Kappingarnevndin sigur, at um B68 vinnur móti EB/Streymi, so fara B68 og TB upp, og B36 og KÍ niður. Um B68 tapir móti EB/Streymi, so fer TB upp og B36 niður. Í tí førinum kann B68 ikki flyta upp úr 4. deild [...] gjár skrivaðu vit, at B36 er flutt niður úr 3. deild, at KÍ sleppur undan niðurflyting, um B68 tapir móti EB/Streymi, og at KÍ skal spæla um eitt pláss í 3. deild móti TB, um B68 vinnur móti EB/Streymi [...] heilt greitt, tá vit fregnaðust í gjár, men alt bendi á, at spurningurin um, hvørt næstbesta liðið hjá B68 ella besta liðið hjá EB/Streymi skal hava rættin at taka lut í 2. deild í 1999, verður avgjørdur nú
Klokkan 17 skuldi seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym byrja á Svangaskarði á Toftum. Men dysturin er útsettur vegna vánalig veðurlíkindi. Í samrøðu við Petur Asbjørn [...] spældur á Tórsvølli í kvøld klokkan 20, men tað er ikki staðfest av kappingarnevndini hjá FSF enn. B68 vann 3-0 í fyrru hálvfinaluni, ið var leikt í Hólmanum á Eiði.