– 125 ár eftir at gamla Dansistovan, forsamlingshúsið og sjónleikarahúsið var tikið í nýtslu í 1898. – Mentanarhúsið er fyrst og fremst eitt mentnarhús, men tað skal eisini kunna so mangt annað [...] framløgum og framsýningum. Her eru eisini flytiligir veggir, sum kunnu gera hølið størri og minni. Stóra høllin ber 250 fólk í reyðum, bleytum stólum, og svalin ber 108 fólkum eisini í reyðum og bleytum [...] spæli og venjingarklivar, listaverkstað, stóra listagoymslu, fleiri ymisk framsýningarhøli, trý fundarhøli í miðhæddini og tvey – eitt størri og eitt minni – á loftinum í gamla Posthúsinum. Her
Arbeiðið tók hálvttriðja ár, og 30. oktober stóð brúgvin liðug. Hon er 220 metrar long, níggju og hálvan metur breið og 17 metrar høg. Brúgvin kostaði 13 mió. kr. og dýpingin og siglingarrennan góðar tvær [...] mínir halda fram, og tá teir doyggja, eru abbasynir mínir fúsir at taka við og síðani synir og abbasynir og soleiðis víðari. Hvussu høg, tey enn eru, so kunnu fjøllini ikki gerast hægri, og fyri hvørt sindur [...] gamlir menn, sum við haka, spaka og hjólbøru fóru undir at byggja vegir, grava fyri telefonsteyrum og laða brýr, byrgja orkuna inni, sum áirnar goymdu, og verja móti brimi, og soleiðis vórðu Føroyar bygdar
- Ein slík verkætlan krevur fyrst og fremst politikarar, sum tora at taka stórar avgerðir. Tað høvdu vit, og tað hava vit. Hesi árini hava vit havt skiftandi løgtingslimir og skiftandi landsstýrisfólk at [...] upp úr slíðranum, og tað tók honum nøkur sekund at kvetta snórin. Tað var ein ovurfegin borgarstjóri, sum veipaði við báðum ørmum og grindaknívinum á lofti, tá snórurin var burtur, og tunnilin nú alment [...] eisini stór tøk. Bergur Poulsen kom í nevndina og gjørdist nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar. Hann segði, at hetta kom eitt sindur óvæntað á hann, og hann hevði ikki gjørt sær so nógvar tankar
men eg gleðist og hugni mær ta løtuna, vit lata gávur upp. Gjarna liggur ein bók ella tvær undir trænum til mín. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini snúgva seg fyrst og fremst um at vera saman [...] n broytist við árunum. Ruth Vang sigur, at tá hon var yngri, og børnini vóru smærri, gekk hon høgt uppí fyrireikingarnar, og hon pyntaði og bakaði. - Í dag dugi eg betri at hugna mær - uttan at alt er [...] heima hjá okkum í J. Paturssonargøtu saman við mammu míni og yngru børnunum, sum bæði koma heim úr Danmark. Elsta dóttirin heldur jólaaftan við manni og børnum saman við verfamiljuni. Tað sigur Ruth Vang, sum
óvanliga tætt og spennandi, tá ið punktum varð sett fyri kappróðurin á jóansøku. Firvaldur av Tvøroyri vann bæði í Klaksvík og í Kollafirði, men í dag var tað Tjaldrið av Glyvrum, sum var fyrst á mál. Firvaldur [...] tað spenningur, og fram ímóti málinum styttist og styttist munurin, inntil Tjaldrið á málinum var hálvan stavnin undar Firvaldi. Teir báðir fremstu bátarnir vóru langt undan hinum. Erla Kongsdóttir úr [...] Firvaldur var fremst stóran part av róðrinum, men Tjaldrið vildi ikki sleppa. Guli báturin var eina løtu tað mesta av einari bátslongd aftanfyri Firvald, men tá ið tað varð farið undir endaspurtin, var tað
Vági. Sílið úr Havn hevur verið fremst tvær tær undanfarnu ferðirnar, og Sílið var aftur í dag fyrst á mál. Ørnin úr Sandavági var í dag næstfyrst fyri triðju ferð, og Drekin hjá Havnar Róðrarfelag var [...] plássið var øgilig. Ørnin og Drekin togaðust leingi borð um borð, men so sá tað út til, at tær úr Sandavági høvdu størri orku. Men so var tað í endaspurtinum, at Drekin svaraði aftur, og tá ið bátarnir fóru [...] fóru um málið, var munurin frá Ørnini og aftur til Drekan lítil og eingin.
almenna FM kappingin, og framgongdin er stór. Vit síggja millum 5 og 10 met í hvørjari kapping, og nýggir lyftarar leggjast støðugt afturat. Einir 40 lyftarar hava kappast higartil, og í løtuni eru uml. 45 [...] Styrkiítróttur er fyri øll, her er eitt stuðlandi umhvørvi og góður felagskapur. Tað er stuttligt og gott fyri kropp og sinn at venja styrki og styrkivenjing er gott grundarlag í øðrum ítrótti. Øll, sum [...] annahvørt beint upp um høvd (Snatch), ella upp um bringuna og síðani upp um høvd (Jerk). Í kúlulyfting eru fleiri endurtøkur og tað krevur teknikk og góða orka (konditión). ##med3## Sí heimasíðuna hjá Føroya
teknað og málað á veggir, sum seinni skuldi tapetserast, og ikki minst bleiv teknað á køksborðið, og so vaskað aftur. Har var nógv lív í, og nógv skuldi roynast, bæði inni og úti. Mangan hava babba og Olivur [...] silgdi og var mangan langar túrar burtur. Tíðirnar kunnu ikki samanberast við í dag. Túrarnir vóru langir og baldrutur, og ikki kundi nógv frættast millum heimini og teir, sum vóru umborð. Sybilla og Hans [...] Hans, omma og abbi, livdu eitt vanligt friðarligt lív. Bæði høvdu tey góð handalig evnir. Omma bant, seymaði og spældi klaver, og abbi kom úr eini framilju við bæði húsa- og bátasmíð og dugdi sera væl at
leiðslu, starvsfólk og foreldur, at ætlanin er at leggja stovnin inn undir fullan kommunalan rakstur. Slíkar ætlanir hava avleiðingar, sum eiga at verða lýstar, og kunningin átti fyrst og fremst at verið beinleiðis [...] støðufesti og tryggleika fyri børnini. Sjálvsognarstovnur Dagstovnur Sankta Jósefs er sjálvsognarstovnur, og er skipaður við leiðara og eini nevnd við umboðum fyri fransiskanarasystrunum, foreldrum og Tórshavnar [...] námsfrøðiligu dygdini á stovninum, eins og hon bjóðar sernámsfrøðiliga ráðgeving og stuðul. Stovnurin hevur tó egna fíggjarstýring og ræði at raðfesta eftir tørvi og áhugamálum, sum eru galdandi á júst okkara
feløg, avvarðandi og politiski myndugleikin kunnu nú samfegnast. Væl og leingi er sátt, nú verður heystað. Hetta er fyrstu ferð, at bygt verður til málbólkin í Føroyum. Men fyrst og fremst hevur hesin dagur [...] bygningur og eitt heimligt heim, men ein sólstrála og ein viti og vitni um, at nú skriva vit nýggja søgu í Føroyum, ikki bara fyri tykkum, men eisini og fyri okkum. Tí tað finst nevniliga onki vit og tit - [...] mong og okkara samtíð, samleika og søgu. Slík arr verða ikki burtur og skulu ikki goymast burtur. Tey skulu vísa okkum á órættin, sum fór fram og minna okkum á okkara skyldu at gera tað betri, og okkara