systkinabarn mammuna, sum er sjúkrasystir á hospitalinum. Hon spyr eftir eini eldri systir, um hon hevur hug at koma at arbeiða á gamla hospitalinum sum gongsgenta. Nei, hendan systirin var farin til Suðuroyar [...] tíðini, valdi hon at fara til Danmarkar. Her var hon so heppin at hava fólk at koma til. Ein fastur, Maria, var leiðari á einum sjómansheimi í Nakskov, og her kom Hanna at arbeiða fyrstu tíðina. Men eftir [...] hermenninar, sum bardust móti Japan. Hann upplivir at síggja onnur skip verða torpederað og søkt við mann og mús. Men sjálvur varð hann spardur fyri fleiri slíkar ræðuleikar. Alt hetta visti Hanna einki um
Samstundis sum hon hevur givið okkum børnum allan ynskiligan tryggleika, kærleika og stimbran í okkara uppvøkstri, hevur hon eisini havt eina virknað og góða yrkisleið og hevur megnað hesi bæði til [...] finna ein góðan skúla i Danmark og at skriva umsókn. Næss man ivaleyst hava vitað, at ungur vágbingur var staddur á Nørre Nissum Seminarium og hevur tí helst havt eina ætlan í huga, tá ið hann sendir umsóknina [...] lív og hevur skúli og skúlaskapur verið snúningsásin í teirra lívi og harvið eisini í ogra uppvøkstri. Hetta er helst orsøkin til, at vit øll 3 systkini hava starvast innan skúlaverkið. Man kann ikki
318586, svarar fríggja-, leygar- og sunnukvøld kl. 20 - 24. Hevur tú trupulleikar av rúsdrekka ella øðrum rúsandi? Stendur tú einum mær, ið hevur trupulleikar av rúsdrekka ella øðrum rúsandi? Rúslinjan er [...] Molly Jacobsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sandavágs Meinigheitshús Sunnukvøldið kl. 18 møti. Heidi Maria Akselsen sigur og vísir myndir frá arbeiðinum í Mexico. Øll eru vælkomin. Sjómanskvinnuringurin kemur [...] . Sí meira um luttøku á heimasíðu felagsins www.eystgong.net Nevndin Eldrafelagið Kumlá á Skála hevur hugnakvøld týskvøldið 9. nov. kl. 19. Meinigheitshúsið á Skála Fríggjakvøldið kl. 19 juniormøti L
num enn búgva. Teirra ætt hevur havt stóran týdning fyri Havnina. Teirra millum eru tveir borgmeistarar Peter C. Christiansen og sonur hansara Jan. Viggo, beiggi Jan, hevur annars dugnað hesi røð á ein [...] mai 1893 og druknaði. 2. Jacob, f. 18. mai 1878. Hann doyði av sjúku 23. februar 1885 3. Súsanna Maria Birgitta, f. 1. mai 1880. Giftist við Hans Jacob Lindberg í Trongisvági. 4. Jóhanna Hansina Jacobina [...] 1882. Giftist við Michael Hammer av Toftum. 5. Jacobina f. 20. februar 1881. Giftist við Óla Breckmann í Havn. 6. Wenzel Magnus Michael f. 2. november 1887. Hann fór í smiðulæru hjá Tummas Askham. Fær
Superstar hjá Andrew Lloyd Webber og Tim Rice man uttan iva vera ein tann kendasti og mest vælumtókti sangleikurin av øllum. Síðani fyrstu framførsluna í 1971, hevur rock-operain um seinastu dagarnar í lívinum [...] ungu og sær sjálvum arbeiðsfrið. 12.novembur hevur Jesus Christ Superstar frumframsýning í Norðurlandahúsinum. Leiklutirnir eru mannaðir, leiklutin sum Jesus hevur Páll Brim Joensen úr Klaksvík. Høvuðsleiklutir: [...] lívinum hjá Jesusi, gingið sína sigursgongd um allan heimin. Men í summum londum hevur leikurin tó eisini møtt stórari mótstøðu. Og tað var kanska júst tí, at leikstjórin Annfinnur Heinesen valdi at halda
