Dagfinn Olsen er hoyvíkingur, men hevur búð nógv ár í Vági. Hann er lærari og fæst eisini við fjølmiðlaarbeiði hjá okkum í Miðlahúsinum. Hann er eisini kendur sum tónleikari og orð- og tónasmiður.
Hann var við í hoyvíksbólkinum Springs og gav seinni út undir egnum navni. Haðani kenna vit eitt nú løgini »Fagri Flokkur« og »Prikkuta Mona«.
Seinnu árini hevur hann spælt nógv við Hjalmari Magnussen, og teir báðir eru eisini við í bólkinum Hvarv, sum fer á pall í annaðkvøld, leygarkvøldið, á Ljósfest.
Bólkurin hevur givið út áður, men í ár hevur Hvarv givið út tvey nýggj løg, og meira er ávegis, og verður okkurt av hesum óivað at hoyra á ljósfest 2025.