U21-landsliðið hevur eina lítla favorittstøðu móti Estlandi

Her eru oddsini upp á U21 EM-undankappingardystin Føroyar-Estland

Í kvøld klokkan 18 spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini.

Við Djúpumýru í Klaksvík taka Føroyar móti Estlandi í fyrsta dystinum við Ólavi Mikkelsen (myndin) við róðrið.

Føroyar hava eina pinkalítla favorittstøðu hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

Oddsini upp á heimasigur til Føroyar liggja millum 2,05 og 2,23. 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,45.

Oddsini upp á útisigur til Estland liggja millum 3,05 og 3,39.

HER eru oddsini: