sína misnøgd við úrslitið av tjóðartingsvalinum. Almenna valnevndin sigur, at flokkurin hjá Vladimir Putin, forsætisráðharra vann valið, men andstøðan leggur myndugleikarnar undir valsvik og krevur umval.
Nógvir túsund russar vóru í dag við í mótmælistiltøkum ímóti stýrinum hjá Vladimir Putin, forsætisráðharra. Úr Kaliningrad fyri vestan til Vladivostok fyri eystan mótmæltu fólk við herrópum sum "Svikarar
Vladimir Putin, forsætisráðharri, púra greitt í einari almennari fráboðan í dag. -Skuldsetingarnar fáa onga ávirkan á gildið hjá atkvøðunum ella tað yvirskipaða úrslitið, segði talsmaðurin hjá Putin, Dmitry [...] hava lagt valmyndugleikarnar og flokkin hjá Putin, Sameint Russland, undir valsvik og hava tí kravt umval. -Men tað fáa tey ikki, sigur talsmaðurin hjá Putin.
Russiski ríkmaðurin Mikhail Prokhorov (myndin) kunngjørdi í dag, at hann ætlar sær at bjóða Vladimir Putin, forsætisráðharra av á forsetavalinum, sum verður í mars næsta ár. Sambært BBC sigur Prokhorov avgerðina [...] dollarar. Í USA er hann kendur sum maðurin, ið eigur kurvabóltfelagið New Jersey Nets. Vladimir Putin hevur sagt, at hann stillar upp til forseta næsta vár, men tey nógvu mótmælini ímóti honum og flokki
dyrgir eftir forsetaembætinum. Í 1996 tapti hann ímóti Boris Jeltsin, í 2000 tapti hann ímóti Vladimir Putin, og í 2008 mátti hann lúta fyri núverandi forsetanum, Dmitrij Medvedev. Kommunistarnir fingu eitt
í Russlandi eru á einum máli um, at Vladimir Putin fer at vinna forsetavalið í vár, hevur ríkmaðurin Mikhail Prokhorov ikki slept sínari ætlan at basa Putin. Tann 46 ára gamli Prokhorov kunngjørdi herfyri [...] stilla upp fyri at forða fyri, at Russland skal koma í stórar búskaparligar trupulleikar. Vladimir Putin er ikki so væl umtóktur í Russlandi, sum hann hevur verið. Flokkur hansara, Sameint Russland, vann [...] mótmælt úrslitinum og lagt myndugleikarnar undir valsvik. Tað er kortini ikki vist, at misnøgdin við Putin og valúrslitið er so stór, at Prokhorov verður førur fyri at basa honum, skriva tíðindastovurnar úr
mótmælunum, siga, at næstu ferð fara ein millión fólk at taka lut. -Vit vilja hava eitt Russland uttan Putin, róptu mótmælisfólk og kravdu, at valið verður ógildað, og at nýtt val verður dagfest. Eygleiðarar
forsetin í tí gamla Sovjetsamveldinum, vil hava Vladimir Putin at gevast við royndunum at gerast russiskur forseti eina ferð afturat. -Eg mæli Vladimir Putin til at gevast nú. Hann hevur røkt leiðandi politisk [...] eitt sum forsætisráðharri. Trý valskeið er nóg mikið, sigur Gorbatjov. Støðugt fleiri russar mótmæla Putin og tí almenna úrslitinum av tjóðartingsvalinum herfyri, tí teir leggja myndugleikarnar undir valsvik
ógilda úrslitið av tjóðartingsvalinum í Russlandi, sum var tann 4. desember. Tað gjørdi Vladimir Putin, forsætisráðharri, púra greitt í dag. Stjórnin fer sostatt ikki at slaka fyri andstøðuni, sum vil [...] er farið til arbeiðis og hevur valt formansskap. Alt tos um umval er burtur úr vón og viti, segði Putin á einum fundi við nakrar týðandi floksfelagar í Moskva í dag. Hann legði afturat, at sambært lógini
valúrslitinum, og tey hava tí kravt umval. Men hesum hevur Vladimir Putin, forsætisráðharri, víst aftur. Í nýggjársrøðuni, sum Putin helt seinnapartin, nam hann við tey politisku mótmælini, sum hann segði [...] segði vera ein prís fyri demokrati, sum ikki slepst undan. Putin hevur boðað frá, at hann stillar upp til forsetavalið, sum verður í mars, og hóast flokkur hansara fekk munandi færri atkvøður á seinasta [...] seinasta tjóðartingsvalinum enn fyrr, er eingin ivi um, at Putin fer at vinna forsetavalið.