skjótt í ítrótti, og eftir bara eina handavending kann tað síggja øðrvísi út, enn tað hevur gjørt. Nógv dømi eru um hetta, og tað feskasta í føroyskum ítrótti er, at tað eydnaðist strandingum at vinna [...] kortið fyri at mótmæla. Eftir dystin vistu danskir fjølmiðlar at siga, at venjarin hjá Lyngby, Poul Hansen, skal loysa venjaran hjá Vejle, Ole Fritsen, av. Ole Fritsen var í síni tíð hjálparvenjari hjá Allani [...] vinna FM í hondbólti, eftir at teir bara einar tríggjar vikur undan kappingarenda mest sum høvdu verið avskrivaðir. Úrslitini í donsku kappingini lagaðu seg soleiðis í vikuskiftinum, at tað hevði borið til
tá ið vit fóru at spæla rock tónleik, siga teir í Silly Boys um stílbroytingina. Framman fyri sína tíð Tónleikararnir í Silly Boys vóru dreingir, sum vildu nakað. Teir vóru ikki nøgdir at spæla gamlan tónleik [...] spæla tað nýggjasta. Tað var ikki so lætt at fáa fatur í tónleiki fyrst í 60-unum, og tað tók langa tíð áðrenn pláturnar komu til Føroyar. Men her var Radio Luxembourg ein stór hjálp. Hvørjaferð sendingin [...] Eitt nú Stanley Samuelsen hevur virkað sum yrkistónleikari í Danmark í nógv ár. Um ikki so langa tíð kemur hann út við einari fløgu, so spennandi verður at hoyra hvat hann hevur at bjóða. Vunnu tónleika-
vísa seg, at Eyðun Samuelsen og Chris Knight kunnu fylla holini eftir ávikavíst Egil Zachariasen og Bartal Eliasen. Chris Knight kom í síni tíð til Fuglafirðar fyri at styrkja um álopið hjá ÍF. Tað megnaði [...] plássið hjá skadda Viggo Johannesen. Henda royndin eydnaðist væl, og nýggi miðverjin krýndi gott verjuavrik við málinum til 4-2. Skotið kom útifrá eftir klumpspæl og útfrá. Ferðin er trupulleiki Tað hava [...] hann vandamikil fyri allar verjuspælarar, tá hann hevur fingið tak á bóltinum. Eyðun setti hol á, eftir at sandoyarverjan var alt ov opin mitt fyri. Uni Mortensen stakk fram ímillum, og álopsmaðurin sneiddi
verið ein katalysatorur fyri at fáa gongd á eitt arbeiðið, sum kortini átti at verið gjørt fyri langari tíð síðani. Í vinnumálastýrinum varð í fjør settur skjøtil á eina verkætlan um at gera eina tilbúg [...] gjørdar kanningar um umhvørvisfylgjur. Oljufeløgini hava skrivað sær hetta aftanfyri oyrað og hava ? eftir áheitan frá føroyskum oljumyndugleikum ? skipað seg í eitt samstarv (GEM-samstarvið), har ymiskar [...] Tað er hetta, sum havumhvørvislógin ger, m.a. við í § 30 í uppskotinum at áseta, at landsstýrið - eftir at danski umhvørvismálaráðharrin hevur úttalað seg ? kann áseta reglur hesum viðvíkjandi. Slíkar reglur
hvørja tíð stuðla. -Eg eri púra samdur við Thomasi Arabo í tí, at neyðugt er at finna eina breiða semju í sjálvstýrisspurninginum millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, og eftir mínum [...] Sjálvstýrisflokkin. Hetta var jú sum kunnugt eisini okkara boð uppá eina samgongu eftir valið í fjør. Tíverri eydnaðist hetta ikki, og tað nyttar lítið at lasta hvørjum øðrum fyri tað. Høgni Hoydal leggur [...] ongin fastur karmur er lagdur og ábyrgdin flýtur spyr landsstýrismaðurin! Lætt at koma til semju Eftir hansara tykki er semjan ikki torfør at finna. Hon krevur bert, at vit gevast við at seta hvønn annan
