men tann toskur, sum er, hevur havt góðan prís. Høgni Hansen sigur, at toskur 1 og 2 hevur ligið millum 23 og 24 krónur og heilt upp í 25 krónur fyri kilo, meðan toskur 3 og 4 hevur ligið upp í 21 krónur [...] krónur fyri kilo. - Toskurin av Føroyabanka hevur ligið uppaftur hægri í prísi, leggur hann aftrat.
orsakað av turki. Tað hevur verið sera heitt í Fraklandi í seinastuni. Nógvastaðni og serliga har suðuri í landinum hevur hitin ligið oman fyri 30 stig hvønn dag, og nógvastaðni hevur tað ikki regnað í longri [...] eingi útlit eru fyri regni. Tann nógvi hitin er heldur ikki vandaleysur, og heilsumálaráðið í París hevur heitt á tey gomlu og veiku um at drekka nóg mikið av vatni, so leingi tað er so heitt. Fyri trimum
sjálv kann spælast á ólavsøku. Ólavsøkufinalan hevur annars verið fastur táttur seinastu seks árini. Størsti vandin fyri at hendan ikki kundi avgreiðast hevur annars verið, um altjóða uppgávur hjá øðrum av [...] Fótbóltur Vísandi til óvissuna, sum hevur valdað um steypakappingina, boðar FSF nú frá, at kappingin fyribils verður útsett. Vísandi til ta óvissu, sum í løtuni er um kappingina um Løgmanssteypið, og at [...] at fjórðingsfinaludysturin millum EB/ST-VB/SUMBA 28.06.06 ikki varð leiktur, hevur kappingarnevndin gjørt av, at hálvfinalurnar og finalan um Løgmanssteypið eru fyribils útsettar, stendur á heimasíðuni
Michael Schumacher hevur vunnið koyringina í Immola seks ferðir, og síðan 1999, hevur hann vunnið allar koyringarnar uttan í 2001, tá lítli beiggin Ralf vann. Í seinastu koyring fyri tveimum vikum síðan [...] Schumacher sjálvur koyrdi við nógvari ferð út av tá bremsurnar knappiliga ikki riggaðu. Seinastu vikuna hevur Schumacher í fleiri dagar koyrt yvir 100 umferðir við bilinum, og tað tykist sum um trupulleikarnir [...] Renault koyrari endar á ovasta sigursskammli. Fernando Alonso tykist at verða best upplagdur. Hann hevur vunnið tvær tær seinastu koyringarnar. Men italiumaðurin Giancarlo Fisichella vil óivað fegin vinna
trupulleikar, eftir at fremsti ráðgevin hjá landsins varaforseta hevur fingið 15 ára fongsul fyri svik. Handilsmaðurin Schabir Shaik hevur verið fíggjarráðgevi hjá Jacob Zuma, varaforseta, og undir rættarmálinum [...] num kom fram, at varaforsetin var vitandi um partar av tí ólógliga virksemið hjá ráðgevanum. Tað hevur fingið andstøðuna og teir suðurafrikonsku fjølmiðlarnar at krevja, at varaforsetin fer frá, samstundis [...] unga fólkið. Harafturat er hann av zulu-fólkinum og fær dyggan stuðul frá teimum, og hesum stuðuli hevur ANC brúk fyri, skrivar AP.
Parkinsonfelagið hevur havt aðalfund og valt nýggja nevnd. Nevndin hevur skipað seg við Kristinu Vesturklett sum formanni, Onnu Mariu Poulsen, sum næstformanni, Barbaru á Tjaldrafløtti sum skrivara, Hildebjørg [...] Varalimir eru Anna Berg og Gunnhild Petersen. Parkinsonfelagið varð stovnað í februar í 1990 og hevur m.a. til endamáls: ?at betra viðurskiftini hjá parkinsonsjúklingum ?at veita upplýsing um sjúkuna [...] og altjóða samstarvi. Felagið skipar av og á fyri tiltøkum, og lýst verður tá í bløðunum. Felagið hevur 135 limir. Ilt er at siga júst hvussu nógv fólk í Føroyum hava parkinsonsjúkuna, men mett verður,
sáttmálanum kosta 16 milliardir norskar krónur. Men í seinastuni hevur nógv verið tosað um prísin, eftir at tað er komið fram, at Izar hevur fingið stóran stuðul frá sponsku stjórnini fyri at kunna kappast [...] kappast við útlendskar skipasmiðjur. Stjórin á skipasmiðjuni er farin frá, og ES hevur gjørt av, at Izar skal gjalda fýra milliardir krónur aftur. Norskar skipasmiðjur royna framvegis at fáa ein part av sáttmálanum [...] men sambært Aftenposten er tað ikki serliga sannlíkt, at tað fer at eydnast teimum. Norska stjórnin hevur fingið at vita frá spaniumonnum, at øll fimn skipini verða bygd og latin norðmonnum sum avtalað.
yngst av fýra syskjum. Hon er skrivstovukvinna og hevur verið 15 ár á skrivstovuni á Føroya Handilsskúla, har hon enn hevur sítt dagliga yrki. Hon hevur sitið í nevndini fyri Parkinsonfelagið frá 1998 til [...] Tórhild er gift við Jógvan F. Olsen úr Hósvík. Tey eru búsitandi í Hvalsoyargøtu í Havn, har mangur hevur sitið væl og nýtt gestablíðni og tí dettur oftani nógv fólk inn á gólvi. Tey eiga sonin Ára. Vinir
ferð Loppugras, ið Sólrún Michelsen hevur skrivað. Hanni Bjartalíð hevur teknað. Í savninum eru tólv yrkingar. Fløga við løgum til átta yrkingar, sum Pauli Hansen hevur gjørt, fylgir við. Børn úr 3. B úr [...] framúr væl skrivaðar fantasy bøkur. Hanni Bjartalíð, sum býr og arbeiðir sum listamaður í Finnlandi, hevur eitt nú myndprýtt bókina, Í Geyma, sum Dánjal Hoydal skrivaði. Loppugras er 32 síður í litum, innbundin
arbeiðið hjá mær fevnir um hasi fýra økini, greiðir Bjørg frá. Bjørg hevur verið í læru í Sjónvarpi Føroya í fýra og eitt hálvt ár, harav hevur hon verið 55 vikur í Viborg, Danmark, í skúla. ? Eg taki mær av [...] Útbúgving 23 ára gamla fuglafjarðar gentan, Bjørg Mohr Anderssen, hevur júst lokið útbúgving sum miðlatøkningur á Sjónvarpi Føroya. Ein miðlatøkningur tekur sær av fotografering, redigering, ljósi og ljóði [...] "all around", sigur Bjørg Mohr Anderssen. ? Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og sum miðlatøkningur hevur tú ábyrgd á næsta øllum økjum. Sosialurin ynskir Bjørg hjartaliga tillukku við útbúgvingini, sum fyrsti