Avtala millum Fjølrit og Tórshavnar kommunu um er nú undirskrivað. Avtalan er um nýtslu av vardum verkum, og í Tórshavnar kommunu kunnu nú skúlar og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi nú lógliga avrita [...] avrita vard verk til brúk í undirvísingini. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna í morgun. Fjølrit er meginfelag hjá feløgum, sum umboða rættindahavar, tá ið verk, vard av lógini um upphavsrætt, verða nýtt [...] framleiðsla, sama hvar, hvussu ella í hvørjum sniði verkið er skapt ella er til taks. Avtalan millum Tórshavnar kommunu og Fjølrit er ein royndarskipan, sum er galdandi í tvey ár. Avtalan kostar 200 krónur fyri
Við sínum 600 næmingum og 40 lærarum krevur tað sítt at stjórna Tórshavnar Musikkskúla. Tí søkir skúlin nú eftir varaleiðara. Tórshavnar Musikkskúli er týdningarmikil liður í mentanarlívinum í høvuðsstaðnum [...] rvísing til børn og ung á høgum fakligum stigi í eini røð av ljóðførum og sangi. Harumframt er Tórshavnar Musikkskúli virkin kveikjari og samstarvspartur í eini røð av verkætlanum og tiltøkum á føroyska [...] tørvur er á at fáa varaleiðara í starv, og tí verður í hesum døgum verður søkt eftir varaleiðara til Tórshavnar Musikkskúla. TRÝST HER fyri at síggja lýsingina, sum stóð í Sosialinum mikudagin
kilometrar av vegi í Tórshavnar kommunu eru privatir. Tað eru eini 440 privatfólk, ið eiga vegir ella partar av vegum í kommununi, og tað er ikki altíð, at tey vita av hesum sjálvi. Tórshavnar kommuna sigur, [...] kommununi. - Tórshavnar kommuna kann í útgangsstøðinum yvirtaka allar privatar vegir, har tað eru fleiri enn eini hús, og har vegurin hevur praktiskan týdning fyri fleiri borgarar. Tórshavnar kommuna heitir
Hósdagin skipar Tórshavnar kommuna fyri samkomu, tá tríggjar mentanarheiðurslønir M.A. Jacobsen verða latnar. Vanliga verður eisini ein Barnamentanarheiðursløn eisini latin, men í ár metir nevndin, at [...] vera virðislønarvert. Harvið verður ongin Barnamentanarheiðursløn latin. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin [...] vera virðislønarvert. Í ár verður sum nevnt ongin latin. Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir
Tórshavnar Sløkkilið hevur í kvøld eina eftirlýsing á sínari facebook-síðu. Eftirlýsingin er eftir kavarastiganum hjá Tór, bátinum, sum sløkkiliðið hevur sum part av tilbúgvingini hjá Tórshavnar kommunu [...] Vágsbotn, har hann hevur sítt pláss. Men fríggjamorgunin, tá vit vórðu kallaðir út, var stigin burtur. Tórshavnar Sløkkilið vísir á, at ein púta til beinkin í bátinum er eisini burtur. - Veit nakar um stigan og [...] pútuna at siga, biðjast fólk vinarligast siga okkum frá. Stigin er sergjørdur til bátin, sigur Tórshavnar Sløkkilið á sínari facebook-síðu í kvøld. Lagt verður aftrat, at sergjørdi stigin sæst liggja í
partur av borgarunum í Tórshavnar kommunu fáa boðið ókeypis ferðasamband mugu nólsoyingar og hestmenn gjalda fyri somu tænastu. Hetta kann og skal ikki góðtakast. Bjóðar Tórshavnar kommuna eina tænastu út [...] Hanus Pál Jógvansson ---- Í 2007 fór Tórshavnar kommuna undir eina royndarskipan við ókeypis bussleið. Henda skipan hevur verið sera væleydnað og væl móttikin. Í dag taka flest øll fyri givið at býarbussarnir [...] til Nólsoyar og Hestleiðina kostar 500 kr. Hetta er 500 ferðir meira enn restin av borgarunum í Tórshavnar kommunu rindar fyri somu tænastu. Tí er tað av alstórum týdningi at kommunan fær eina avtalu í
ns til Tórshavnar Býráð. HER ber til at hoyra valsending 3, ið var um kommununa fyri øll - Bústaðir. Prátað var við Miliu Egilsnes Anda og Kára Johansen, valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð [...] evnið var: Umhvørvið - Nýggjar tíðir. Jóhann Mortensen og Bjørg Dam, valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð skiftu orð um umhvørvismál. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. HER ber til [...] ferðsluviðurskifti, har prátað var við Odd Færø og Kára Johansen, valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð.
bankabygningurin í Húsagøtu, eru nú seldur. Tórshavnar Býráð upplýsir, at í dag hevur fíggjarnevndin hjá danska Fólkatinginum góðkent avtaluna ímillum Tórshavnar kommunu og Bygningsstyrelsen um bankabygningin [...] væl fyri til teirra virksemi, sigur Býráðið. Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin frá BankNordik 31. mars í ár fyri 40 milliónir krónur. Og nú hevur Tórshavnar kommuna so selt bygningin, umframt grannaognina
Eldraráðið í Tórshavnar Kommunu er nú valt Eftir uppteljing við Snarskivuna hjá Tórshavnar kommunu í kvøld er greitt at fyrst valda umboð til Eldraráðið er verandi formaður Marita Arge Magnussen við 401 [...] Brynhild Danielsen 115 atkv Marjun Sugurdardóttir 84 atkv Hesi fara at mynda annað Eldraráðið í Tórshavnar kommunu. Tilsamans 12 fólk stillaðu upp til valið. Uppgávan hjá Eldraráðnum er at gera vart við [...] um góð ráð á hesum øki. Valda Eldraráðið tekur við eftir ársskiftið og situr í fýra ár. Kelda: Tórshavnar Kommuna
Tórshavnar Manskór fer at hava jólakonsert saman við Ad Libitum og kórinum Glymi. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 9. des. kl. 19.30. Tórshavnar Manskór fer at framføra bæði gamlar, vælkendar [...] jólaløg, gamlar tekstir í nýggjum hami, eins væl og nøkur heilt nýggj verk. Ad Libitum fer saman við Tórshavnar Manskóri m.a. at framføra tann vælkenda sangin Panis Angelicus. Kórið Glymur fer m.a. at syngja [...] útseting, ið Jógvan Telling hevur lagt til rættis. Kórleiðari hjá Glymi er Bjarni Berg. Av verkum, sum Tórshavnar Manskór fer at syngja, kunnu nevnast løg hjá Regin Dahl, og ein nýggj útseting av tjóðsanginum