Fyrst av øllum hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum.
Hvat hevur tú havt at týða fyri okkum?
Tú hevur havt ALT at týða fyri okkum. Tú hevur altíð verið til staðar og altíð haft eitt ógvuliga stórt tol við okkum børnum, og øllum teimum ið eru komin uttanífrá. Man fær ikki tikið teg av fótum og tað er, sum at einki kann gera teg bilsnan. Tú tekur støði í tí støðu sum er og handlar harútfrá. Tú ert ikki tann sum moraliserar um tað sum onnur burdu og skuldu. Òansæð hvat verður sagt við teg, er tú altíð fattur og rúmar øllum. Vit hava leitað eftir dømum um, hvat kundi gera teg óðan, men vit vita valla nakað dømi um at tú nakrantíð hevur verið óður. Hetta sigur ikki so lítið um teg, nú tú ert vorðin 80 ára gamal. Tíni evni til at fyrigeva og síggja tað besta í øllum er fyrimyndarlig og tað kunna vit læra nógv av.
Tú ert útbúgvin eletrikari, men hevur mest arbeitt sum leiðari á El-deildini á skipasmiðjuni á Skála. Tú arbeiddi uml. 40 ár á Skipasmiðjuni á Skála og er títt tilknýti til Skála harav tætt. Síðani arbeiddi tú innan handverkarara vinnuna, bæði hjá Statoil og á Fiskavirking á Toftum. Sum maður er tú sera hegniður, at smíða, mála, tapesera og gera alt til hendurnar, eisini tað sum hevur verið uttanfyri títt yrki, sum at skriva bøkur, baking og matgerð. Fyri stuttum hevur tú gjørt tær hjall og smíða altanuna av nýggjum.
Tú dugir at vera pensonist. Tú hevur altíð nógv at gera við hønum, dunnum, gæs og seyði, so ein kann ikki siga at tú liggur á løtu síðini, tvørturímóti. Tú hevur seyð, gæs og dunnir, bert til at geva til familjuna.
Vit vita at hetta kemst av, at tú longu frá ungum árum av ikki vildi at vit bert skuldu fáa eitt hálvt riv í part til jóla, so sum tú var vanur við sum smádrongur. Tú vildi ikki at kjøt skuldi tróta hjá tíni familju.
Sum persónur ert tú heilt ófatuliga tolin og menniskjansligur. Sum pápi hevur tú verið ein sera mildur og góður pápi. Sum børn vistu vit, at tað var teg vit skuldu fara til um vit vildu hava eitt oyra til eina sodavatn, tí tú segði aldrin nei, hóast at pengarnir vóru smáir. Tað havi vit ikki gloymt tær, tann dag í dag. Tað gjørdi lukku í barnalyndið!
Eitt annað dømi um títt tolsemi, er at tú hvønn tann einasta morgun fór upp við okkum seks børnum. Tú vakti okkum spakuliga...minst 10 ferðir, áðrenn vit tóku okkum saman at koma upp. Uppkomin stóð morgunmatarborið fult dekkað og matpakkarnir klárir. Á tallerkunum lógu bollarnir smurdir, søtt te var koyrt í kopparnar...alt klárt at eta.
Tað var eisini so deiligt tá tú legði okkum at sova, tí tú ballaði okkum so væl inn í dýnuna. Hetta gloyma vit ikki.
Kendur er tú eisini fyri allar útferðirnar tú saman við mammu gjørdi við okkum.Tað var stórur spenningur tá tú pakkaði Peugeotin við øllum góðum til túrin. Eisini minnast vit túrin til Saksunar, har tú fór við Heina, Finnboga og Rógva at liggja í telti at fiska síl í nakrar dagar.
Tú hevur altíð verið so hugnaligur, t.d. tá tú gjørdi hummararúsur og Finnbogi og Heini hjálptu til at vaska hummarar og sluppu at selja teir og fáa vinningin hóast tú hevði strevið. Tú hevur altíð haft gongd í onkrum .
Tit góvu okkum ein ógvuliga góðan barndóm. Tit vóru okkara klettar og trygga grund at standa á. Hjá okkum sum børn var ongantíð nakar ivi um hvar vit høvdu tykkum, tit vóru heilt einig í okkara uppaling og var hetta okkum ein stórur tryggleiki.
Tá vit gjørdus 18 ár helt tú uppat við at uppdraga. Tá vóru vit myndug og sum tú plagdi at siga, “tað tit ikki hava fingið við nú, tað kemur ikki inn seinni”. Tú hevur soleiðis duga væl at slept okkum á flog í rættari tíð og lati okkum roynt egnar veingir. Tú hevur ongantíð blandað teg uppí hvussu vit hava liva okkara lív, men heldur stuðla tá tørvur hevur verið á tí.