megna sama avrikið sum týskvøldið, so haldi eg, at tað er góður møguleiki fyri tí. Á Svangaskarði eydnaðist tað at tetta fyri vongspælinum hjá teimum, og um tað eydnast aftur hesa ferð, so er møguleikin har [...] hann fingið kapping frá Erlingi Joensen. Veteranurin í málinum siglir, men nú verður hann heima eina tíð, og hann hevur vant í nøkur kvøld. Hjá teimum í Runavík hava fleiri verið burtur frá venjing onkur [...] Gert Langgaard er bara tvær ferðir komin inn sum skiftisspælari, men nú er hann í fullgóðari venjing eftir skaðan, sum hann fekk í fjør. Óli Hansen hevur verið í Brússel í vikuni, men hann verður við. Kári
døgnfluga, meðan onnur list økist í virði fyri hvørt árið, ið fer. - Ein listagrunnur átti fyri langari tíð síðani verið settur á stovn. Vit hava ein mentunargrunn, ið ikki skilir ímillum yrkismentan og [...] Tónleikurin hjá Sunleifi er sermerktur, og sum hann sjálvur sigur, bæði krevjandi at skriva og at lurta eftir. - Hann er í tí tyngra endanum og krevur, at tú hevur stundir at lurta. Hann hevur so nógvar fasettir [...] frástøðu millum politiska ávirkan og býti av pengum til mentanina. Verður ein møguligur listagrunnur eftir sama leisti sum núverandi mentunargrunnur, er einki vunnið. Vandin er sjálvsagt í einum lítlum samfelagi
fáa javnleik. Kekkar og slovakar trýstu nógv, men úrslitaleyst. Og eitt korter eftir at seinni hálvleikur byrjaði, eydnaðist tað tí 22-ára gamla evnaríka miðvallaranum úr rumenska meistarunum, Universitatea [...] hansara »rød-hvide« heri. Veitslur í Keypmannahavn og í øðrum donskum býum hildu fram til morgunin eftir. Men Allan Simonsen og teir vóru kortini ikki einastu hetjurnar í europeiskum fótbólti tað kvøldið [...] kappingunum fingu vit góð úrslit eisini. Eg minnist serliga kappingarárið 1982/83, tá Universitatea eydnaðist at sleppa í semifinaluna í UEFA-steypakappingini. Á vegnum slógu vit fleiri stórfeløg út: Fiorentina
byrjaði so væl, men endaði so illa. Tað má vera niðurstøðan hjá ÍF, eftir at liðið fyri aðru ferð innan sjey mánaðir tapti 10-0 móti HB. Eftir at hava byrjað við ágrýtni og respektloysi, sum skelkaði favorittarnar [...] har Bárður stóð púra leysur. Tá var ein minuttur eftir av hálvleikinum, men fyri at gera ÍF-samanbrotið fullfíggjað, gjørdu teir sjálvmál minuttin eftir, tá eitt innlegg á løgnan hátt rakti í nakkan ella [...] megnaðu at spæla seg til teir heilt stóru møguleikarnar. Men í einum føri sýtti stongin HB leiðsluna eftir eitt sindur av trunkaspæli, og eini tíggju minuttir fyri hálvleik fekk havnarliðið eitt mál kolldømt
gongur nakað serligt. Veteranurin og stóri málslúkurin hjá KÍ, Kurt Mørkøre, hevur fyri ikki so langari tíð síðani staðfest her á síðunum, at higartil í ár hevur tað verið soleiðis hjá teimum, og aftur dýra [...] vóru ikki serliga vandamiklir, tí tað í orðsins sanna týdningi var nakað, sum haltaði á miðvøllinum. Eftir øllum at døma verður rumenarin, ið er á veg til B71, har hann skal hjálpa til á miðvøllinum, kærkomin [...] gjørdist púra leysur, men hann misnýtti. Breiddin og styrkin KÍ kom á odda, tá 37 minuttir vóru farnir. Eftir uppspæl og innlegg úr høgru stútaði Kurt Mørkøre frá handara stólpa og til Rógva Jacobsen, sum royndi