ikki at finna seg í, og velur tí at hava ein vinnupolitikk, sum forðar fyri hesum. Men hendan politikk ivist eg í, um føroyingar hava! Vit síggja á talvuni, at føroyingar eru klárt á odda í at forvinna lønir [...] manglandi kappingarføri herheima; - bæði í lønum og í avbjóðingum. Tað er her, vit tapa! Jamen, kann tað ikki verða líka mikið, um lønirnar verða forvunnar í útlandinum ella í Føroyum? Men nei, tað er ikki líkað [...] lønir frá føroyingum í vinnu uttanlands árini frá 2004 til 2011 úr 300 mió kr upp til 850 mió. Hetta er nærum ein trýfalding; og svarar (í 2011) til 11% av øllum lønum, sum vóru vunnar í Føroyum og uttanlanda
til ólavsøkusetanina, sum vit kenna hana í dag – og øll árini hava rossini átt heiðurspláss í skrúðgonguni. Poul Mohr ringdi javnan á redaktiónina hjá okkum í Miðlahúsinum, um hann hevði okkurt upp á hjarta [...] varð púra vanligt á mannamunni í mong ár, og tað skurraði illa í oyrunum hjá Poul Mohr. Hann kundi ikki fordraga tað navnið. – Hatta ljóðar so býtt. Skrivið okkurt annað, helt hann fyri. Vit spurdu, hvussu [...] var tann seinasti av teimum, sum var við í fyrstu ólavsøkusrkrúðgonguni í 1942. Hann hevur greitt frá, at menn hittust heima hjá Kjartan Mohr dagin fyri ólavsøku í 1942. Har vóru Gustav Reinert, Edvard Samuelsen
Stórsta búskaparliga, mentanarliga og sosiala menning í Føroya søgu Tað tók 6 ár við Tjóðveldi sum lokomotivi, at broyta eitt samfelag í ruðuleika til eitt skipað samfelag eyðkent av framburði, dirvi og [...] fíggjarmálaráharra standa fram, og lova í minsta lagi 400 milliónir í yvirskoti á fíggjarlógini fyri 2008. Hetta er jú bert rímuligt av tí, at landið nú er í einum óvanliga stórum búskaparvøkstri, so [...] um íløgur o.s.fr. Veitslan gjørdist so góð, at onkur í berum ovfara kæti buldraði eitt so trivaligt hol í Landsbankan, at landsbamka stjórin fór upp í eitt træ at rópa um hjálp. Hann varð tó skjótt togaður
verandi meistararnar og liðið, sum í løtuni liggur best fyri í stríðnum um fyrsta meistaraheitið í nýggju øldini. Herfølge við Jákup Mikkelsen á liðnum hava higartil í ár gjørt øllum spádómum um botnstríð [...] kundi hann senda bóltin í meskarnar. Møguliga kundi Jákup havt vart fyri skotinum, men soleiðis var ikki, og í roynd og veru varð dysturin avgjørdur við hesum málinum. Gaman í royndu teir á heimaliðnum [...] botnstríð og niðurflyting til skammar, og hava ístaðin verið á odda stóran part av kappingarárinum. Síðani vetrarsteðgin hava úrslitini tó ikki verið so góð, men tá einki av hinum liðunum hevur verið nóg støðugt
eisini sárt. Men Brynhild kann gleða seg um at hava eina góða familju. Døturnar og teirra eru nógv um hana. Brynhild og Olfert hava nú í mong ár ár búð í Konradsbrekku, og hetta hevur gjørt okkum til grannar [...] úr Kollafirði. Pápi var Fritleif Johannesen, sonur Petur í Mattalág í Havn. Eg eri eisini fødd í Mattalág, men eri uppvaksin í »Barnabúðini« í Konradsbrekku. Hetta var barndómsheimið hjá rithøvundanum [...] grannahús hjá okkum. Eg byrjaði í nunnuskúlanum, men ræddist so illa nunnurnar, at eg flutti oman í kommunuskúlan, har Poul Jensen var skúlastjóri. Eg gekk í skúla í sjey ár og fór úr skúlanum 14 ára gomul
