longu nógv minni inntøkur til Tórshavnar Havn. Um tvey ár er stóra havnarútbyggingin í Runavík liðug og fer hon at avskipa meginpartin av teimum vørum, sum í dag fara til Havnar. Eisini í cruisevinnuni [...] Saltsølan var einaferð karmur um blómandi vinnulív. Nú nýtir Tórshavnar Kommunu 100 mio kr til marglætisskrivstovur í Saltsølu bygninginum. Einaferð tosaði man um maritimt kraftcentur og gransking [...] tekur seg uppaftur, verður allur í Runavík. Samanumtikið er ætlanin um stóru útbyggingina av Tórshavnar Havn, har man vil offra Skansan og alt tað vakra økið Yviri við Strond, illa umhugsað og als ikki baserað
millum tær nógv spjøddu búsetingarnar. Sjálvt um alt annað má víkja fyri bilkoyringini, hevur seyðurin tó havt rættin fram um bilarnar. Nú verður so aftur snakkað um at tryggja ferðsluna – les: bilkoyringina [...] nøktast. Hvussu er okkara bústaðarmynstur, tá ikki verður hugsað um húsasnið? Fólk sleppa at búseta seg á hvørjum tanga og á hvørji trøð. Kravinum um at kunna koyra heim í túnið verður ongantíð talað ímóti. [...] Í mun til seyð á vegnum og aðrar samferðsluspurningar, eiga vit at raðfesta, hvar fólk skulu búgva. Ikki soleiðis at skilja, at vit eiga at flyta fólk burtur frá verandi bústøðum. Hinvegin, um vit øll skulu
moraliserar um tað sum onnur burdu og skuldu. Òansæð hvat verður sagt við teg, er tú altíð fattur og rúmar øllum. Vit hava leitað eftir dømum um, hvat kundi gera teg óðan, men vit vita valla nakað dømi um at tú [...] øllum hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum. Hvat hevur tú havt at týða fyri okkum? Tú hevur havt ALT at týða fyri okkum. Tú hevur altíð verið til staðar og altíð haft eitt ógvuliga stórt tol við okkum [...] tú nakrantíð hevur verið óður. Hetta sigur ikki so lítið um teg, nú tú ert vorðin 80 ára gamal. Tíni evni til at fyrigeva og síggja tað besta í øllum er fyrimyndarlig og tað kunna vit læra nógv av. Tú
heldur, hóast summi øki eru harðari rakt enn onnur, má niðurstøðan nú vera tann, at korona herjar um alt landið. Tí heldur hann, at vit eiga at gera nógv meiri burtur úr at kanna fólk fyri koronu. Annars [...] Tað er eingi tekin um, at korona fer at hæsa av, tvørtur ímóti gongur smittan við fullari styrki og bara í fyrradagin vóru heili 111 fólk smittað í Føroyum Men kortini væntar løgmaður, at fylgja vit tilmælunum [...] fleiri avmarkingar, og tiltøk í verk, enn landsstýrið hevur skotið upp. – Vit kunnu gera okkum vónir um at bjarga jólamánaðinum, so at vit kunnu stákast til jóla, sum vit plaga, sigur hann. Men hann leggur
gjalda. Málið fekk drúgva umrøðu á fundinum, og nólsoyarfólk eru mest sum øll samd um, at tað ber ikki til í 2009 at hava seyð gangandi malandi inni í øllum urtagørðum í bygdini. 143 undirskriftir Tá tað varð [...] hetta vanligt, so eisini ærnar verða sleptar innangarðs um veturin. Og tað eru tær, ið skapa trupulleikan við at loypa inn í urtagarðarnar og eta alt, ið fyrilegst. Víst var á, at skuldi vendast aftur til [...] fundinum kom eisini fram, at kommunan bjóðaði hagapartinum at flyta seyðin við akførum norður um bygdina nakrar ferðir um veturin, men hetta segði hagaparturin seg ikki kunna ganga við til. Arbeiðið gjørt Tórur
