Næraberg hevur verið í vinnu í níggju mánaðir í ár og hevur fiskað fyri stívliga 100 miljónir krónur. - Raksturin hevur givið undirskot í fleiri ár, men hevði Næraberg verið byrjaður á 0 í ár, hevði slett ikki [...] bíligari í eitt nú viðlíkahaldi. Aftur í januar Gongst sum ætlað hjá Atlantic Navigator, kemur skipið ikki til lands aftur fyrr enn umleið 20. januar. Nakrir serfrøðingar og onnur eru umborð, sum skulu í land [...] verri at fáa fatur á í stórum nøgdum. Tá ið Sosialurin frætti úr Klaksvík í morgun, visti Hans Arni at siga, at Atlantic Navigator hevur havt tvey hál og hevði trolið úti á triðja sinni í føroyskum sjógvi
Kvinnurnar hjá Kyndli fáa úr at gera í ár. Ikki einans skulu tær royna at verja greipuna frá í fjør, men harnæst skulu tær í næsta mánaði eisini spæla EHF-Cup dystir ímóti Femina Vise úr Belgia. - Vit [...] Heinadóttir eru ikki við í ár, men hinvegin er Tomma Petersen byrjað aftur og Marianna G. Eystberg er komin aftur av skúla í Danmark. - Onkrar av teimum ungu hava longu spælt í fýra ella fimm ár, so hóast [...] ystin sunnudagin á heimavølli ímóti VB. Upptaktir til kappingarárið hjá øllum liðunum kunnu lesast í Vikublaðnum, sum er borið út kring alt landið.
sum saman við barnagarðinum var í ovaru hæddini í gamla B68-húsinum, flutti eitt sindur seinni eisini í onnur høli. Tá varð barnatalið í barnagarðinum økt uppí 56 børn í trimum stovum.?? Góðar umstøður [...] um í barnagarðinum á Svangaskarði á Toftum í gjár, segði Tóra Johannesen, leiðari, at tað var í februar 2002, at barnagarðurin byrjaði sum ein útibarnagarður við plássi fyri 24 børnum. Hetta var í gamla [...] - Stóri tørvurin á plássum gjørdi, at í oktober 2003 læt ein stova upp aftrat, og tá flutti frítíðarskúlin, sum hevði verið í niðaru hæddini í gamla B68-húsinum, í onnur høli. Nú fóru vit frá at vera ein
inn í eina bygd, og vóru boðin inn í eini fátæk hús, har ein kona tók ímóti teimum. Henda konan átti ein hóp av børnum, og gekk haraftrat við einum í móðurlívi. - Hon var í ferð við at kóka okkurt í eini [...] her í kjallaranum í Christianskirkjuni. Klæðir, skógvar, eskjur og posar liggja hvørt um annað. Kortini bendir einki á at óskil er í. Fólk úr øllum landinum lata lutir til hetta hjálpararbeiðið í Rumenien [...] verður í vár! Kókaði beinið í ein mánað Undir eini av ferðum sínum í Rumenien fekk Marjun veruliga prógv fyri, hvussu lítið fólkið hevur bæði til klædna og til matna. Ein dagin vóru tey farin niðan í fjøllini
okkara egna neyst. 1. apríl, tá vit byrjaðu venjingina í bátinum var arbeiðið longu byrjað, og tað verður ikki liðugt fyrr enn mitt í juni mánaði. Tá er bara hálvurannar mánaður eftir av kappingini, so [...] Kappróður Fyri einum góðum mánaði síðan fór býráðið undir umfatandi arbeiðið, við at seta gøtuna frá Skálatrøð og yvir at Mullers pakkhúsi í stand. Sonevndu lágakei og høgakei skulu steinsetast av nýggjum [...] forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri, sigur, at umboð fyri felagið vóru og tosaðu við býráðið, so skjótt tey frættu um ætlaninar. - Vit fingu einki at vita um ætlaninar, hóast arbeiðið fer fram í túninum uttanfyri