Hjúnarlagið hjá tær og mammu var sera gott.
Hjá okkum sum børnum var tað gott at síggja hvussu tú, hvønn dag eftir at tú hevði etið døgurða, gav mammu ein muss, á veg til arbeiðis. Hetta líka til síðsta dag hjá mammu. Tit høvdu eitt sera harmoniskt lív saman og samstundis á mangan hátt hvør sítt lív. Mamma dámdi als ikki seyð, meðan tað var títt. Tað lat hon so teg taka tær av, meðan hon í staðin dámdi væl hondarbeiði, at virka til, at brodera, binda, seyma osv.. Tit gjørdu hvørji tykkara ting, og var tað rúm í tykkara lívi til, at hvør gjørdi tað, sum hugurin lá til, samstundis sum tit saman stóðu sterk.
Kanska óvanligt fyri menn í tínum aldri, so hevur tú altíð bakað. Vit minnast hvussu hugnaligt tað var, tá tú koyrdi bollar í ovnin um kvøldarnar at hita til ein drekkamun. Tú skalt hava stórt rós fyri tann mann tú hevur verið fyri mammu.
Einaferð tá mamma var til arbeiðis og Finnbogi kom inn at vitja, bleiv hann heilt ovfarin av tí blóðbaði sum var í køkinum. Tá hevði tú sett tær fyri at gera blóðpylsu, hóast tú ikki hevði roynt tað áður. Tú stóð har í øllum blóð-rokinum og seymaði indur, við eini kókibók framman fyri tær.
Tú hevur altíð handla skjótt og gert tað sum tú hevur ætlað tær. Tað hevur verið stutt frá tanka til gerð. Og so var eisini hetta kvøldið tá tú gjørdi av, at fáa blóðpylsurnar frá hondini.
Eisini er stuttligt at nevna, at til fostulávint í ár fór Elisabeth oman til tín við føstulávintsbollum at geva tær, men tá hon kom oman stóð tú sjálvur og bakaði tínar egnu føstulávintsbollar. Tað endaði við, at Elisabeth fór avstað aftur við fleiri bollum enn hon kom við! Hetta dømi frá februar i ár lýsir sera væl kjarnuna í tí, sum tú er sum persónur. Sum knapt 80 ára gamal bakar føstulávinstbollar til teg og fólk ið kemur inná gott.
Eisini skal nevnast fyri teimum sum ikki eru í familjuni, at tú babba, hvønn tann einasta dag gert døgurða til bæði sonin og góða vinnmannin, Emil. Dagligar døgurðar har tað er gerandiskostur at fáa nýbakaða køku omaná, um tað so er marmorkaka ella pannukøkur.
Nú, seinnu árini, hava tit hvørja summarferiu haft húsið fult av børnum og barnabørnum og hevur tað altíð verið deiligt at koma “heim” til Glyvur.
Abbabørnini hava nýtt gott av tær, at gingið uppí øllum tú ger og verið í tíni nærveru. Hetta kann ikki setast nakar prísur á, so virðismikið tað er. Og takka vit tær fyri tað.
Heimið er líka heitt og fjálgt í dag at koma til, hóast at mamma ikki er her meira.
Nú vit hava tosað um tína rúmligheit kann nevnast, at fleiri av okkum systkjum hava skift makar og fingið nýggjar familjur við børnum, ið hava fylgt við. Tá nýggjasta ískotið í familjuna kom til, segði Elisabeth við teg um okkara familjumynstur:
“Hjá okkum er einki skil í familjuni!” Til tað svaraði tú: “Jú tað er gott skil”!!.
Eina sovorðna rúmligheit skal ein leita leingi eftir.
Tú tekur øll til tín sum koma inn í familjuna og fær tey at kenna seg væl. Stór sum smá.
Gjarna við einum stórum smíli og klemmi.
Tað er bara eitt stað, har tú ikki rúmar so nógv, tað er innan politikk. Har er einki annað enn A til! Har er Fólkaflokkurin títt eitt og alt, hóast at vit uppá skift hava roynt at rilla við tína fólkaflokstrúgv, so hevur tað ikki eyðnast okkum enn.
Tú ert trúgvur kirkjugangari. Hvønn sunnudag situr tù á beinkinum innan fyri krosstræið. Hóast tú ongatíð hevur "prædika" fyri okkum, hevur tú i verumáta víst okkum, tann vegin tú hevur valt at ganga, og á hvønn tú setur títt álit á.
Tú ert ein heilt serligur persónur, so takk babba. Takk fyri tað tú hevur verið fyri okkum og tað tú vart fyri mammu. Tú ert einanstandandi! Vit elska teg.
Børnini