Eliesar hevur verið ein sera virkin maður. Hann var bert 28 ára gamal, tá ið hann í 1878 var ein av teimum trimum, sum tóku stig til at stovna Thorshavns Totalafholdsforening í 1878. Hetta man hava verið [...] Niclas (1846-1934), Poul Frederik f. 1848, Eliesar (1850-1931), Susanna Cathrina Christianna f. 1852, Maria (1854-1947), Rasmus (1857-1936), Sofía (1859-1861) og Betzy Sofía (1852-1953.) Eliesar giftist tann [...] megnarmenn. Men hesum kann høvi vera til, nú vit hava ein av stovnarunum á skránni. Dimmalætting hevur tann 27. oktober 1928 eina grein á forsíðuni í sambandi við, at tað vóru liðin 50 ár síðani, felagið
starvið sum hospitalforstandari hevur nógv at týða, vita í alt fall øll tey, sum hava varað av fólki, sum hava ligið sjúk. At Joensen hevur verið ein maður, sum hevur gjørt tað gleðileysa lívið hjá sjúkum [...] hann í alt fall hevur verið vælsinnaður ímóti teimum sjúku á hospitalinum, siga honum hjartans tøkk fyri hansara starv, sum oftast hevur verið óbehagiligt fyri hann sjálvan, men sum hann hevur latið teimum [...] fór hann í 1899 frá við eftirløn kr. 200 um árið. Hann var tá 80 ára gamal. Hóast kona fyristøðumannsins ikki var nevnd sum starvsfólk, varð roknað við hennara luti í fyristøðuna, og hon kann sigast
tilflytarar. Mamman, Elsebeth Maria, var ættað av Kirkju. Foreldrini vóru Mikkjal á Fløtti og Johanne Fredrikka, sum var av Húsum. Tey fingu fýra børn, og Elsebeth Maria, sum var fødd í 1896, var næstelst [...] næstyngsti beiggi fyrra mann hennara. Tey giftust í 1923, og Símun Petur, sum var føddur í 1891, var umleið 32 ára gamal, tá ið hann flutti úr Svínoy og út til Hattarvíkar. Elsubeth Maria og Símun Petur fingu [...] 2000. Hon var gift Torbjørni Hjelm úr Vági, og tey búðu í Klaksvík. Og so var tað Tórgerð, sum í dag hevur rokkið teimum áttati. Eisini hon var ung, tá ið hon fór yvir til Klaksvíkar, har hon tænti eitt nú
sum vit hava sett álit okkara á, sum hevur varðveitt okkum frá teimum vandum, ið vit hava verið í og frá teimum vandum, ið vit ongantíð vóru varir við. Tú hevur havt títt lívsstarv á sjónum, bæði við [...] eri bróðir Kára. Teir hava verið til skips saman við tær og kenna teg sum ein sera dugnaligan og raskan mann. Hetta sama er galdandi fyri Jacob, ið nú er 83 ára gamal og somuleiðis fyri Arcibald og Evald
Marin var ættað av Oyri, dóttir Sara Maria Danielsdatter (1786-1877) og Poul Joensen (1786-18589, kongsbónda. Marin giftist við Mourits Mohr, kongsbónda í Hoyvík. Hann var sonur Peder Mohr og Elisabeth [...] meira enn Føroyar framkomna Hetland. Eitt hugskot, teir komu aftur við úr Hetlandi var línan. Mourits man hava verið ein tann fyrsti, sum royndi henda forkunnuga reiðskap. Tá hann kom aftur av hesi ferðini [...] árið, og Marin mátti selja Tindhólm. Meðan Mourits var bóndi, var Hvítanes bygd í 1837 og settust 6 mans niður her, fimm úr Kollafirði og ein úr Lamba. Lendið til Hvítanes kom av Hoyvíksfestinum. Hevði vitjan