somu borgarunum í størri álvara. - Eitt nú at sett seg inn í støðuna á hægstu feriutíð – ein støða, ið var minst líka ring, um ikki verri enn undir verkfallinum í desember 2017 og januar 2018. Lagt verður [...] Føroya Pedagogfelag og limir tess frá politiskum myndugleikunum, sum ikki vilja taka ábyrgd, hevur í longri tíð verið øgiligur. Tað sigur felagið, sum vísir á, at Tordur Niclasen helst hevur misskilt nøkur [...] Føroya Pedagogfelag koyrdi borgarar úr sínum egna heimi undir verkfallinum. Føroya Pedagogfelag vísir í kvøld á, at tað er ikki felagið, sum hevur ábyrg av borgaranum, tí hesa ábyrgd eigur landið! - Tá eingin
eftir at gongd kom á hjá Sandoy Seafood, tá komið varð nakað út í januar, hevur rættiliga støðugt fiskaarbeiði verið í Skopun, bæði í januar, februar, mars og apríl. - Men, seinastu tvær vikurnar hevur tó [...] arbeiði, ert tú vælkomin at skriva í boðklivan ella ringja…" Soleiðis ljóðaði ein lýsing hjá P/F Sandoy Seafood á netinum herfyri. Tað er hetta felag, sum rekur fiskavirkið í Skopun, og tað er, at teimum vantar [...] síðan, sigur virkisleiðarin á Sandoy Seafood í Skopun, Martin Olsen, sum kundi hugsað sær eini 8-10 fólk aftrat, tá mest er at gera. Fyrri helmingur av januar er gjarna slakur á føroysku fiskavirkjunum,
DÁLKING Í Sosialinum í gjár vóru nakrar ótespiligar myndir at síggja frá Vágsfirði, sum enn er oljudálkaður, eftir at leki kom á ein av tangunum hjá SEV í Vági fyri góðum mánaði síðani. Úr Vági frættist [...] á Føroya Náttúrugripasavni, sigur, at tað sjálvandi er óheppið, tá slíkir lekar henda, men at tey í hesum førinum bóru skjótt at, og tað er rætt ikki at nýta kemikaliir at reinsa økið frammi við landi [...] sera trupult at reinsa slíkan fugl. Dorete Bloch minnir á støðuna eftir seinna heimsbardaga, tá skip í hópatali vórðu søkt, og olja fleyt á høvunum. Men hóast hetta dálkaði, týndi tað ikki eitt nú æðustovnin
sum skoraði tvey av týsku málunum í kvøld. Til dagliga spælir hann við Schalke 04, har hann er ein av stuðulsleikarunum á liðnum. Í løtuni er Schalke 04 nummar trý í týsku Bundesligaini. Lagið var sum [...] Spurdur, um hann fer at spæla í Premier League í framtíðini, svaraði Meyer aftur við einum sera ,,politiskt korrektum" svari. - Ongin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða. Í løtuni spæli eg við Schalke 04 [...] nakar ivi um úrslitið, tá ið týsku U21-stjørnurnar úr Bundesligaini vóru á vitjan á Tórsvølli fyrr í kvøld. U21-landsdysturin ímillum Føroyar og Týskland endaði 0-6, og týski sigurin hevði lættliga kunnað
her á Kósini, síðani hann fyrstu ferð fór til arbeiðis ein dag í mars mánaði 1977. Tá Sosialurin vitjaði í saltfiskinum á Kósini fyrrapartin í gjár, vóru tey eini 12-15 fólk til arbeiðis. Uppgávan hjá Bergur [...] arbeiðis í dag, men spurningurin er hvussu leingi aftrat: - Í dag pakka vit saltað longufløk til europeiska meginlandið. Sovítt sum vit vita, verður arbeiði í øllum førum hesa vikuna og kanska nakað út í næstu [...] Hvussu leingi aftrat verða vit til arbeiðis her í saltfiskinum?! Sjálvur roknar hann við at vera til arbeiðis nakrar dagar í komandi viku, men alt er enn í tí óvissa. Tí, sum Bergur sigur: - Tað verður tosað