Varpið – mentanarhús 125 ár eftir Dansistovuna

HÓSDAGIN LATA DYRNAR UPP Í VARPINUM VIÐ DRÚGVARI, UNDIRHALDANDI OG SPENNANDI SKRÁ

Í 1970'UNUM VARÐ DANSISTOVAN Í Klaksvík brotin niður av fólki, sum tá ynsktu meira tíðarhóskandi karmar til felags­ og mentanarlív í Klaksvík.

 

Men ikki fyrr enn nú røkist fyri, at so kann verða við einum røttum nútíðar mentanarhúsi, sum kann verða so mangt annað – 125 ár eftir at gamla Dansistovan, forsamlingshúsið og sjónleikarahúsið var tikið í nýtslu í 1898.

 

– Mentanarhúsið er fyrst og fremst eitt mentnarhús, men tað skal eisini kunna so mangt annað. Hevur ein býarsal, sum er partur av eini kafé, ið eisini skal kunna nýtast til kvøldsetur, framløgur, framsýningar og enntá til býráðsfundir eina ferð um mánaðin, greiðir Dávur Winther frá, sum er formaður í grunninum fyri Mentanarhúsið.

 

##med2##

##med3##

Niðri undir er ein stór foyé, sum kann hýsa smærri konsertum, kvøldsetum, framløgum og framsýningum. Her eru eisini flytiligir veggir, sum kunnu gera hølið størri og minni.

 

Stóra høllin ber 250 fólk í reyðum, bleytum stólum, og svalin ber 108 fólkum eisini í reyðum og bleytum stólum. Tilsamans sita 358 fólk væl í stóru høllini, greiðir Dávur Winther frá.

 

Tó kann gólvið, sum hevur eina »orkesturgrøv«, gerast slætt, so tá kunnu sita munandi fleiri í høllini. Uppi undir loftinum eru fimm teknikkbrúgvar, sum kunnu bera ymar ljóssetingar og aðra tøkni. Stórt ljóðannlegg er í húsinum, sum kann síni ting. Á pallinum er stórur flytiligur veggur, sum kann standaí trimum ymskum støðum.

 

Húsið hevur tríggjar minni og størri spæli­ og venjingarklivar, listaverkstað, stóra listagoymslu, fleiri ymisk framsýningarhøli, trý fundarhøli í miðhæddini og tvey – eitt størri og eitt minni – á loftinum í gamla Posthúsinum. Her kunnu feløg og einstaklingar eisini bóka seg inn til ymsu fundarhølini.

 

Undir pallinum eru tvey skiftingar­ og sminkurúm, stórt wc við bað, te­køkur o.a. hentleikar. Her eru eisini flytiligir veggir, sum kunnu gera »back­stage­ økið« størri og minni. Alt eftir tørvi.

 

– Samanumtikið eitt rættiliga fleksibult hús, har bert hugflogið setur mørkini. Og sjálvandi ber eisini til í hesum framkomna húsi at hava størri og minni ráðstevnur og samkomur av ymiskum slag, sigur Dávur Winther.

 

##med4##

– Hotellið sum er farið av bakkastokki, kemur eisni at vera ein viðspælari fyri mentanarhúsið, eins og mentanarhúsið eisini verður tað fyri hotellið. Vit ganga eini spennandi tíð í møti í Klaksík, sigur Dávur Winther sannførdur.

 

– Jú, sanniliga hava vit nógv at gleða okkum til, nú dyrnar verða latnar upp í Varpinum, hósdagin komandi – 19. oktober 2023 klokkan 19 við drúgvari, undirhaldandi og spennandi skrá, sum ikki verður kunng jørd fyrr enn í teirri løtu tingini henda!

 

##med5##

Tú ert vælkomin at vera við, sigur ein spentur Dávur Winther.