá finska liðnum er, men eg meti okkum altíð hava ein kjans, og málið hjá okkum má verða at koma víðari, sjálvt um tað verður ein stór uppgáva.
Kaj Leo Johannesen hevur verið við í øllum Europa-Cup dystunum hjá HB, og hann hevur verið við til góðar og minni góðar dystir.
? Vit vita hvussu ótrúliga trupult tað er at spæla í nógvum hita, og tí er tað eisini gott at vit skulu til Finlands, har hitin ikki er so øðiligur sum sunnanfyri.
Verður strævið
í hitanum
Spælararnir hjá B36 standa eisini á berum, tá teir skulu tosa um mótstøðuliðið hjá sær, Beitar Jerusalem.
? Eg kenni einki til teir, men eri glaður fyri, at vit sleppa til Ísraels heldur enn at fara eystureftir, sigur Pól Thorsteinsson, sum skal royna Europa-Cup fótbólt fyri fyrstu ferð.
Hann hevur tó royndir frá landsliðsfótbólti, og er ein av teimum nýggju monnunum hjá Allani Simonsen.
? Tað verður strævið at spæla í hitanum í Ísrael, men málið hjá okkum hevur allatíðina verið at koma víðari.
Beitar Jerusalem er størsta felagið í Ísrael, allir spælararnir eru yrkisspælarar, og á liðnum eru landsliðsspælarar úr bæði Ísrael, Ungarn og Ukraina. Bara tað ber boð um, at uppgávan hjá B36 er stór.
Spælararnir hjá B36 fáa íiki summarfrí í ár, og fara møguliga til Danmarkar at venja.
? Tað er strævið at skula venja alt summar, men tað er prísurin fyri at sleppa at spæla Europa-Cup, og eg gleði meg nógv til dystirnar, sigur Pól Thorsteinsson.
Hann hevur verið heima í Vági síðani leygardagin, men í dag skal hann aftur norður til Havnar at venja, og so verður hann verðandi norðanfyri, sjálvt um hann hevur frí frá arbeiði næsta mánaðin.
Venja fleiri ferðir
um dagin
Í grannafelagnum HB fara teir eisini at fyrireika seg væl til altjóða uppgávuna.
Sunnudagin fara teir til Brøndby á venjingarlegu, og teir ætla sær at venja fleiri ferðir um dagin alla næstu viku.
? Føroyskur fótbóltur skal miðja fram ímóti at koma víðari í Europa-Cup hvørja ferð, og venjarin hjá okkum ivast ikki í, at tað skal verða málið hjá HB eisini. Hann er ikki so varðin, sum vit føroyingar ofta eru tað, sigur Kaj Leo Johannesen.
? Í fjør hildu vit okkum hava góðan møguleika fyri at koma víðari, men tað gekk illa á útivølli. Men sjálvt eftir slíkt úrslit, trúgva vit framvegis uppá møguleikan.
Í GÍ eru nú teir meira varnir, eftir at teir hava verið nær við at koma víðari áður.
? Vit vilja gjarna sleppa víðari, men vit vita at tað verður trupult. Spurningurn er altíð hvussu vit klára okkum á útivølli, tí tá plaga liðini at storma okkum. Kunnu vit standa ímóti tá, so er møguleiki fyri onkrum á heimavølli, heldur Magni Jarnskor.