tað snýr um týdningarmikil viðurskifti, sum at minnast góðar samstarvsfelagar og vinmen. Men samanhald, virki og felagsskapur við Dánjal á Kjalnesi var av slíkum slag, at nøkur orð mugu sigast um henda megnar [...] um minnast virkisfelagan og heilsa honum fyri seinastu ferð. Dánjal hevði sera gott hegni til seyð og alt tað, sum er knýtt at seyðahaldi. Felagsáhugin fyri seyðahaldi knýtti okkum saman. Men tað var meira [...] megnar mann. Vit vóru saman um okkara seráhugamál, seyðin. Við hesum fingu vit so mangt annað gott saman og eitt serliga gott vinalag. Dánjal bleiv sjúkur av herviligu kreftini. Hóast vit øll vónaðu, at
so barnagarðar, skúlar, røktarheim og alt annað sum fylgir við. Er alt resið tað vert. Hvat við bygdamenning. Hvat við at deila fólk, fyritøkur, arbeiðsplássir út um landið. [...] Tórshavn Tað er áhugavert at lurta eftir okkara fólkavaldu løgtingsfólki, tá tey umrøða sína hugsan um, hvussu tey kundu hugsað sær, at jarðabrúk, eftir teirra tykki, skal fara fram í Føroyum framyvir. [...] fakfelag aftan fyri seg. Føroyar eru soleiðis hóttaðar, at fjøllini og líðirnar eru gott beiti til seyð, neyt og ross, meðan tað er í láglendinum, at dyrkilendi finnst, og verður nýtt til at velta. Hetta
gekk suður til Hvalbiar at seta eplir niður um várið, hoyggja um summarið, taka slaktið upp um heystið og annars alt, sum, skal til hjá teimun sum fáast við seyð og jørð. Hetta hava Sunneva og Tórbjørn dámt [...] var við tann minniliga túrin í 1959, tá Hans Hetoft gekk burtur við mann og mús á Kappanum. Tað var um hár gjørt, at Fiskanes eisini gekk burtur, tí skipið bleiv yvirísað. Tað eydnaðist manningini at høgga [...] Tórbjørn hevur verið góður innløgumaður, honum hevur dámt sera væl at verið á floti, taka náta, ja alt, sum kundi veiðast á sjónum dámdi honum væl. Hann var ein av teimum, sum sjáldan kom aftur sum av
aðrastaðni, at tað er ókeypis at ganga allastaðni, og at ikki er neyðugt at spyrja um loyvi, sigur Jóhannus. — Eg veit eisini um italienskar ferðaskrivstovur, ið skipa fyri ferðum til Føroyar, sum kosta 30.000 [...] slíta hagan. Tað ber ikki til, sigur Jóhannus. — Partar av haganum eru null verdur fyri seyð. Vit stúra fyri, um hagin kemur fyri seg aftur. Fuglurin er eisini minkaður rættiliga nógv, sigur Jóhannus. [...] eru nokk noyddir at taka eitt fylgi við eini 40 seyðum av, tí at har er einki gras eftir til teirra. Alt er niðurtraðkað, og so nógv fólk hava verið, at seyðurin verður stygdur burtur. Eg gekk har í gjár
aftur. Jú, Hanus og eg kendust væl, vóru báðir borgarstjórar um somu tíð og ofta kom Hanus á gátt hjá mær í Skopun. Tað sum vit tosaðu mest um, var politikkur. Hanus sat onkuntíð á tingi fyri fólkaflokkin [...] varamaður. Hann hevði stóran áhuga fyri øllum, sum rørdist í samfelagnum og hevði eina stóra vitan um samfelagið, eisini uttanfyri landoddarnar. Tá Hanus legði frá sær, fyri aldur, í Meginskúlanum, var [...] sjálvandi var tað Hanus, ið tók ímóti okkum, enskt dugdi hann sum føroyskt, so vit fingu alla søguna um Húsavík, hana dugdi hann til UG. Jú, frásøgumaður millum teir fremstu. Í samstarvi ímillum kommununa