Sjúrða Holm, fara at koma væl við í dystunum um vikuskifti, tí teir hava allir leikt á besta liðnum hjá VÍF í meiri enn tólv ár. Til dagligt starvast Ingi í Føroya Banka í Vestmanna, og har koma sjálvsagt [...] nærum tað sama, sum vit hava í dag, og hesi bæði árini hava uttan iva styrkt liðið. Somuleiðis er Ingi av teirri fatan, at vestmenningar, í mun til eitt nú strandingar, ikki hava so stóra virðing fyri [...] neyðugu dystarvenjingini í Føroyum í løtuni. Tey flestu feløgini eru ikki av álvara farin undir venjingina, og tí hevur mótstøðan ikki altíð verið so stinn, ið vit hava fingið í teimum heimligu venjing
frama. Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er ikki eitt óvanligt ynski. ? Men eitt er, hvat mann vil hava, eitt annað er, hvat ber til. ? Ivaleyst heldur formaðurin í Føroya arbeiðarafelag [...] nakað serligt. Í Sosialinum herfyri fortaldi Bjarni Joensen, formaður í búskaparráðnum, at lønarvøksturin í londunum, vit kappast við, er eini 2-3% um árið. Tvs, at verða lønarhækkingarar í Føroyum størri [...] mótvegis útlandinum. Hesum er formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki samdur í. ?Lønarvøksturin í londunum, vit kappast við, er minni enn so. ? Tað vil siga, at lønirnar í Føroyum kunnu ikki so frægt sum hækka
og tí hava teir eisini sett sær sum mál, at byrja í smáum at útvega. BjArgir skal ikki setast í skuld fyri at fáa útgerðina og tí ætla bjargingarmenninir at savna pening til útgerðina. ? Vit skulu í fyrsta [...] monnunum er hjálpararbeiði ikki fremmant. Teir hava allir verði skótar og av tí, at teir nú eru ov gamlir til tað, vildu teir fegnir í holt við okkurt annað. Bárður Højgaard, talsmaður hjá nýggja bjargi [...] sigur, at nógv av tí teir teir hava tikist við hjá skótunum minnir um bjargingararbeiði og tí eru teir rættuliga væl fyri. ? Vit hava m. a. sigi nógv hjá skótunum og so hava vit sjálvandi eisini góðan kunnleika
svimjigentan úr Gøtu hevði framt ársins ítrottarbragd í Føroyum 2006. Hetta er annað árið ár rað, at lesararnir velja hana til henda heiður, og tað í sjálvum sær er eitt prógv um, hvussu dugnalig Elspa Mørkøre [...] væl. – Tit umboða tað besta, sum býr í okkum menniskjum – nevniliga, at tá ið á stendur, verður medmenniskja og tað at hjálpa øðrum sett í miðdepilin og alt annað skúgvað til viks, segði løgmaður, sum [...] dómsnevnd kjósa ársins føroying. Nógv fólk var savnað í blaðhúsinum á Smyrilsvegi, og í millum avdúkingarnar kundu tey mongu uppmøttu nýta frálíka tónleikin og lætta og góða matin, sum var at fáa. Aldur ongin
siga annað enn, at røringur hevur verið í Norðurlandahúsinum øll hesi 25 árini í tí inn- og útsúði, sum hevur verið í hesum listaliga torveyga. Norðurlandahúsið, sum sagt, vallar í býarmyndini í Havnini [...] sovandi stráini, hava hesir vetrarlitir í 25 ár teskað sínámillum um ein endaleysan inn- og útsúð undir hesum flagi. Út á várið og um sumrarnar letur henda torva seg í grasgrønan lit og vallar í vár og summarkyldini [...] poetiskari gongd, sum er ljóð av einum inn- og útsúði í ár so mong. Norðurlandahúsið hevur staðið sína roynd hesi 25 árini í runi og brimi, í silvitni, í mjørkatámi, regni og vindi, og alla tíðina hevur hendan