Kemur tú til Havnar sæst Norðurlandahúsið, sum ein torva millum hús og tekjur í Havnini. Hendan torva er okkurgul um heystið og veturin. Hon stendur væl til tær svørtu sprossarnar og teir hvítu skjøldrarnar, ið stinga seg upp næst við. Ikki at tala um, tá ið eitt følv á vetri legst á tey sovandi stráini, hava hesir vetrarlitir í 25 ár teskað sínámillum um ein endaleysan inn- og útsúð undir hesum flagi. Út á várið og um sumrarnar letur henda torva seg í grasgrønan lit og vallar í vár og summarkyldini, ið goymir at einari blómandi megi eins ein torva í berginum.
Norðurlandahúsið og Vatikanið.
Norðurlandahúsið sæst, hóast tað í sínum skrúði ikki er ein prangandi bygningur, men undir hesari grasvaksnu tekju er ein sál. Løgið tykist tað mær, at her búgva ikki fólk, men her darta fólk út og inn tann líðilanga dag. Onkur kundi sagt, tá ið so nógv fólk gingu inn og út, at gáttirnar ikki vóru høgar í hesum skála; men húsið hevur eina ódeyðiliga sál, tí tað goymir at list. Hvussu ofta hevur hesin skáli ikki tikið undir sítt flagtakta veingjabreiði myndlist av ymiskum slag, sjónleik(teatur), kórsang, fólkatónleik, jass, sangleikir, rytmiskan tónleik, klassiskan tónleik, kvæði, stevnur, ymsan fagna, verkætlanir o.s.fr.?
Tað fólksliga hevur eisini átt sítt pláss her til dømis saman við børnunum, tá ið tey við sínum opna sinni eru stokkin inn á gólvið og hava tikið til sín av hesari goymslu, sum hendan torva eigur. Tey eru sum lundar, ið byggja sær holur - skava og grava í torvuni og fara ongantíð at gloyma, tá ið tey áttu dagin og løtuna í hesari moldrúgvu. Við sínum smáu eygum og fittu hondum sluppu tey inn í hetta landið, inn í hendan ævintýraheim og fingu eitt lítið festi, sum bleiv teirra í hesum foldarlívi. Hugsandi er, at tey fara at lata hetta ganga í arv. Eyðsæð liggur eisini ein skylda á herðunum hjá teimum, sum eru í hesum grasvaksna skráa og ansa eftir, at tað fólksliga ikki verður keðiligt og møðsamt at fáast við. Tekur hetta seg upp, verður lítil dugur í restini. Húsið, stjórin og nevndin fyri Norðurlandahúsið eiga at ansa eftir, at eins og vakurt húsið er at sjá og ikki minst innanveggja, so skulu gáttirnar ikki gerast ov lágar, at posakloddar koma at liggja í durinum. Tað er okkum óverdugt. Torvan skal vera eins og ein oyggj, sum hevur sínar hallar, so flogið hjá listini skal hava gott flog – breiða sínar veingir út og fara út yvir tað víða, skaldakenda hav í allar ættir. Bera boð um dygd og góðsku. Sagt verður onkuntíð manna millum, at kennir tú fimm fólk, kennir onkur teirra onkran, sum kennir pávan, sum stendur í sínum “torveyga” í Vatikaninum og sker torv. Frættir hann ein dag um eina torvu so góða og stóra sum hana, ið eitur Norðurlandahúsið í Føroyum, fer hann kanska at hugsa um sítt búpláss í mun til Norðurlandahúsið. Hjá okkum er eingin ivi. Glæstriligt kann tað vera í Vatikaninum, men einki hús er so hjartaligt sum okkara Norðurlandahús. Sjálvandi og “natúrligvís” eigur tað at verða so. Og tað heldur Pávin eisini.
August Strindberg(1849-1912) Vague- Alda. Málað 1901
Teir jørðgrønu litirnir, sum eru um hetta hús, serliga um heystið og veturin, minna um ein málning hjá August Strindberg, ið hongur í Musee D´orsey í París, sum ber heitið, Vague – Alda. Hetta er ein sjáldsamur málningur. Hann er eitt sindur hjálparleysur í sínum kroppi sum málningur, men hevur tú sæð hendan málning eina ferð, so gloymir tú hann ongantíð aftur. Mitt í málninginum er ein alda í sínum skæra, hvíta broti, og aftan fyri alduryggin er ein okkurgulur litur. Loftið er sum steinamosi í vátveðri og havið er eins tungt, døkt, myrkt sum ein moldtorva. Hetta kann vera um morgunin, men tað kann eisini vera um kvøldið, ella er tað kanska upp undir óveður, har tann eina aldan kemur sum eitt óløgi inn á lánna? Aldan er so rein, so rein í sínum hvíta hjóma. Hevði tað verið eftir illveður, so var aldan kanska eitt sindur døkkari. August Strindberg, sum sjálvandi var eitt megnar skald, málaði eisini. Tá ið tað ikki gekst eftir hansara høvdi við skrivingini, fór hann at mála. Hann málaði myndir úr glugganum heima við hús, og onkuntíð var myndaevnið loft(skýggj), hav og bylgjur. Hugsi hann reinsaði sinni á hendan hátt... og rein er hendan bylgjan, sum sæst her.
