Undir kongsvitjanini fór Gert illa við sínum gamla felag

1. DEILD: Fyri aðru ferð í ár legði EB/Streymur rygg til 8-0 tap, tá ið Víkingur var gestur í Hólmanum

Tað nógva á Eiði í dag hevur snúð seg um, at kongshjúnini vóru í bygdini. Meðan kongshjúnini vóru vertir fyri innbodnum umborð á Dannebrog fóru teir næstbestu hjá EB/Streymi á vøllin í Hólmanum, har teir næstbestu hjá Víkingi vóru gestir.

 

Stigatalvan segði, at talan kundi verða um javnan dyst, tí bæði EB/Streymur og Víkingur høvdu 16 stig. Men tað gekk heilt øðrvísi, enn tað kanska varð roknað við.

 

Fyrrverandi EB/Streyma spælarin Gert Hansen er venjari hjá teimum næstbestu í Víkingi, og Gert og hansara menn í Víkingi fóru til hús við 8-0 sigri eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Gert hevur vunnið nógvar sigrar og nógv gull og skreyt við EB/Streymi – FM í 2008 og 2012 og steypakappingina í 2007, 2008, 2010 og 2011.

 

Hetta var onnur ferðin í ár, at EB/Streymur legði rygg til 8-0 tap. Fyrra ferðin var á útivølli ímóti Skála.

 

Málini í fyrra hálvleiki í kvøld skoraðu Fannhard Skoradal, tá ið eitt lítið korter var farið, og Kristian Jacobsen dygst undan steðginum. Hetta var fyrsta ferðin, at 16 ára gamli Kristian Jacobsen var málskjútti í 1. deild.

 

Beinanvegin í seinna hálvleiki skoraði Rani Hansen tvey mál, og so var spurningurin bara, hvussu stórur víkingasigurin fór at verða. Rani er toppskjútti í næstbestu deildini við 12 málum.

 

Jákup Martin Jarnskor var tvífaldur málskjútti, og Ingi Arngrímsson og Jósef Ólavsson Gleðisheygg skoraðu hvør sítt mál.