Klokkan 17 skuldi seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym byrja á Svangaskarði á Toftum.
Men dysturin er útsettur vegna vánalig veðurlíkindi.
Í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig á FM1 staðfesti høvuðsdómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen, at veðurlíkindini vóru ov vánalig.
Enn er óvist nær dysturin verður spældur.
Óváttaðar søgur siga, at dysturin verður spældur á Tórsvølli í kvøld klokkan 20, men tað er ikki staðfest av kappingarnevndini hjá FSF enn.
B68 vann 3-0 í fyrru hálvfinaluni, ið var leikt í Hólmanum á Eiði.