Skríggið hjá Edvard Munch er ein vánaligur málningur sum málningur. Hevði hann verið málaður sum Monalisa, so var hann ikki eitt skríggj. Var málningurin hjá August Strindberg málaður sum ein sigalda, er hugsandi, at málningurin misti sína megi sum alda og var lík einari navnleysari aldu. Hendan aldan er eins og ein hvít torva í berginum, har hon kemur í sínum froða ímóti tær. Kavin er lagstur á torvuna, og tað er gylt av okkurliti aftanfyri. Hesin hvíti, tann grái liturin og krunkandi svarti bergliturin, er um hetta hvíta lakið, sum hevur breitt seg út yvir hesa aldandi torvu. Hetta er so ein norðurlendsk alda úr hondini á einum mætum svenskum skaldi. Ikki kunnu vit siga annað enn, at røringur hevur verið í Norðurlandahúsinum øll hesi 25 árini í tí inn- og útsúði, sum hevur verið í hesum listaliga torveyga.
Norðurlandahúsið, sum sagt, vallar í býarmyndini í Havnini, og hevur hetta hús í 25 ár tikið ímóti vallingum, hvítmyljum og brotum ymsastaðni frá. Tá ið okkurt livandi svimur undir vatnskorpuni, síggjast vallingar oman á vatnskorpuni. Hetta kann vera sera vakurt ein dag, tá ið tað stendur við klettin, men ikki sæst hetta, tá ið trongd er í sjónum. Hvítmyljur og stálkyndar aldur taka seg upp, bresta ímóti berginum og leggja seg til hvíldar í einum froða, sum dregur útfrá og fram við landinum. Her er mikil skaldskapur í hesum skúma, eitt endurskin av einari poetiskari gongd, sum er ljóð av einum inn- og útsúði í ár so mong. Norðurlandahúsið hevur staðið sína roynd hesi 25 árini í runi og brimi, í silvitni, í mjørkatámi, regni og vindi, og alla tíðina hevur hendan sjóvarmoy verið tann sama, hóast innihaldið í tí bylgjandi skaldskapinum hevur verið ymiskur, men hann hevur alla tíðina lagt seg til hvílu í tí skúmfonn, sum hevur verið næst við.
25 ár – hvat so?
Nú er so Niels Halm stjóri í hesum skála. Stjórarnir hava verið ymiskir, hóast torvan hevur verið tann sama, men ymiskar hava tær torvur, stimar, sum hava svomið út og inn øll hesi árini undir hesari flagtekju, verið. Nú eru 25 ár liðin, og nú er bygt uppí, so hetta hús hevur fingið eina lítla torvu afturat, sum óivað fer at nøra um virksemið í hesum norðurlendska torveyga. Hetta er Nielsi og teimum, sum arbeiða í húsinum til mikla tign.
Føroysk mentan er so mikið broytt av hesum livandi húsi, at øll tey tiltøkini, sum hava verið, hava givið fólki upplivingar og veitt íblástur til skapandi fólki víða um. Húsið er ikki einans ogn Norðurlanda, ella Havnini, men eisini hjá bygdafólki. Her vil eg siga, at ymiskt hevur tað verið hjá stjórunum at røkka bygdirnar, men Niels Halm, Jan Kløvistad og Helga Hjörvar hava ikki bert sitið í hesari torvu og fleygað, men komu mangan út á bygd við fleygingarstongini og lótu okkum, sum her búgva, fáa eitt kók. Hetta hevur ikki bert verið norðurlendskt kók, men eisini listafólk aðrastaðni frá í heiminum hava nørt um upplivingarnar, sum vit hava sæð og hoyrt.
Nú tosa øll um alheimsgerðina. Vit koma øll kanska ein dag at liva mitt í heiminum, hóast vit liva í einum útjaðara. Hvussu vit meta um hetta, er ilt at siga, men ferðingin bara økist manna millum. Tey ungu ferðast sum ongantíð fyrr. Tey eru longu farin út á heimspallin, á eina stóra heimstorvu, sum gevur teimum íblástur til lív, skapandi lív og at liva í hesum stóra lundalandi. Tað er rætt, og soleiðis eigur tað at verða, men ikki eiga vit at gloyma okkara egna jørðildi ella okkara norðurlendska uppruna. Hvat hjálpir tað, um vit vinna allan heimin og mugu bøta við okkara føroysku ella norðurlendsku sál?
“Natúrligvís” skal Norðurlandahúsið taka ímóti listafólki uttan úr heimi, og ikki smæðast burtur, tá ið tey pikka uppá, men húsið og tað, sum henda yndisliga torva skal goyma at, má í høvuðsheitum verða norðurlendskt og føroyskt. Hetta eiga vit at menna meira á ymsan hátt, so tey næstu 25 árini verða eins fruktagóð sum farnu ár. Kanska kundi hugsast, vit sóu onkran annan sjaldsaman vøkstur í hesari torvu, sum bleiv eitt prýði fyri okkum øll – til mikla tign og miklan sóma fyri land og fólk og norðurlendsku tjóðirnar.
Hetta er ein yndisligur bústaður hjá listini. Húsið hevur eina ódeyðilga sál, sum vit eiga at vera góð við og nøra um. Hvør yndisligir eru bústaðir tínir, herskaranna Harri!(sálm D. ørind 2) Vakrari kann hetta ikki sigast. Hetta er ein yndisligur bústaður hjá okkum øllum og hjá tí margfaldu listini, sum er ævig!
Arbeiðsfólkið í húsinum og stjóra verður ynskt hjartaliga til lukku við teimum 25 árunum.